hósdagur 29. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
tíðindi
5
Reiðaríið, sum Smyril
Line ætlaði at keypa
meirilutan av, hevur
júst niðurskrivað
partapeningin úr 104
í 2 mió. krónur
Skiparakstur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Árið í fjør royndist illa hjá
norska reiðarínum Fjord
Line. Roknskapurin, sum
varð lagdur fram á aðalfundi
í Bergen fyrradagin, vísti,
at raksturin hevði givið
276,9 mió. norskar krónur
í halli. Aftan á skatt og nið
urskrivingar gjørdist nett
oúrslitið 206,4 mió. krónur
í hall.
Leiðslan legði uppskot
fyri aðalfundin um at
styrkja felagið fíggjarliga,
og tað bleiv samtykt. Eftir
samtyktini
verður
eitt
lán upp á 50 mió. krónur
umlagt til partapening. Sam
stundis verður verandi part
apeningurin, sum er 103,7
mió. krónur, niðurskrivaður
til 2 mió. krónur. Tað ber
í sær, at hvørt partabræv
áljóðandi 5 krónur verður
10 oyru vert, og við hesum
broytingum verður parta
peningurin í felagnum 20
mió. krónur.
Í ársfrágreiðingini til
aðalfundin varð greitt frá,
at felagið hevði mist nógv
ferðafólk til Color Line á
rutuni til Danmarkar, sam
stundis sum teir gomlu
eigararnir
kunngjørdu,
at teir ætlaðu at selja seg
úr felagnum. Í november
eydnaðist at fáa nýggjar eig
arar í felagið, so tað kundi
halda fram.
Samstundis eru umfatandi
sparingar framdar, soleiðis
at tær árligu úreiðslurnar
eru einar 100 mió. krónur
minni nú. Tað kemst millum
annað av, at 115 ársverk eru
spard burtur. Ætlanin er at
skarva 40 mió. krónur av
rakstrarútreiðslunum aftur
at, og tað fer at kosta 30 og
35 starvsfólkum arbeiðið.
Dótturfelag hjá
Smyril Line
Seinasta heyst ætlaði Smyr
il Line at seta 50 mió.
norskar krónur í Fjord
Line sum partapening. Tað
hevði givið føroyska felag
num 66 prosent av parta
peninginum í norska fel
agnum, sum sostatt hevði
verið dótturfelag hjá Smyril
Line.
Thomas Magnussen, sum
tá var nevndarformaður í
Smyril Line, segði tá, at
ætlanin fór at geva Smyril
Line nýggjar inntøku- og
vakstrarmøguleikar. Seinni
slepti Smyril Line ætlanini
at seta pening í Fjord Line.
Thomas Magnussen, sum
nú er stjóri í Smyril Line,
vil ikki gera viðmerkingar
til roknskapin hjá norska
felagnum. Hann heldur ikki,
at tað hevði verið rætt av sær,
og harafturat hevur hann
tagnarskyldu í sambandi
við samráðingarnar við
Fjord Line í fjør.
Fjord Line stórt hall í 2005
Í døgunum 25. og
26. august verður
Fjarðafestivalurin
hildin í Kelduni í
Skálafirði. Á hesum
tónleikafestivalinum
fara bæði føroysk og
útlendsk nøvn at lut
taka
Tónleikur
Snorri Brend
Skálafjørður: Á festivali
num fer nógv spennandi at
fara fram, bæði uttandura og
innandura konsertir, eins og
eitt stórt barnatiltak.
Tað er Adore Music í
stendur aftan fyri festivalin,
og verður meira at hoyra
um hendan festival í næstu
viku. Frá Adore Music
verður sagt, at øll kunna
gleða seg til ein stóran og
spennandi festival har allir
aldursbólkar fáa sín sjangru
at hoyra.
Fjarðafestivalurin fer at
hava tveir pallar uttandura
og ein inni, so íalt verða
talan um tríggjar pallar.
Fyrireikingarnevndin er
mannað við hesum fólkum:
Tummas Jákup Høj, Pól
Frits Høj, Terji Vestergaard,
Vinjard Johansen og Eyðun
Jacobsen.
Í næstu viku byrja fyri
reikararnir at kunngerða,
hvørji nøvn fara at luttaka
á hesum festivalinum.
Nýggjur festivalur við alskyns tónleiki
Menninir aftanfyri Adore Music – vinstrumegin Tummas Jákup Høj, Pól Frits Høj, Terji
Vestergaard, Vinjard Johansen og Eyðun Jacobsen – bjóða til nýggjan tónleikafestival í Kelduni
Seinasta heyst ætlaði Smyril Line at seta 50 mió. norskar krónur í Fjord Line sum partapening.
Tað hevði givið føroyska felagnum 66 prosent av partapeninginum í norska felagnum, sum sostatt
hevði verið dótturfelag hjá Smyril Line, sum kortini vendi ætlanini bakið…