hósdagur 29. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2006
35
– Eins so góðan
summardag sum
henda er sera gott
her í dalinum, sigur
ein av íbúgvunum á
Kambsdali, Bergur
Petersen
Íbúgvi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kambsdalur: – Tað gong
ur rætta vegin við mær,
sigur fuglfirðingurin, Berg
ur Petersen sum nú býr á
Kambsdali.
Ábendingin er týðilig til
tey 74 árini, hann hevur
livað her á jørð. Hann veit
og trýr, at ævinleikin bíðar
honum ein dag.
Í góðveðrinum seinna
partin týsdagin var hann
farin ein túr til gongu í
hesi lutvíst nýggju bygdini.
Tað er altíð gott við frískari
føroyskari luft.
– Eg búgvi í hasum reyðu
húsunum har niðri, sigur
Bergur. – Fara bara inn.
Sonurin, Piddi er inni.
Vit takka fyri tilboðið,
men mugu víðari í arbeiðs
ørindum okkara. Tað má
verða eina aðru ferð!
Ein stór bygd
Í mong ár var eingin búseting
á Kambsdali. Eitt leguhús
og eitt snikkaraverkstað
lógu her einsmøll í mong
ár, áðrenn verulig gongd
kom á byggingina.
Hyggur tú eftir Kambs
dali í dag, er talan um
eina rættiliga stóra bygd
við húsum í hópatali, verk
støðum, ítróttarhøll og ikki
minst teimum báðum stóru
miðnámsskúlunum.
Sjálvur búsettist Bergur
og familja hansara her í
dalinum í 1981. Tá vóru
bert fá onnur hús her í bygd
ini.
– Hatta hvíta har niðri,
– tað var millum tey fyrstu.
Og eitt lá har niðanfyri tað
svarta. So tá vóru vit ikki
so mong her uppi, sigur
Bergur.
Er fólkatalið vaksið mun
andi síðani fyrstu húsini
vórðu bygd, so er líkt til at
tað fer at vaksa enn meiri
tey komandi árini.
Fleiri grundøki eru seld
og ein ætlan um stóra
íbúðarbygging hevur verið
frammi.
Gott at búgva her
At byrja við dámdi Bergi
kortini einki serligt at
búgva herúti. Tað hevði sína
natúrligu frágreiðing, tí í
roynd og veru stóð familjan
heimleys eftir at sethúsini í
Fuglafirði brendu.
– Eg var til arbeiðis, tá
tað hendi, men konan fekk
bjargað øllum børnunum
út. Tað var eisini í síðstu
løtu, greiðir Bergur frá.
Eftir hetta fingu tey
grundøki á Kambsdali og
fór hann síðani undir at
byggja sethúsini við góðum
stuðli frá synunum, sum
vóru smiðir.
– Í dag dámar okkum sera
væl at búgva her. Serliga
ein so góðan dag sum í
dag er gott at búgva her á
Kambsdali.
– Men eg veit ikki. Um
veturin, tá høgættin kemur
oman gjøgnum skarðið har
yviri, tá er alt líka, sigur
Bergur.
Munur á bilum
Sum 74 ára gamal hevur
Bergur havt síni bestu
vinnuføru ár. Men hvussu
fær hann dagin at ganga?
– Tá eg havi etið morgun
mat fari eg annaðhvørt til
gongu ella eg taki bilin inn
til postboks okkara, og taki
tann postin sum er.
– Vanliga fari eg eisini
inn til Haraldsen at keypa
tað, sum keypast skal. Og
síðani fari eg útaftur, greiðir
Bergur frá.
Í góðveðrinum týsdagin
var Bergur farin sær ein
lítlan gongutúr í bygdini.
Men tað var kortini eitt,
sum hann mátti gera.
Hann fer niður í lumman
eftir einum billykli. Hetta
var kortini ikki lykilin til
hansara egna bil. Tað er ein
sonur hansara sum eigur
hann, og kemur hesin aftur
til Føroyar í næsta mánaði.
– Eg havi júst verið og
kannað, hvussu eg skal
starta handa bilin, ið stendur
har niðri. Og nú havi eg so
fingið at vita, hvussu ein
ger, sigur Bergur.
Hann greiðir frá, at tá ein
skal starta henda bilin skal
ein fyrst snara lykilin eitt
sindur til eitt klikk hoyrist,
og síðani kemur eitt klikk
aftrat.
– Sært tú, eg eri so bráður
at fáa hann at starta.
– Tað er ikki sum við
teimum gomlu. Har skuldi
tú bara snara lykilin runt,
so startaði motorurin, sigur
Bergur við einum brosi.
Í dag er gott at búgva
á Kambsdali
Sum
siður er
Fólkafundur: Ein fast
ur siður á stevnuni er
tiltakið við kelduna, sum
hevur givið stevnuni
heitið sítt.
Hetta
forvitnisliga
tiltakið verður leygar
kvøldið, tá farið verður
úr Fuglafirði við buss
um kl. 22:45 og út á
Varmakeldu.
Her verður skipað
soleiðis fyri at sóknar
presturin, Uni Næs fer
at halda røðu og aftaná
verður føroyskur dansur.
Eftir henda fundin –
tað er á midnátt – verður
fýrverk skotið úti á
Varmakeldu, soleiðis at
øll í Fuglafirði kunnu
síggja hetta.
sb.
Samkomur
nar spenna
seg út
Møtir:
Tær
báðar
størru
samkomurnar
í Fuglafirði fara eisini
at gera vart við seg um
vikuskiftið.
Sambært skránni so
verður opið hús í Siloa
fríggjakvøldið frá kl. 21.
Leygarkvøldið
kl.
21:30 skipar Thabor fyri
ungdómsmøti, har John
Petersen fer at tala. Á
hesum møtinum verður
somuleiðis tónleikafram
førsla, eins og drama
bólkurin Nuntius fer at
framføra eitt stykki.
Seinni sama kvøld
verður ein café í Thabor,
har A Capellabólkurin úr
Eysturoynni fer framføra.
Við hetta tiltakið verður
andakt og okkurt gott til
matna.
Sunnudagin kl. 16
hevur Thabor útimøti á
økinum omanfyri Ment
anarhúsið.
sb.
Dansur og
ljósshow
Tónleikur: Tey ungu
hava fleiri møguleikar
at hittast til bæði dans,
royk og ljósshow um
vikuskiftið.
Byrjað verður fríggja
kvøldið við dansi í
Mentanarhúsinum, har
bólkurin All That Rain
spælir.
Leygarkvøldið verður
ársins Varmakeldudansur
á sama staði, har bólk
urin Brim spælir. Við
hetta høvið er 20 ára
aldursmark.
Um somu tíð verður
eitt stórt royk og ljós
show í ítróttarhøllini
á Kambsdali við DJ
Switch.
sb.
– Ein slíkan summardag sum í dag er gott at búgva her á Kambsdali, sigur 74 ára gamli Bergur Petersen
Mynd: Jens Kr. Vang
tíðindi