Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2006 37 Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður at seismiskar kanningar verða gjørdar innan fyri hesar knattstøður: 61 30,0 N 005 20,0 W 62 00,0 N 003 40,0 W 62 00,0 N 003 02,0 W 61 21,0 N 004 45,0 W 60 15,4 N 006 00,0 W 60 50,0 N 006 00,0 W Felagið TGS NOPEC kannar økið. Byrjað verður ....................26.06.2004 Arbeiðið tekur væntandi ...4 vikur Skipanavn .........................Akademik Lazarev Kallibókstavar....................UAJS Heimstaður.......................Murmansk Fiskiveiðiumboð................Kári Henriksen Samband fæst við skipið á VHF rás 16. Upplýsingar um arbeiðið fáast frá Tórshavn Radio, á heimasíðuni hjá sjóbjargingarstøðini, www.mrcc.fo, ella á telefon 351300.  Sjóbjargingarstøðin Tinghúsvegur 64 · FO-100 Tórshavn Tlf: 351300 · Fax 351301 mrcc@mrcc.fo · www.mrcc.fo Endurlýsing av deildarleiðarastarvi á Familju­ deildini á Føroya Barnaheimi Vegna ov fáar umsóknir, verður deildarleiðarastarvið á Familjudeildini endurlýst. Starvið verður leyst til setan frá 1. oktober 2006 ella skjótast tilber. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini arbeiða 7 starvsfólk í einum tvør­ fakligum toymi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðlað í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvør stuðul er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið: Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara, ið hevur royndir við familjuarbeiði og sum somu­ leiðis hevur leiðsluroyndir. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni og er til reiðar at ganga fremst í tí fakliga arbeiðnum á deildini. Harumframt hevur deildarleiðarin ábyrgdina av og skipar samskiftið við barnaverndartænastur, Almannastovuna, heilsusystrar, læknar, sálar­ frøðingar, sosialráðgevarar, barnagarðar, skúlar, sjúkrahús, viðgerðarstovnar o.s.fr. Á Familjudeildini verður í løtini arbeitt við at víðka og broyta virksemið á Familjudeildini og skal deildarleiðarin somuleiðis standa á odda fyri hesum arbeiði. Útbúgving: Hóskandi útbúgving krevst. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 4. august 2006. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steinsgøta 10 FO­100 Tórshavn Lærarastarv í Sumbiar skúla Søkt verður eftir lærara skúlaárið 2006/2007. Førleikakrav: skal kunna undirvísa í svimjing 2 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4 Umsóknir skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. juli. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran á tlf. 573875, teldupostur: arnfinnur. bjarkhamar@skulin.fo Ídnaðarøki á Hjalla til sølu Við hesum verður ídnaðarøkið matr. nr. 1od, Hoyvík, lýst til sølu. Økið er planerað og byggibúgvið, 8.112 m2 til støddar. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til: Advokatfirma Annfinn V. Hansen Bryggjubakki 22 · Boks 106 FO-110 Tórshavn Telf. 359595 · Fax 359596 E-mail: advokat@advokat.fo FISKIVINNUROYNDIR 2007 LÝSING EFTIR UMSÓKNUM Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar gransking og menning innan fiski- vinnu: Verkætlanir innan fylgjandi høvuðsøki hava fyrimun: • Fiskiskapur við ábyrgd • Royndarveiða, framleiðsla og søla • Virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni • Heilsa, trygd og umhvørvi Innanfyri høvuðsøkini verður lagdur dentur á at fáa verkætlanir, sum kunnu: • Lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm.) Serligur dentur verður lagdur á, at • vinnan tekur lut í verkætlanini • eginfígging ella onnur fígging er verulig • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands. Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Víst verður á, at møguleiki er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan- fyri omanfyrinevndu økir. Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verk- ætlanir ber til at seta seg í samband við samskip- aran um hetta. Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnu- gransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. okt. 2006 kl. 12.00. Meira fæst at vita: Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara við møguligum spurningum. Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggj- arlóg fyri 2007. Jákup Mørkøre, samskipari tlf.: 35 30 30 / 35 32 48 fartel.: 21 73 69 t-post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Heykavegur 6 FO-110 Tórshavn