sunnudagur 2. juli 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 124 - 30. juni 2006
tíðindi
SAMBAND
EIRIKUR LINDENSKOV
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
TLF 341800
Nú er stundin, har vit sjálvi fara at uppliva tað, ið vit javnan hoyra ovfarin ferðafólk greiða okkum frá um Føroyar. Her er gott at ganga,
spennandi at sigla og stórbært at súkkla. Her er nakað fyri alla familjuna. Og í summar eru enn fleiri tiltøk og ørandi avbjóðingar, ið bara
bíða eftir tær. Spyr bara kunningarstovurnar. Tær vita og hava nógv tilfar um Føroyar av geva tær.
Halt frí tá tú hevur frí. Ferðast í Føroyum - TAÐ er lívið...
Norska sjóverjan hevur
hildið eyga við trolaranum
teir seinastu dagarnar, men
tá skiparin í gjárkvøldið
sýtti fyri at svara sjóverju-
skipinum og at gera eftir
boðum teirra, var tolið hjá
sjóverjuni uppi.
Tá skiparin klokkan trý í
nátt sýtti fyri at taka trolið
inn, gjørdi sjóverjan av at
kvetta veirarnar, og síðani
vórðu menn hjá sjóverjuni
settir umborð á skipið,
nakrir við báti og nakrir við
tyrlu. Teir tóku so ræðið
umborð og settu kós ímóti
Tromsø, hagar trolarin ætl-
andi kemur í morginári.
Kunningarráðgevin hjá
norsku sjóverjuni sigur við
Aftenposten, at skiparin á tí
flagg- og navnleysa trol ara-
num hevði fingið at vita frá
reiðarínum, at hann skuldi
ikki samstarva við sjó verj-
una.
Hóast trolarin hvørki
hevur navn, heimstaðar-
navn ella flagg, vita norsku
myndugleikarnir, at talan er
um eitt skip, sum eitur
»Joana«, og fyri sjúrtan
døgum
síðani
upplýsti
skiparin, at skipið hevur
heimstað í Sao Tome í
Vesturafrika. Men skjøl,
sum eru funnin umborð,
vísa, at skipið skifti navn
og flaggstað fyri einari viku
síðani.
Talsmaðurin hjá norsku
sjóverjuni sigur, at trolarin
hevur fyrr itið »Lootus«, og
hann hevur millum annað
verið skrásettur í Estlandi.
Hann hevur roynt víða,
men er rikin burtur alla-
staðni og endaði nú í
Smoguni. Men tað gekk so
heldur ikki.
Flagg- og navnleysur trolari í
Smoguni
Norska sjóverjan tók í
nátt ein trolara, sum
fiskaði í Smoguni, og
sum hvørki hevði
navn, heim staðar-
navn, nummar ella
flagg.
FISKIVEIÐI
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Navn og flaggleysi trolarin, sum norska sjóverjan tók í nátt.
– Vit hava kvotu at halda okkum til, tá hon er fiskað, noyðast
vit at gevast. Eg stúri fyri, at »ránsskipini« gera enda á
kongafiskiskapinum.
Sonny Johannesen, skipari, 9. mai '06