Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 30. juni 2006 16 tíðindi At ungfólkini, sum taka lut í Ung i Norden eru sonn listafólk gerst alt meira sjónligt. Hóskvøldið vóru aftur framførslur og salurin kókaði, meðan fólk jublaðu Ung i Norden Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo myndir: Rigmor Dam Ung úr øllum Norður­ lond­um framførdu tað besta tey høvdu at bjóða á Læraraskúlanum hós­kvøld­ ið, og vóru tað londini Grønland, Finnland, Svø­ ríki, Samaland, Áland og Noregi, sum hesaferð vístu tað, sum tey høvdu fyrireikað heimanífrá. Áhoyrarafjøldin fagnaði teimum við lógvabrestum og til tíðir gjørdust stól­ arnir ov trongir og fólk reistust í gleðisrúsi at dansa, klappa og bríksla eftir ungu stjørnunum á pall­inum. Sigast má, at ungu listafólkini vóru framúrskarandi sendiharrar fyri heimlond síni, og at tey heilt givið birtu upp undir og góvu íblástur til skapanarhugin hjá teim­um umleið 200 ungu norður­ lendingunum, sum taka lut í Ung i Norden í hesum døgum. Í øllum rokanum og teimum fantastisku fram­ førslunum, kann tað næstan tykjast sum, at nøkur av londunum hava kýtt seg at senda umboð, sum bjóða dygd og fjølbroytni í lista­ sniði og sýningarhátti, men mugu vit ikki gloyma endamálið við stevnuni: Í fimm dagar at samstarva og skapa saman við ungum úr grannalondunum, og harvið at læra nýggj fólk at kenna, at fáa góðar upplivingar og at knýta vinabond. Hygg at myndarøðini her á síðuni, og fá eina smakkiroynd uppá nakað av tí, sum almenningurin sleppur at síggja og hoyra eitt nú í Miðlahúsinum fríggjakvøldið og leygar­ køldið kl.20:00, og í Norð­ urlandahúsinum sunnu­ dagin klokkan 17:00, tá endabresturin hjá Ung i Norden verður. Almenningurin kann uppliva listarligu avrikini frá Ung i Norden í Miðlahúsinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 20:00, og í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 17:00, tá stóri endabresturin verður. Stjørnudust á Ung i Grønlendski bólkurin Raven’s Call við bergtakandi búnum úr skinni og pelsi. Framførslan var dansur, tónleikur og sangur, og kom íblásturin úr fornari veiðumentan og samanspælinum millum nútíð og fortíð Trummukonsert á hægsta stigi úr Noregi