Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-02, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 2. juli 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 124 - 30. juni 2006 Starvsfólk til Glæmuna í Tórshavn Glæman undir Bryggjubakka sóknast eftir starvsfólki, fyri fólk í barns­ burðarfarloyvi, frá 24. juli 2006 til 1. september 2007. Byrjanardagin kunnu vit flyta eitt sindur, um vit finna rætta persónin. Og møguliga kann talan gerast um fast starv, tá avloysarastarvið er liðugt. Glæman er deild hjá Teymavirkinum í Runavík, og tí partur av einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi. arbeiðStíðin verður 35­40 tímar um vikuna og roknast kann við at arbeiða annan hvønn leygardag. Vit Vænta, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. StarVið umfatar dagligu ábyrgdina í Glæmuni; at skipa arbeiðið og leggja uppsøkjandi sølu og onnur søluátøk til rættis. fyri rætta perSónin kann talan gerast um eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú sjálv/ur hevur stóra ávirkan á arbeiðsuppgávurnar. løn oG treytir annars sambært avtalu. umSókn skal verða Teymavirkinum, Boks 210, 620 Runavík, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. juli 2006. meiri fæst at vita við at venda sær til Maluna Nielsen, søluleiðara, á tlf. 473 000. teymaVirkið er einasta fyritøka í Føroyum, ið framleiðir línu, teymar og togverk. Teymavirkið í Runavík, Snørisvirkið í Klaksvík og Glæman í Tórs­ havn eru skipshandlar, har fiskireiðskapur, trygdarútgerð, arbeiðsklæði og frítíðarklæði eru at fáa. Teymavirkið hevur eisini deild við búnýti og gávum í Runavík. Í alt eru 30 fólk í starvi hjá samtakinum. lýsingar www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo