sunnudagur 2. juli 2006síða 51
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 30. juni 2006
53
Puntur nr. 24
Er hotellið gott, er
ferðin góð. Soleiðis
er tað næstan hvørja
ferð, ein er og ferðast.
Men hvussu skal ein
velja ímillum tey
túsund hotell sum
eru?
Hotell
Orð & mynd: Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
»At ferðast er at livað«. Tað
segði kenda danska skaldið
H. C. Andersen. Tað, sum
ofta
avmarkar
okkara
ferðir, er kostnaðurin. Tað
kostar nógv at koma á
staðið, og ofta er tað sera
dýrt at búgva á hotelli á
ferðamálinum.
At gjalda 1000 krónur
pr nátt er onki óvanligt í
einum stórbýi. Í býum sum
London og Paris er hetta
prísurin fyri eitt rættuliga
vánaligt hotell í háárstíð.
Pakkaferð
Ein máti at koma uttan um
hesar ræðuprísir er sjálv
andi at búgva hjá fólki ein
kennur. Men um tú ikki
hevur familju runt um, er
eitt gott hugskot at keypa
eina pakkaferð. Tá hevur
felagið, sum ein keypur ferð
in frá, ofta forhandlað prísin
niður. Tey lova hotellinum
at fáa nógvar gestir, og fáa
tí ein bíligari prís.
Atlantic Airways hevur
fleiri slíkar pakkaferðir til
øll støðini, tey flúgva til.
Sosialurin hevur verið í
Reykjavík og roynt »Reykja
víkspakkan«. Vit búðu á
Hotel Fron, eitt miðalklassa
hotell í hjartanum á Reykja
vík.
Tríggjar stjørnur
Tann klárbláa fasadan ger
tað næstan ógjørligt at
ikki síggja Hotel Frón á
Laugarvegi í Reykjavík.
Hotellið hevur tríggjar
av fimm stjørnum og er
sera modernað. Tað er eitt
sokallað íbúðarhotell, har
køkur er inni í kømurunum.
Hotellið hevur 54 kømur og
er í fýra hæddum.
Hóast at hotellið liggur
á høvuðsgøtuni er tað stak
friðarligt, og ein verður
ikki órógvaður av náttar
lívinum.
Um ein vil luttaka í nátt
arlívinum kann eg næstan
ikki hugsa mær betri stað
at búgva eftirsum hotellið
liggur so sentralt.
Morgunmaturin er einkul
men frískligur við nógvum
góðum
rávørum.
CNN
stendur frá konstant eftirsum
nógvir amerikanarir búgva
á hotellinum.
Kømurini hava øll egið
baðirúm, telefon, minibar,
sjónvarp og kassaskáp.
Prísurin er yvirkomuligur
– um summarið kostar eitt
dupultkamar 1,283 krónur
og um veturin er prísurin
783 krónur.
Les meiri á
www.hotelfron.is
Vert at hugsa um, tá
tú bíleggur hotell
– Hvat er tú fyri menniskja,
og hvørji krøv hevur tú?
– Er tað okey við bara
einari song – vel so eitt
vallaraheim ella pensjonat
– Vil tú hava tað behagiligt
men ikki gjalda so nógv er
best at velja eitt tvey ella
trístjørnað hotell
– Vil tú brúka nógva tíð
á hotellinum og njóta lívið
er eitt fýra ella fimmstjørna
hotell tað besta.
– Kanna hotellið á inter
netinum, hvat skriva onnur
um hotellið, og hvussu
síggja myndirnar út?
– Hygg hvar hotellið
liggur. Liggur tað langt
uttanfyri og tú noyðist at
taka taxi hvørjuferð tú
skal í býin ella á strondina
verður tað dýrt.
– Bóka á internetinum,
men ring gjarna fyri at kon
trollera at alt er í ordan
Tá tú kemur
til hotellið
– Ver ikki bangin fyri at
skifta rúm (ella hotell) um
tað ikki er tað tú hevði
væntað tær.
– Læs tíni ting inni.
Tíanverri kann ein sjáldan
líta á reingerisfólkið á
hotellinum.
– Flestu hotell hava
skelti um, at ein skal leggja
handklæði á gólvið, um tú
vil hava tað skift út. Hetta
er fyri at verja umhvørvið.
Men stór ferðabløð vilja
verða við, at hetta eisini
hevur við sær, at handkkløð
og seingjakæði ikki verða
skift út millum gestirnar.
Kanna tí gjølla, at alt er reint
tá tú kemur til hotellið.
– Ver krevjandi! Tit
gjalda nógv fyri at búgva,
og tí skal tænastustøðið eis
ini verða høgt.
Góða ferð!
Vel rætta song á ferðini
Hotel Fron er eitt nútímans íbúðarhotell
Hotell Fron liggur sera væl fyri í hjartanum á Reykjavík