sunnudagur 2. juli 2006síða 54
Tekstur á síðuni
56
Nr. 124 - 30. juni 2006
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo
LEIÐ 410 / Klaksvík - Leirvík - Fuglafjørður
Nýggj bussleið
Leið 410
“Eg havi verið
ein túr í Belfast”
Einherji Olsen er havnamaður og hevur starvast á
Skipafelagnum síðani 1994. Hann fer ikki at gera nakran
uttanlandstúr í summar, men verður heldur her heima.
– Nei, eg fari ongan veg í summar, sigur Einherji, sum
kortini hevur verið uttan fyri landoddarnar í ár. – Ja, fyrr
í ár vóru vit í hornorkestrinum ein túr í Belfast í Norður
Írlandi. Tað var ein óførur túrur, har vit eisini fingu tíð
til annað enn at spæla. Ferðalagið var stórt, góð 60 fólk
mundu vit vera. Vit vóru við í eini kapping har, tað gekk
væl og vit vórðu nummar tvey, greiður Einherji Olsen frá,
sum hevur spælt horn síðani tíðliga í 50-unum. – Vit plaga
at venja tvær ferðir um vikuna, eini tveir tímar hvørja
ferð, og í løtuni venja vit fram ímóti Ólavsøku, sigur
Einherji, sum var úti og spákaði sær ein túr í góðveðrinum
í dag, tá Sosialurin hitti hann, og fregnaðist um hansara
summarætlanir.