mánadagur 3. juli 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 125 - 3. juli 2006
Løgrelgan havt lítið at gera
Hóast tvey stór tiltøk eru í Føroyum í løtuni, hevur løgreglan havt lítið
at gera hetta vikuskiftið
Hetta vikuskiftið, hevur løgreglan havt lítið at gera.
Og tað er hugaligt, tí júst hetta vikuskiftið eru tvey stór tiltøk í Føroyum, sum bæði
bera brá av at vera veitsla.
Í Fuglafirði er Varmakeldustevna og á Sandi var tónleikastevnan Mjús leygardagin.
Í leygarnáttina var løgreglan hevði verið mestum arbeiðsleys og sunnunáttina hevur
eisini sera lítið verið at gjørt.
Nógv fólk var í býnum, men sum heild var alt friðarligt. Onkrar illstøður vóru, men tær
vóru allar loystar uttan at alt ov nóv hóvasták og uttan at nakar kom illa fyri.
Onkur smá herverk vóru eisini í miðbýnum, har onkrir rútar eru brotnir.
Ein maður gisti á politistøðini, tí hann var so drukkin, at hann var ikki førur fyri at
herberga sær sjálvum.
-Áki-
5000 ferðafólk í Havn
Leygardagin var fólkatalið í Havnini munandi størri enn tað var fríggjadagin.
Orsøkin er ein rættilig innrás av ferðafólki av tveimum stórum ferðamannaskipum, sum
lógu í Havn í leygardagin.
Dimmalætting skrivaði fyrr í vikuni, at tilsamans eru eini 5000 ferðafólk við teimum
báðum skipunum, sum eru Havn í dag. Tá eru bæði ferðafólkini og manningin á
skipunum tald við
Bara við tí eina skipinum eru heili 2600 ferðafólk og Dimman sigur, at hetta er størsta
talið, sum hevur verið við nøkrum skipi.
Við hinum skipinum eru 800 ferðafólk
-Áki-
Stjórin á Arbeiðsloysisskipanini
sagt upp
Elisabeth O. Gaardbo hevur verið stjóri í gott seks ár, men nú hevur hon
havt sín seinasta arbeiðsdag
ALS
Elisabeth O. Gaardbo, hevur nú sagt seg úr starvi sum stjóri á ALS.
Hon hevur verið stjóri síðani 1. januar 2000, men í dag heur hon boðað stýrinum fyri
Arbeiðsloysisskipanina frá, at hon sigur seg úr starvi við frá 1. september 2006, sigur
AlS nú seinnapartin.
Sostatt verður Elisabeth ikki aftur til arbeiðis, eftir at barnsburðarfarloyvið hjá henni
er av.
Sum grundgeving fyri uppsøgnini verður bara sagt, at hon heldur, at stundin nú er
komin at royna nýggjar leiðir, eftir at hon hevur arbeitt á Arbeiðsloysisskipanini í 10 ár.
Í uppsagnartíðini heldur Ernst Jacobsen fram sum virkandi stjóri.
ALS sigur, at saman við starvsfólkunum, hevur Elisabeth O. Gaardbo loyst nógv torfør
mál hesi árini.
- Málsviðgerðin er effektivi
serað, umframt at fyrisitingin
er fingin í fasta legu, og
hetta hevur bøtt munandi um
tænastustøðið.
ALS hevur í hesum tíðar
skeiðnum eisini átikið sær at
umsita Barsilsskipanina.
-Áki-
Elisabeth Gaardbo hevur arbeitt
á ALS í 10 ár og verið stjóri í
gott seks ár og nú heldur hon,
at stundin er komin at royna
nýggjar leiðir