Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 125 - 3. juli 2006 Eyðun & Terji bjóða nýtt brak á Summarfestivalinum Tað vóru fleiri, ið hildu, at tann besta framførslan á Summar Festivalinum í fjør var tann, sum Eyðun & Terji høvdu í stóra festi­ valtjaldinum. Teir báðir popparnir vóru í stórformi og høvdu eina framúr góða framførslu. Eyðun & Terji verða við aftur á Summar Festivali­ num í ár, tí leygarkvøldið 5. august fara teir at spæla til dans í stóra tjaldinum á festivaløkinum. Fram­førsl­ an hjá Eyðun & Terja rundar festivalin av, tí teir fara sum seinasta navnið á pallin kl. 02.00. Perlurøð av sangum Eyðun Nolsøe og Terji Ras­ mussen teljast millum teir bestu føroysku sang­skriv­ ararnar nakrantíð. Báðir hava tað til felags, at teir skriva frálíkan tónleik, og so duga teir eisini framúr væl at syngja og spæla live. Teir hava skrivað sangir til sín sjálvs og bólkar sum Frændur, Føstufressar og Moirae, og eftir teir liggja perlur sum Mítt Land, Eros, Flýggi til tónleikin, 80'ini og nógvir aðrir framúr góðir sangir. Seinnu árini hava Eyðun & Terji spælt nógv saman, og á Summar Festivalinum í ár ber aftur til at hoyra teir live, og teir lova eitt ordans brak. List og handverk Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen vóru báðir við í Prix Føroyum í fjør, og har endaðu teir í miðdeplinum í einum kjaki um listarligt úttrykk mótvegis hand­ verkið. Handverkið hjá teimum er í topp, og teirra listaraliga úttrykk er nakað av tí besta og mest serstaka sum føroyingar eiga. Teir eru Eyðun Nolsøe og Terji Ramussen og eingin annar. Og teir kunnu hoyrast á Summar Festivalinum í ár. Í dag er annars seinasti møguleiki at keypa at­ gongumerki til Summar Festivalin, áðrenn prísurin á atgongumerkjum hækkar í morgin. Dygargott handverk og listarligt úttrykk ganga upp í eina hægri eind, tá ið Eyðun & Terji spæla saman. Hetta ber til at uppliva á Summar Festivalinum í ár, har Eyðun & Terji fara at spæla til dans leygarkvøldið. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen teljast millum teir bestu føroysku sangskrivararnar nakrantíð. Báðir hava tað til felags, at teir skriva frálíkan tónleik, og so duga teir eisini framúr væl at syngja og spæla live Boripallurin Stena Don á veg til Føroya Boripallurin, sum skal bora fyri Statoil-samtakið á føroyskum øki í summar, er nú á veg til Føroya. Pallurin verður væntandi í Føroyum leygardagin, tann 8. juli. Farið verður fyrst inn á Nólsoyarfjørð, har onkrar smávegis broytingar skulu gerast við m.a tólini umborð. Har verður pall­ur­ in liggjandi í einar 3 dagar, áðrenn leiðin verður løgd út á Brugduøkið, har borast skal. Pallurin kemur frá Heid­ run feltinum í Norra. Ætl­ anin var, at hann fyrst skuldi inn til Kristianssund, áðrenn hann kom til Før­ oya, men Statoil hevur avgjørt heldur at fáa pallin til Føroyar at gera hetta arbeiðið. Tað hevur alla tíðina lig­ ið í kortinum, at pallurin skuldi koma til Føroya tann 1. august, men tað hevur nú eydnast Statoil at fáa pallin nakað fyrr. Rúni M. Hansen, stjóri á Statoil sigur, at tey nú vænta at byrjað verður at bora longu tann 13. juli. Tað kemur at taka einar tríggjar mánaðir at bora brunnin. Sum skilst er hetta sera positivt fyri alla bori­ætl­ anina, tí at fáa ein pall at bora um okkara leiðir, tá farið er út í august mánað, er sera váðiligt. Eisini tí at talan er um eina spildur­ nýggja boriætlan, har tað fyri fyrstu ferð verður borað gjøgnum møguliga fleiri kilometrar av basalti. Tað kann gera, at boritíðin verður long, og tá komið er út í oktober og noveber, kann vera sera ilsligt á landgrunninum. Tað er tí ikki so løgið, at leiðslan í Statoil nú fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa pallin longu nú soleiðis at borurin kann setast í heilar tvær vikur, áðrenn uppruna­ liga ætlað. Sum blaðið skil­ ­ur er so gott sum allir undirveitararnir funnir, tó at spurningurin um trygg­ ing av boringini enn liggur eftir at avgreiða. Tað verður ein av fyrstu døgunum. Brugduboringin Jan Müller jan@sosialurin.fo Stena Don verður á Nólsoyarfirði leygardagin Atlantic Airways toppskorari Tað gjørdist føroyska flogfelagið Atlantic Airways, sum fekk flestu av flutnings­sátt­ málunum í sambandi við boringina á landgrunninum í summar. Tað var ein væl nøgdur og fegin stjóri í Atlantsflog, sum var við til aðalfundin hjá Oljutinginum í Havn herfyri. Á fundinum, sum varð hildin í Miðlahúsi­ num, upplýsti stjórin í Statoil, Rúni Hansen, at føroyska flogfelagið hevur fingið stóran part av flúgvingini í sambandi við boringina. Tyrluflutningin av olju­ fólki millum pall og land hava Atlantic Aairways og FaroeCopter fingið. Her hevur FaroeCopter fingið tann størra partin og At­ lantic tann minna. Orsøkin til at hesin sáttmáli verður býttur millum tvey feløg er tann, at einki av feløgunum megnaði at loysa henda partin einsamalt. Uppgávuna at taka sær av bjarging og trygd hevur Atlantic Airways fingið. Eisini flutningin av olju­ fólki millum Stavanger og Føroyar skal Atlantic Air­ ways standa fyri. Talan verður um at flúgva fýra ferðir um vikuna. Flogfelag Føroya hevur fingið sáttmálan, ið fevnir um arbeiðið at taka sær av fóllkunum, sum koma og fara um flogvøllin í Vágum í sambandi við boringina. Eisini eitt føroyskt felag hevur fingið sáttmála um handfaring av trygd og dálking. Tað er OSR á Tvøroyri. Brugduboringin Jan Müller jan@sosialurin.fo Tor Shipping skiftur eigara Virksemið hjá Tor Shipping umfatar, skipamekling, skiparakstur, skipumboðan og nakað av chartur. Tá ið talan er um skipa­ umboðan og skipaklare­ ringar, so hevur størsti vøksturin verðið í talinum av ferðamannaskipum . Hagtølini vísa, at í 1994 vóru 17 ferðamannaskip á Havnini við gott 6.000 ferðafólk- um, og í ár (2006) koma 43 skip á Havnina við 23.000 ferða­ fólkum . Tá royndarboringanar vóru fyri nøkrum árum síðani, umboðaðu vit fleiri av seismik- og off­shore­ skipunum/-feløgunum, og nakað av sama virksemi verður aftur í ár, sigur Tor­ leivur. Hann sigur, at tað er huga­ligt, at tey yngru taka við og hava áhuga fyri fakinum, tí tey síðstu 45 árini hava skip og ship­ pingvirksemi verðið hans­ ara lív burturav. Tey fyrstu 17 árini á sjónum , og síðani hina størru helvtina í shippingvirksemi frá landi av, og undrar hann seg samstundis yvir, at ikki fleiri føroyingar útbúgva seg innan shipping við tilknýti til skiparakstur, sum er ein áhugaverd vinna og sum annars altíð hevur verðið og er ein altjóða vinna, og sum í Norður­ londum er ein success, har handilsflotin er í stórari menning. Vinnulív Tíðindaskriv Føroysk olja á fleiri marknaðum Tað vakti ans, tá Atlan­­­tic Petroleum varð skrásett á ICEX virðisbræva­markn­ aðinum. Umframt at vera fyrsta ikki-íslendska fyri­ tøkan á marknaðinum, var Atlantic Petroleum eisini fyrstu oljuleitingarfelagið, sum er skrásett í Íslandi, og tí vóru summar røddir kanska nakað ivasamar um noteringina. Higartil hevur parta­ brævið tó skikkað sær sera væl, og herfyri varð Atlan­ tic Petroleum upptikið í sonevnda ICEX-15 bólkin. Tað eru tey 15 partabrøvini, sum til samans mynda leiðandi vísitalið fyri marknaðin. Nú hevur nevndin so tikið støðu til, at felagið skal skrásetast á einum marknaði umframt tí ís­ lendska. Í tíðindaskrivi verður sagt, at nevndin í løtuni umhugsar fleiri møgu­ leikar, men at avgerð enn ikki er tikin um, júst á hvørjum marknaði næsta noteringin skal gerast. Virðisbrøv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tíðindi