mánadagur 3. juli 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 125 - 3. juli 2006
Til sølu
Sp/f Áarvegur 14 við øllum ognum felagsins til sølu
um nóg høgt boð fæst.
Áhugað kunnu ringja 284601
ella 315278
Endurlýsing
av deildarleiðarastarvi á Familju
deildini á Føroya Barnaheimi
Vegna ov fáar umsóknir, verður deildarleiðarastarvið
á Familjudeildini endurlýst. Starvið verður leyst til
setan frá 1. oktober 2006 ella skjótast tilber.
Um Familjudeildina:
Á Familjudeildini arbeiða 7 starvsfólk í einum tvør
fakligum toymi, øll við viðkomandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðlað í at vera foreldur,
soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild.
Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir
og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum
sambandi meta um, hvør stuðul er best og mest
viðkomandi at veita familjuni framyvir.
Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið:
Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara,
ið hevur royndir við familjuarbeiði og sum somu
leiðis hevur leiðsluroyndir. Tað er umráðandi, at
viðkomandi hevur góð samstarvsevni og er til reiðar
at ganga fremst í tí fakliga arbeiðnum á deildini.
Harumframt hevur deildarleiðarin ábyrgdina av
og skipar samskiftið við barnaverndartænastur,
Almannastovuna, heilsusystrar, læknar, sálar
frøðingar, sosialráðgevarar, barnagarðar, skúlar,
sjúkrahús, viðgerðarstovnar o.s.fr.
Á Familjudeildini verður í løtini arbeitt við at
víðka og broyta virksemið á Familjudeildini og
skal deildarleiðarin somuleiðis standa á odda fyri
hesum arbeiði.
Útbúgving:
Hóskandi útbúgving krevst.
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 4.
august 2006.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steinsgøta 10
FO100 Tórshavn
Lærari til lektiucafé í
Tvøroyrar Kommunu
Sosiala deild á Tvøroyri søkir í samstarvi við
Tvøroyrar skúla eftir einum lærara 15 t./vikuna.
Lærarin kemur at arbeiða í eini lektiucafé, sum
skal stuðla børnum, ið hava brúk fyri eyka hjálp til
skúlaarbeiði í ymiskum fakum. Fyribils er starvið fyri
skúlaárið 2006/2007, og vit vænta at tú kanst byrja
í starvinum, umleið 14. august 2006.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við fjølbroytt
um avbjóðingum og rúm fyri nýhugsan og
møguleika fyri persónligari og fakligari menning.
Søkt verður eftir einum viskisfúsum lærara, sum
kann arbeiða sjálvstøðugt og kann taka ábyrgd,
sum hevur hugflog og er kreativ/ur og sum dámar
væl at arbeiða við børnum.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya
Lærarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Leiðaran á sosialu deild, Susanne Madsen á tlf.
229085.
Umsókn saman við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera sosialu deild á Tvøroyri í
hendi í seinasta lagi mánadagin 24. juli 2006.
Tvøroyrar Kommuna
Sosiala Deild
Postboks 80
FO800 Tvøroyri
Mrk. »Lektiucafé«.
Frítíðarskúlin í
Trongisvági søkir
leiðara
Frítíðarskúlin í Trongisvági er eitt tilboð til børn í 1.-2.
flokki. Í løtuni starvast umframt leiðaran 3 starvsfólk;
1 pedagogur, 1 hjálparfólk og 1 stuðul/hjálparfólk.
Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir umframt leiðslu
um bæði pedagogiskt arbeiði og administrativar
uppgávur.
Sum leiðari hevur tú ta dagligu ábyrgdina av
stovninum og skalt harafturat samstarva við aðrar
fakbólkar innan barnaøkið í relatión til §5 børn í
dagstovnalógini.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum
avbjóðingum og rúm fyri nýhugsan og møguleika
fyri bæði persónligari og fakligari menning.
Søkt verður eftir virkisfúsum persóni við útbúgving
sum pedagogur, sum kann arbeiða sjálvstøðugt og
kann taka ábyrgd, sum hevur hugflog og er kreativ/
ur og sum dámar væl at vera úti.
Starvið er 1 fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála
millum Føroya Peagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til leiðaran á sosialu deild, Susanne Madsen á tlf.
229085.
Umsókn saman við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera sosialu deild á Tvøroyri í
hendi í seinasta lagi mánadagin 24. juli 2006.
Tvøroyrar Kommuna
Sosiala Deild
Postboks 80
FO-800 Tvøroyri
Mrk. Leiðari til frítíðarskúlan.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in