Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juli 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 125 - 3. juli 2006 Heilsuskúli Føroya 800 Tvøroyri søkir eftir lærara 3/4 tíð ella, fulla tíð at byrja 1. september 2006 ella eftir avtalu. Starvið fatar um undirvísing av heilsunæmingum, fyrireiking og tilrættislegging í sambandi við undirvísing og at hava samábyrgd av at gera útbúgvingar- og undirvísingarætlanir og skipa fyri royndum. Tú skalt hava eina miðallanga framhaldsútbúgving, sum er viðkomandi fyri heilsuútbúgvingarnar t.d. sjúkrarøktarfrøðingur, fysio- ella ergoterapeutur, føðslu- ella húsarhaldsfrøðingur, skúlalærari e.l. Fyrimunur er, um tú hevur námsfrøðiliga ella aðra eftirútbúgving, skeið v.m. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv, har tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt. Undirvísingin er løgd til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir, í tøttum tvørfakligum samstarvi við lærararnar á skúlanum. Fleiri upplýsingar fáast við at vena sær til leiðaran á Heilsuskúlanum Susanne Høgh Olesen á tlf. 224855. Umsóknarfreistin er 24. juli 2006 og umsóknir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya att: Súsanna Mortensen, vararektara, Eirargarður 14 B, FO-100 Tórshavn Starvsfólk til Glæmuna í Tórshavn Glæman undir Bryggjubakka sóknast eftir starvsfólki, fyri fólk í barns­ burðarfarloyvi, frá 24. juli 2006 til 1. september 2007. Byrjanardagin kunnu vit flyta eitt sindur, um vit finna rætta persónin. Og møguliga kann talan gerast um fast starv, tá avloysarastarvið er liðugt. Glæman er deild hjá Teymavirkinum í Runavík, og tí partur av einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi. arbeiðStíðin verður 35­40 tímar um vikuna og roknast kann við at arbeiða annan hvønn leygardag. Vit Vænta, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. StarVið umfatar dagligu ábyrgdina í Glæmuni; at skipa arbeiðið og leggja uppsøkjandi sølu og onnur søluátøk til rættis. fyri rætta perSónin kann talan gerast um eitt avbjóðandi og spennandi starv, har tú sjálv/ur hevur stóra ávirkan á arbeiðsuppgávurnar. løn oG treytir annars sambært avtalu. umSókn skal verða Teymavirkinum, Boks 210, 620 Runavík, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. juli 2006. meiri fæst at vita við at venda sær til Maluna Nielsen, søluleiðara, á tlf. 473 000. teymaVirkið er einasta fyritøka í Føroyum, ið framleiðir línu, teymar og togverk. Teymavirkið í Runavík, Snørisvirkið í Klaksvík og Glæman í Tórs­ havn eru skipshandlar, har fiskireiðskapur, trygdarútgerð, arbeiðsklæði og frítíðarklæði eru at fáa. Teymavirkið hevur eisini deild við búnýti og gávum í Runavík. Í alt eru 30 fólk í starvi hjá samtakinum. Lýsið við brúktum bilum