mánadagur 3. juli 2006síða 46
Tekstur á síðuni
48
Nr. 125 - 3. juli 2006
Til Ísrael at íðka ítrótt
34 60 52
Skundflutningur
um allan heim
Spar 80,-
MEGA TILBOÐ
Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · Tel 319707 & 319929
9950
TILBOÐ
9950
TILBOÐ
Vanliga 179,50
Falck Brandbilur við pumpu
Falck Brandbilur við pumpu
26 ára gamli Jóhannus Mikkelsen av Skála fer um nakrar fáar dagar
saman við 16 øðrum føroyingum til Karmel í Ísrael at íðka ítrótt.
Tað er Heimamissiónin, sum skipar fyri ferðini undir heitinum
»Ítróttamissión«.
Á ferðini skal Jóhannus saman við øðrum arbeiða við ítrótti í einum kristligum
umhvørvi:
- Vit fara at skipa fyri spølum, venjingum og smáum kappingum. Vit skulu vitja eina
samkomu í kommununi í Karmel, sum júst hetta tíðarskeiðið skipar fyri einari legu fyri
børn og ung, sigur Jóhannus, ið vónar at ferðalagið fer at fáa nakrar góðar, gevandi og
hugnaligar dagar í Ísrael:
- Vit hava fyrireikað okkum dúgliga til ferðina. Eitt nú hava vit skipað fyri fleiri tiltøkum
fyri at skaffa pening til ferðaseðlarnar. Vit hava selt kjálkar, skipað fyri stuðulsrenning
o.s.fr. Tíbetur hava vit megnað at savnað nóg mikið, sigur Jóhannus at enda við einum
smíli.
Ferðalagið fer avstað 10. juli og kemur aftur til Føroya 6. august.
- horsdal