týsdagur 4. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 4. juli 2006
25
Summarfrí
Skrivstova felagsins er stongd í viku 30 frá 24. juli
til og við 28. juli 2006.
Telefonráðgevingin við løgfrøðing felagsins fer í
summarfrí tann 13. juli og byrjar aftur 17. august.
Føroya Arbeiðarafelag
Frá S & K felagnum
Vegna summarferiu, er skrivstova felagsins afturlatin
frá 12. juli til og við 31. juli, báðar dagar íroknaðar.
Við átrokandi boðum, ber til at ringja á tlf. 221015.
S & K felagið
Lønardeildin í Fíggjarmála
ráðnum søkir eftir løgfrøðingum
Størvini
Talan er um eitt fast starv sum fulltrúi og eitt starv sum barsilsavloysari í
einar 6 til 8 mánaðir.
Setanartreytir
Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um alt
Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og
hini stjórnarráðini.
Vit bjóða
• Arbeiði á høgum fakligum stigi við góðum møguleikum fyri persón-
ligari og fakligari menning
• Sjálvstøðugt starv, sum tú í stóran mun skapar sjálv/ur
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir saman við teimum
politisku myndugleikunum
• Starv, sum til tíðir er krevjandi, men samstundis áhugavert við
nógvum samskifti úteftir
• Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving
• Flex-tíð
Arbeiðið
• Arbeiðið fevnir millum annað um:
• Sáttmálasamráðingar
• Málsviðgerð
• Ráðgeving í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum
• At gera vegleiðingar og rundskriv um lønar- og setanarviðurskifti
• At tulka lógir, avtalur og tænastumannalóggávuna
• At rokna tænastumannaeftirlønir
Umsókn
Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Lønardeildin
Postboks 2039
165 Argir
Frestin at søkja er mánadagin tann 17. juli 2006.
Ætlanin er at seta størvini frá 7. august, men vit kunnu eisini bíða eftir
rætta umsøkjaranum, eins og vit eisini eru lagalig í aðra mátar.
Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til Snorra Fjallsbak, stjóra á Lønardeildini
á tlf. 35 22 00.
Fíggjarmálaráðið
Leiðari til cafeteria í
høllini í Trongisvági
Við tað at núverandi leiðari gevst við virkseminum
til 1. september í ár verður hervið søkt eftir nýggjum
leiðara at byrja 1. september 2006.
Møgulig áhugað kunnu venda sær til býráðs
skrivstovuna á tlf. 371085.
Tvøroyrar Kommuna
Tógvhandilin STIKKAN verður stongdur vegna
summarfrí frá 10. juli. Opið er aftur 31. juli.
Tógvhandilin STIKKAN
J. C. Svabosgøta 8
Tórshavn
Tlf. 309130 · www.stikkan.fo
Stongt vegna
summarfrí
lýsingar
Vanur útróðrar
maður
søkir bát at dríva í heyst.
Tlf. 212969 eftir kl. 18.00