týsdagur 4. juli 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skapið framtíðina saman við okkum...
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo
LEIÐ 410 / Klaksvík - Leirvík - Fuglafjørður
Nýggj bussleið
Leið 410
Nú er ein góður mánaði, til Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík.
Í døgunum 4. og 5. august verður stóri tónleikafestivalurin í Klaksvík, og
áhugin fyri festivalinum er størri enn nakrantíð.
Fyrireikingarnar til festivalin ganga væl, og Norðoya Kunningarstova
hevur ein fingur við í spælinum, tí Kunningarstovan hjálpir fólki við at fáa
pláss at gista. Aftur í ár eru plássini á gistingarhúsum og í summarhúsum
í Norðoyggjum rivin burtur, men framegis ber til at fáa pláss til tjald ella
campingvogn.
Norðoya Kunningarstova samskipar tilboðið til tey, sum vilja tjalda ella
búgva í campingvogni, og eitt serstakligt vælegnað og vakurt øki er sett av
til hetta úti í Grøv. Nógv hava longu biðið um pláss, men tað ber framvegis
til at sleppa framat.
Undanfarin ár hava nógv fólk siglt til Klaksvíkar í smábáti, og eisini í ár bjóðar
Klaksvíkar kommuna smábátum vælkomnum til bryggju. Umstøðurnar at
liggja við kai á vágni í Klaksvík eru sera góðar, og roknað verður við, at
nógvir smábátar koma á festivalin í ár.
Klaksvík fyrireikar
seg til festivalin
Nr. 126 - 4. juli 2006
30