Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2006 21 tíðindi – Tað er at tora, og síðani bara leypa útí tað! Soleiðis lýsir Jón­ leyg Bláhamar í Vestmanna hugsanina sum hon fekk, tá hon avgjørdi at lata upp mótahandilin Vest Móti ein junidag í 1984. Mótahandil Orð&mynd: Snorri Brend Vestmanna: Hetta var nak­ rar fáar dagar undan undan vestanstevnuni, og hon var, sum vera man sera spent upp móttøkuna frá fólki. Ein annar handil sum eis­ ini seldi klæðir var í Vest­ manna, men Jónleyg fekk beinanvegin at sanna at vestmenningum dámdu væl at ein slíkur mótahandil var komin í bygdina. – Tað var eingin ivi um, at teir fegnir vildu stuðla okkara handli, sigur Jón­ leyg. Handilin lat so dyrnar upp, og tað vardi ikki leingi fyrrenn fyrstu kundarnir byrjaðu at koma inn. Røðin av bilum stóð langar leiðir báðumegin handilin. Hetta kom rættiliga óvart á Jónleyg. Tí, sum hon sigur: – Tá stevnan var liðug, var handilin nærum tømdur fyri vørur. Tað hevði eg als ikki væntað. – Her var næstan einki eftir, minnist hon aftur á henda minniliga dagin. Síðani tá hevur handilin verið opin allatíðina. Og Jónleyg kann framvegis staðfesta at fólkið í bygdini hevur tikið – og framvegis tekur – væl ímóti vørunum, sum hon hevur til sølu. Bíleggja saman Tá Jónleyg byrjaði handilin var tað í roynd og veru í samstarvi við tveir aðrar handlar. Í fyrsta lagi var talan um, at handilin helt til í sama bygningi har systir hennara hevði handil. Hon hevði handilin Vest Video, meðan Jónleyg hevði Vest Móta. Samstundis við upplat­ ingina av Vest Móta í Vest­ manna byrjaði Klædnabúðin við Brynju Trondesen í Skálavík við klæðum av somu merkjum. Tað kom seg soleiðis, at tær báðar høvdu fing­ ið sama hugskot og fóru tí á klædnamessu í Bella­ centrinum í Keypmanna­ havn um várið hetta árið. Tær komu at búgva í sama húsi, og soleiðis byrjaði eitt samstarv sum enn varir við. Við hesum samstarvinum bíleggja tær vørur inn sam­an, og kunnu soleiðis hava eitt størri úrval av mótavørum, um tær skuldu bílagt tær einsamallar. Ikki gloymd Ein partur av hesum sam­ starvinum millum Jónleyg og Brynju er at tær eisini fara á klædnamessur sam­ an. Her hava tær bestu at­gongd til tey merkini, sum eru nógv frammi í dag – t.d. Vero Moda, Ze-Ze, Zhenzi, Sisters Point og Mongul. Eitt er sjálvandi at hava stórt úrval av teim nýggjastu mótavørunum. Eitt annað er at fáa kundan at fáa eyga á tær. – Vit hava altíð gjørt nógv burtur úr at lýsa við vørum okkara. Eg haldi eisini, at tað veruliga hevur givið úrslit. – Fólk vita í dag, at vit eru til. Vit eru ikki gloymdar, sigur Jónleyg. Stutt sagt Mótaklæðir í eyst og vest Kundar kring alt landið Onkur vil kanska halda, at Vestmanna er vorðin ein útjaðari. Men hesum er Jónleyg ikki samd í. Áðrenn Vágatunnilin hendi tað ofta, at fólk kom á gátt at hyggja eftir úrvalinum, meðan tey bíðaðu eftir ferjuni til Oyrargjáar. Men í dag er øðrvísi. – Í dag er ikki óvanligt at ein bilur úr Vágum kann steðga uttanfyri, og inn koma einar 3-4 konur. – Hesar eru ikki bert komnar at hyggja eftir vørum, men at keypa, sigur Jónleyg, sum dámar væl slíkar kundar. Annars eru kundar úr øllum landinum. Serliga vest­ menningar hava verið góðir stuðlar hjá Vest Móta, men fólk úr Vágum, Kollafirði, Kvívík og sjálvt úr Suðuroynni teljast eisini millum teirra, sum ganga í klæðum frá handlinum hjá Jónleyg. Dystir í hópatali Hondbóltur: Ein av teimum ítróttar­grein­ unum sum man hava gjørt vestmenningar mest kendar her á landi er hondbólturin. Henda ítróttagreinin eigur sjálvandi sín natúr­ liga leiklut á Fjarða­ stevnuni. Í roynd og veru verða fyrstu dystirnir longu spældir í kvøld. Byrjað verður við einum dysti kl. 14 í dag, tá dreingir 14 A hjá VÍF og H71 hittast til dyst. Eftir teir spæla dreingir 16 ár hjá somu feløgum, og soleiðis verður hildið á til út á kvøldið. Tann mest spennandi dysturin verður uttan iva dysturin leygarkvøldið kl. 19:30, tá bestu mans­ liðini hjá VÍF og Kyndli spæla móti hvørjum øðr­ um. Hetta er í fyrsta lagi ein steypadystur, men í øðrum lagi ein dystur sum vestmenningar vilja gera alt fyri at vinna. Eydnan var líkasum ikki við teimum seinasta vetur, tá teir í roynd og veru hvørki vunnu FM- heiti ella steypakapping. Ein sigur á havnar­lið­ num hevði helst ikki verið ringasta byrjanin uppá kappingina kom­ andi vetur! sb. Okkurt til børnini Undirhald: Ein stevna sum henda skal sjálvandi hava nakað til allar ald­ ursbólkar. Vestmanna Ítróttar­ fe­lag hevur tí skipað soleiðis fyri, at børnini fáa okkurt at fara til. Kl. 19 leygarkvøldið verður nevniliga eitt stórt tiltak við undirhaldi fyri børn­ un­um. Hetta tiltakið er sett á skránna hetta kvøldið, tá einki annað størri tiltak er. Her verður gott undir­ hald við Meylu og Knøtti, eins og høvið verður at fáa andlitini málað. Magni Christiansen fer somuleiðis at syngja nakrar av kendu barna­ sang­unum. Eitt líknandi tiltak sum hetta var á seinastu stevnuni fyri tveimum árum síðani. Hetta varð sera væl undirtikið, og tí er tað sett aftur á skránna hesaferð. sb. Kundarnir hjá Jónleyg eru úr øllum landinum, men tað eru serliga vestmenningar sum vitja Jonleyg hevur eitt breitt úrval av vørum. Vørurnar verða bílagdar saman við Klædnabúðini í Skálavík