Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 128 - 6. juli 2006 tíðindi – Hetta er ein deiligur hylur, siga teir tríggir vinmenninir, Hans, Sveinur og Hans Martin Dreingir Orð&mynd: Snorri Brend Vestmanna: Tá veðrið er til vildar og hugurin er til tess, plaga dreingirnir í Vestmanna at leita sær niðan í tann stóra hylin í Fossá. Hetta er eitt sera væl um­tókt spælistað hjá teim­ um, og her fáa teir mangar løtur at ganga. Serliga tá báturin er við. Tað var júst tað sum var á skránni seinnapartin mánadagin, tá hesir tríggir sjey ára gomlu dreingirnir vóru farnir niðan í hylin at hugna sær eina løtu. Teir skiftust um at vera í bátinum, og tá teir komu at landi aftur fingu teir okkurt góðgæti frá tí eina pápanum, sum var við henda dagin. – Vit plaga altíð at hava onkran vaksnan við, siga teir tríggir – Sveinur Joensen, Hans Benadiktsson og Hans Martin Esberg Poulsen. Bátin teir høvdu við sær henda dagin átti Hans Martin. Tíverri var ein ár brotin, so í dag fingu teir ikki gjørt tað sum teir so mangan plaga: At rógva kapp. – Vit rógva herfrá og yvir har, og so aftur. Tann sum rør skjótast, hann hevur vunnið. – Men tað er tíbetur ikki altíð tann sami sum vinnur, greiðir Sveinur frá. Rógva kapp í hylinum Borgarstjórin byrjar stevnuna Setanin: Allar stevnur skulu setast, og tað verður Fjarðastevnan sjálvandi eisini. Hetta hendir leygardagin kl. 13, tá Karl Olsen, borgarstjóri fer at seta stevnuna við Undirhúsið. Við hetta høvið fara ítróttarfólk úr VÍF at ganga skrúðgongu úr skúlanum og oman á bryggjuna. Við hesa setanina fer Vestmanna Sangkór at seta sín dám á við sangi sínum. sb. Vestmenningar framføra tónleik Konsert: Tónleikalívið hevur altíð verið ríkt í Vestmanna. Og sunnudagin verður høvið at hoyra tveir at lokalu og kendu sangarunum royna seg á palli. Kl. 16 verður nevniliga ein gospel og country-konsert í ítróttarhøllini, har Magni Christiansen og Martin Joensen fara á pall við bólkum sínum. Teir hava roynt hetta mangar ferðir áður. Og tí er lítil ivi um, at áhoyrarunum stendur góður tónleikur í boði hesa løtuna. sb. Felagssangur og røða Fundur: Um midnáttarleitið leygarkvøldið verður stórt fýrverkarí sum kommunan skipar fyri. Hetta hendir í samband við midnáttartiltakið, har Bjørn á Heygum fer at halda røðu. Tiltakið byrjar kl. 23 við felagssangi á Torginum. Hesum tiltaki skipar Vestmanna Sangkór fyri. Tá fólk hava sungið í ein góðan hálvan tíma verður midnáttarrøðan og aftaná verður tað stóra fýrverkið. sb. Hans Martin (vm.) og Hans eru farnir í bátin, meðan Sveinur stendur á landi. Skjótt sleppur hann eisini at rógva