hósdagur 6. juli 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 128 - 6. juli 2006
tíðindi
Í meiri enn
30 ár hevur
vestmenningurin
Heri Olsen verið
blindur.
Hann hevur tó ikki
sitið fyri einki,
men rekur felagið
Fløttislið, hvørs
endamál er at
framleiða goggar og
bustir til línubátar.
Blindur
Snorri Brend
Vestmanna: - Nei, eg tími
ikki at fjasast við teldur. Eg
eri eg tí gamla skúlanum,
har ein ikki kendi til teldur
og slíkt!
Heri Olsen situr so
trúfastur og arbeiðir við
framleiðsluni av bustum til
línuflotan. Hann hevur fe-
lagið Fløttislið, og er íðin
eftir at fáa so nógv frá hond
hvønn einasta dag.
Amboðini til framleiðslu
av bustunum eru snikkaðar
til hansara tørv og nýtslu,
og her fær hann tíðina at
ganga.
Hann hevur latið seg í
handskan, hevur fingið
sær klútin um lærið og fer
undir enn eina bust. Eina av
teimum 60 bustunum, hann
fær frá hond um vikuna.
Hann er ikki meiri enn
farin til verka, nú ringir
telefonin. Hóast teldan
kundi verið eitt hent am-
boð hjá honum, leggur
hann ikki so nógv í hana.
Samband fær hann kortini
við tey, sum ynskja tað.
Telefonin ringir eina
løtu. Hóast hann er blin-
dur, fær hann beinanvegin
at vita, hvør tað er sum
ringir: Telefonin hevur
ein talandi nummarvísara,
sum á donskum máli sigur
nummarið á tí, sum ringt
hevur til hansara.
“To-to-fem” og so fram-
vegis ljóðar úr telefonini.
- Hetta er sonurin, greiðir
hann frá.
Onkur vil halda at ein
blindur maður hevur eitt
einsligt lív. Men tað kann
ikki sigast um Hera í Vest-
manna.
Áðrenn tað
endaði galið ...
Hóast Heri er blindur, so
var tað kortini ein tíð í hans
lívi har hann sá eins og øll
onnur. Í roynd og veru var
hann miðskeiðis í 20’unum
tá hann merkti at sjónini
var farið at bila.
- Eg var til skips um hetta
mundið við Vestfinni. Eg
var 25 ára gamal, og legði
tá til merkis at eg ikki sá
so væl at arbeiða, greiðir
Heri frá.
Hann byrjaði so líðandi
at leggja merki til, at tá
hann kom inn av dekkinum
tyktist alt at vera myrkt. Og
tá hann fór út á dekkið varð
alt so ovurhonds ljóst.
Her var ikki annað at
gera hjá honum enn at fa-
ra í land. Við sorg í sinni
mátti hann siga sjólívinum
farvæl.
- Eg fekk so arbeiði á
fiskavirkinum, men tað
gekk heldur ikki. Sjónin
var vorðin alt ov veik, sigur
Heri.
Her gjørdist ikki annað
enn at fara til hús aftur.
At arbeiða bar snøgt sagt
ikki til orsakað av hesum
brekinum.
Seinni fór hann so eitt
stutt skifti á Blindeinstitut-
tet í Keypmannahavn.
- Í dag síggi eg als einki.
Eg eri tí glaður um, at eg
fekk konu og børn, og fekk
bygt egin hús, áðrenn tað
endaði galið, sigur Heri.
Abbi er blindur!
At gerast blindur er jú
rættiliga hemmandi og
avmarkandi fyri ein mann
í besta vinnuføra aldri.
Hvussu var at gerast blin-
dur?
- Tað var ein hørð tíð,
skal eg siga tær. Um eg
ikki hevði havt konuna,
hevði verið trupult at koma
uppaftur.
- Jú, hetta var hart, tí hvør
skuldi nú gera hetta ymiska
við húsið?, sigur Heri.
Tað var eins og hann
ikki føldi seg nóg góðan,
tá hann hvørki fekk havt
eitt vinnuligt arbeiði ella
fekk gjørt nakað heima, til
dømis við viðlíkahaldi av
húsunum og øðrum.
Ein stór gleði fyri hann
hevur verið at uppliva tað at
gerast abbi. Og, sum hann
sigur:
- Fyri abbabørnini er tað
bara ein sjálvfylgja at abbi
teirra er blindur!
Úr at gera
Heri hevur í dag rokkið
teimum 60 árunum, men
situr kortini ikki hendur
í favn í heimi sínum í
Vestmanna. Langt frá tí.
- Nei, eg havi ikki tíð
at sita fyri einki. Eg havi
næstan ov nógv at gera,
sigur hann.
Tað hann fær tíðina at
ganga við er at gera tær
sera væl umtóktu bustirnar
til tann føroyska línuflotan.
Her er talan um sergjørdar
bustir, hvørs endamál er at
reinsa línuna, tá bátarnir
taka línuna inn. Við bustini
verður tað gamla agnið lætt
og einfalt tikið av, áðrenn
línan kemur umborð aftur.
Hetta arbeiðið byrjaði í
smáum, men í dag er støðan
hon, at so at siga allir teir
føroysku línubátarnir hava
eina bust sum er framleidd
av Hera í Vestmanna.
Vanliga klárar hann at
gera einar 10-12 bustir um
dagin, men tað er ikki altíð
at hann megnar at nøkta
eftirspurningin.
- Tja, 200 teirra skuldu
vera klárar at lata út av
húsinum nú. Men tað verður
so skjótt sum eg eri liðugur
við tær, sigur hann, meðan
hann kýtir seg við at fáa tær
seinastu bustirnar lidnar.
Tað er kortini ikki bert
bustir, sum verða fram-
leiddar av hesum blinda
60 ára gamla og fryntliga
manninum. Hann hevur
møguleika fyri skiftingum
í arbeiði sínum, tí goggar
ella kleppar verða eisini
framleiddir á sama staði,
enntá í trimum ymiskum
støddum.
- Hesir klepparnir eru
eisini sera væl umtóktir
umborð á bátunum, greiðir
Heri frá.
- Havi ikki tíð at sita fyri einki
- Als ikki gloymdur
Alt tað sum Heri ger fyri felagið Fløttislið verður
gjørt í kjallara hansara.
Her hevur hann innrættað sær eitt rúm við teim
amboðunum, ið neyðug eru í framleiðsluni. Her
veit hann við fáum centimetrar skeivleika hvar øll
amboðini standa.
- Tey standa júst har, sum eg vil hava tey, sigur
hann.
Hann fer vanliga til arbeiðis, tá klokkan er farin at
nærkast hálvgum átta, og kann gott sita her til langt
út á kvøldi, um nógv er at gera.
Hann hevur tvey útvarp standandi í arbeiðsrúmi
sínum. Annað stendur fast á Lindini, meðan hann
við hinum skifti millum Útvarp Føroya og Rás 2.
Ofta koma eisini vinir inn at vitja, og tá fáa teir
altíð eitt gott prát saman.
- Nei, hóast eg eri blindur og siti herinni og
arbeiði, so eri eg ikki gloymdur av fólki, greiðir
Heri frá.
Heri hevur úr at gera við
framleiðslu síni av bustum og
goggum. So nógv, at hann hevur
ikki tíð at sita fyri einki
Hóast ein er blindur kann ein vera partur av gerandisdegnum.
Telefonin hevur ein talandi nummarvísara. Skal hann vita hvat
klokkan er, trystir hann á ein knøtt á urinum á bringuni, og
beinanvegin ljóðar ein svensk rødd – femton-femti-og-ett!