sunnudagur 9. juli 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 7. juli 2006
39
Til sølu
Sp/f Áarvegur 14 við øllum ognum felagsins til sølu
um nóg høgt boð fæst.
Áhugað kunnu ringja 284601
ella 315278
Starvsfólk til
fíggjardeildina
Á fíggjardeildini á Landssjúkrahúsinum er eitt
avloysarastarv sum roknskaparfólk leyst at søkja til
setan frá 21. august 2006 og fyribils til og við februar
2007. Møguleiki er fyri eini leingjan.
Starvið umfatar alt vanligt bókhaldsarbeiði.
Kunnleiki til FSL-skipanina og royndir frá
bókhaldsarbeiði er ein fyrimunur.
Lønar og setanartreytir smb. sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Inga Mittún Jacobsen, fyrisitingarleiðara, tlf. 304586
ella á imj@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 21. juli 2006 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Søkt verður eftir
varaleiðara
til Útibarnagarðin í Miðvági
Miðvágs kommuna søkir eftir varaleiðara til
Útibarnagarðin í Miðvági at byrja 1. september
ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at
seta dám á stovnin.
Vit vænta at tú:
• ert útbúgvin pedagogur
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemið á einum
dagstovni
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum
• hevur hug, hegni og ikki minst hugflog at
arbeiða við børnum
• dámar at vera úti og tekur náttúruna sum ein
týðandi og sjálvsagdan part í arbeiðinum
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar
og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og
uttanhýsis.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgv-
ing og royndum skal vera Útibarnagarðinum
í hendi í seinasta lagi 1. august 2006. Merk
brævbjálvan »umsókn«.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf.
223429 ella 333738.
Í Útibarnagarðinum eru 4 barnagarðsstovur við tilsamans 60
børnum í aldrinum 3-5 ár og 14 starvsfólkum.
lýsingar
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in