Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 131 - 11. juli 2006 Lena Anderssen er boðin at luttaka á tí stóra Sopot- festivalinum, sum verður í Póllandi í september TÓNLEIKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Ein av Føroya fremstu song­ fuglum, Lena Anderssen, er seinastu árini vorðin ein av okkara kendastu tónleikaambassadørum utt­ an­lands, og serliga seinastu árini hava vindarnir borið hennara flog víða. Eftir m.a. at gjørt upptøk­ ur í Abbey Road í London fyrr í ár, gongur leiðin fyrsta vikuskifti í september til tann stóra Sopot-festivalin í Póllandi. Festivalurin bleiv fyrstu árini fyriskipaður av polska ríkissjónvarpinum, Telewizja Polska ella TVP, men nú hevur tann privata støðin TVN yvirtikið festi­ valin. Lena er boðin at koma hagar, eftir at sjón­varps­ støðin vendi sær til um­boðs­ mannin hjá Lenu. Sopot-festivalurin hevur gott orð á sær, og sæst hetta eisini á nøvnunum á teimum mongu tónleikarunum, sum hava sungið spælt har, síðani festivalurin byrjaði í 1961. Á festivalum kunnu nøvnini sjálvandi vera misjøvn, men úr rúgv­ uni kunnu millum onnur nevnast Johnny Cash, The Tempations, Paul Young, Chuck Berry, Annie Lennox, Ricky Mart­in, Whit­ney Houston, Lio­nel Richie, The Corrs, Bryan Adams og Charles Azna­ vour. Ta fyrstu tíðina í seksti­ árunum varð festivalurin skip­aður sum ein sang­ kapp­ing og bleiv tí ofta samanborin við Eurovision Song Contest. Seinni broyttist festival­ urin eitt sindur, og síðani sjeytiárini hevur hann verið ein av teimum fremstu í Eysturevropu, og av tí at ein sjónvarpsstøð er við í fyrireikingunum, verður til­ far frá festivalinum varpað út til eina milliónastóra áhoyrarafjøld. Tað er kortini ikki bara í Póllandi at Lena verður at hoyra í ár. Hon skal nevniliga eisini syngja á Summarfestivalinum í Klaks­vík í ár. tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Á Sopot-festivalurin hava so kend nøvn luttikið sum Johnny Cash, The Tempations, Paul Young, Chuck Berry, Annie Lennox, Ricky Martin, Whitney Houston, Lionel Richie, The Corrs, Bryan Adams og Charles Aznavour Lena syngja á stórum festivali í Póllandi K R E A . F O . TEL 47 80 80 Frá 17. juli til 11. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verða tiknar: Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl. 13 Frá mánadegi 14. august verður opið aftur sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15. Sí annars www.almannastovan.fo Avgreiðslutíðir í summar www.almannastovan.fo Pólskt sjónvarp hevur boðið Lenu at koma á tann stóra Sopot-fetsivalin í ár Stiðjagøta 10 • Boks 1008 • FO- 110 Tórshavn Telefon 35 38 97 • Fax: 35 38 98 jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo • www.weihe.fo Blómustampar einans 250,-