týsdagur 11. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 11. juli 2006
5
tíðindi
– Krevja føroyingar
broytingar, krevja
íslendingar eisini
broytingar og tað
kann raka føroyingar
nokk so hart,
heldur formaðurin í
Reiðarafelagnum
Fiskiskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava roynt ár um
ár, men íslendingar hava
hvørki verið til at høgt ella
stungið í.
Jákup Sólstein er ikki heilt
nøgdur við ávísar partar
í tí fiskivinnusamstarvi,
føroyingar
hava
við
íslendingar.
Sostatt er formaðurin í
Reiðarafelagnum samdur
við Atla Hansen, reiðara,
Hendrik Old, formanni í
vinnunevndini og Johan
Dahl, løgtingsmanni tá
ið teir í Sosialinum í gjár
hildu, at tað er neyðugt at
broyta fiskiveiðisamstarvið
ímillum Føroyar og Ísland.
Men
Jákup
Sólstein
staðfestir samstundis, at
nógv av tí, sum Atli Hansen
og teir nevna í Sosialinum
í gjár, er ein misskiljing, tí
trupulleikin í samstarvinum
við íslendingar er ein heilt
annar enn tann, sum teir
føra fram.
Tola ikki so stórt trýst
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdu
føroyingar
og
íslendingar eina serliga
avtalu um, at vit kunnu frítt
fiska svartkjaft inni hjá
hvørjum øðrum.
Men í Sosialinum í gjár
hildu reiðarar og politikarar,
at íslendingar hava so stór
an fyrimun av hesi avtaluni,
at hon má broytast.
Og tað heldur formaðurin
í Reiðarafelagnum eisini.
Men hon skal broytast av
heilt øðrum orsøkum enn
teimum, sum verða nevnd
ar í Sosialinum í gjár.
Hann staðfestir nevniliga,
at tað er neyðugt at gera
nakrar rættleiðingar til
tað, sum Atli Hansen og
Johan Dahl føra fram í
Sosialinum.
– Fyri tað fyrsta er tað
heilt burturvið at brúka
2006 sum dømi um, hvussu
stóran fyrimun íslendingar
hava.
Ìslendingar
hava
longu
fiskað
at
kalla
tað, sum teir ætla sær at
fiska undir Føroyum av
svartkjafti í ár, men okkara
fiskiskapur undir Íslandi
er valla byrjaður enn, so
tað gevur eina heilt skeiva
mynd av støðuni.
Hinvegin leggur hann
eisini dent á, at í hesum
føri er heldur ikki talan um,
at vit geva íslendingum
eina svartkjaftakvotu upp á
200.000 tons.
– Tað, sum hendan svart
kjaftaavtalan snýr seg um,
er, at føroyingar og íslend
ingar kunnu frítt fiska svart
kjaft inni hjá hvørjum øðr
um av teirri kvotu, sum
londini bæði annars hava av
svartkjafti.
Og í ár er støðan altso
tann, at higartil í ár hava
íslendingar hava fiskað
200.000
tons
undir
Føroyum.
– Tí er tað rætt, at broyta
avtaluna, tí so stórt trýst
tola vit ikki, sigur Jàkup
Sólstein.
Akkurát hvussu broyt
ingin skal vera, hevur hann
ikki gjørt sær greitt.
– Men tað verður neyðugt
at áseta eitt hámark fyri,
hvussu nógv tons, vit kunnu
fiska inni hjá hvørjum øðr
um av svartkjafti.
Hansara
boð
er,
at
íslendingar eiga ikki at fáa
loyvi at fiska meiri enn
í mesta lagi eini 100.000
tons av svartkjafti undir
Føroyum og so kundu vit
fiska áleið tað sama undir
Íslandi.
– Eitt slíkt býti kundi
verið
hóskandi,
heldur
Jákup Sólstein.
– Sum støðan er nú, er
alt ov nógv virksemi undir
Føroyum og tí kundu vit
hugsa okkum at avtalan við
íslendingar varð broytt, so
at betri javnvág varð í.
Hann vísir á, at Føroya
økið er ov lítið til, at tað er
pláss fyri, at íslendingar
fiska 200.000 tons av
svartkjafti í økinum, sam
stundis, sum vit eisini hava
avtalur við Russland og
ES um at fiska svartkjaft
undir Føroyum, umframt
at okkara egnu skip eisini
skulu framat.
Alt annað enn lætt
Men samstundis ásann
ar formaðurin í Reiðara
felagnum, at tað verður alt
annað enn lætt at pilka við
avtaluna.
– Føroyingar hava ferð
eftir ferð roynt at fáa
broytingar. Men her hava
íslendingar ikki verið til at
vika. Teir hava tvørturímóti
hótt við, at skal hendan
avtalan broytast, verður
eisini neyðugt at broyta
aðrar
fiskiveiðiavtalur
ímillum londini bæði.
Her sipa teir til botn
fiskakvotuna, sum vit hava
undir Íslandi.
Og
hana
vil
Jákup
Sólstein ikki missa.
Tí er hann ikki við
upp á at skerja íslendsku
svartkjaftafiskiskapin undir
Føroyum, vissi tað skal
raka okkara botnfiskakvotu
undir Íslandi.
– Tað vildi verið skeivt,
tí tað hevði rakt okkum
nokk so hart, leggur hann
afturat.
– Men vit eiga áhaldandi
at føra skilagóðar orsøkir
fram fyri at sannføra
íslendingar um, at tað er
ikki rímiligt, at teir fiska so
nógvan svartkjaft inni hjá
okkum.
Hinvegin sigur Jákup
Sólstein, at vit eiga heldur
ikki at gloyma, at tað
hevur eisini týdning fyri
føroyingar at hava rætt at
fiska
svartkjaft
undir
Íslandi.
Hann staðfestir eisini,
at tað er skeivt, tá ið tað
verður sagt, at føroysk
uppisjóvarskip,
sum
royna undir Íslandi, hava
ikki loyvi at virka fiskin
umborð.
– Tað er bara galdandi
fyri lodnu. Annars kunnu
vit virka svartkjaft og allan
annan fisk umborð, eins og
vit kunnu avreiða, akkurát,
har vit vilja.
Í hesum sambandi vís
ir formaðurin í Reiðara
felagnum á, at Atlantic
Navigator, fiskar undir
Íslandi og virkar fiskin
umborð.
Í Sosialinum í gjár varð víst á, at higartil í ár hava
íslendingar fiskað 200.000 tons av svartkjafti undir
Føroyum, men vit hava valla fiskað ein stert undir
Íslandi.
– Tí má eitt javnari býti fáast og føroyingar eiga at
fáa betri sømdir frá íslendingum, halda reiðarar og
politikarar.
Teir vísa eisini á ein annan skeivleika og tað
er, at føroyingar kunnu ikki fiska lodnu og annan
uppisjóvarfisk undir Íslandi og avreiða til virkingar
í Føroyum. Ei heldur kunnu okkara framleiðsluskip
fiska uppisjóvarfisk undir Ìslandi virka fiskin umborð
til matna og harvið økja um veiðuvirðið.
Hinvegin hava íslendingar hesi seinastu árini fingið
sær fleiri verksmiðjutrolarar til uppisjóvarfisk og teir
kunnu fiska undir Føroyum og virka fiskin umborð
til matna,
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, sigur,
at hetta eru misskiljingar, tí tað er als ikki her, at
trupulleikin er.
FAKTA
Í dag fær Føroya
Ríðingarfelag eina
høll, sum stendur
altjóða mát og tað
verður ein heilt onnur
verð hjá teimum, sum
hava ross
Rossahald
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinnapartin í dag verður
ein stór løta hjá øllum, sum
hava áhuga fyri rossum.
Tí í dag er loksins dagurin
komin, tá ið ríðihøllin í
Havnardali verður reist.
Tað er Føroya Ríðingar
felag, sum hevur tikið hetta
stigið. Hetta er ein ætlan,
sum felagið hevur arbeitt
við seinastu trý árini og tí
verður tað ein stórur dagur,
nú høllin kann takast í
brúk.
– Hetta er eitt ógvuliga
stórt framstig fyri føroyska
ríðing, tí vit hava longst
illa eftir at fáa eina høll,
sigur
Hans
Vilhelm
Lützen, formaður í Føroya
Ríðingarfelag.
Hann sigur, at hetta fer
at geva teimum heilt aðrar
møguleikar.
Høllin er stór, hon er
60 x 27 metrar, ella 1620
fermetrar til støddar og
sostatt stendur hon altjóða
mát.
Talan er um eina høll, sum
hevur staðið á bryggjuni í
Havn, men sum varð boðin
út fyri einum trimum árum
síðani.
Tað endaði við, at Føroya
Ríðingarfelag fekk høllina
og síðani hevur verið bíðað
eftir at umstøður skuldi vera
at reisa hana í Havnardali.
Ímeðan hava tey grivið út
og slættað eitt stykkið upp
á 6000 fermetrar, umframt
at fjós eru bygd tætt við og
nú er høllin reist.
Hans Vilhelm Lützen
sigur, at nú høllin er komin,
verða heilt aðrir møguleikar
at ríða og venja ross.
– Nú kunnu vit ríða og
venja ross innandura tá ið
veðrið ikki er til vildar so
tað er ein stórur fyrimunur.
Av
tí
at
venjingar
møguleikarnir koma upp á
eitt heilt annað støðið, fer
tað eisini at geva teimum
munandi betri møguleikar
at vera við í kappingum.
Men tað ber eisini til at
hava onnur tiltøk í høllini,
eitt nú neytasýningar, seyða
sýningar, ella hvat tað kann
vera av slíkum slagi.
Tilsamans er talan um
eina íløgu upp á fimm
milliónir. Í løtuni eru 400
limir í Føroya Ríðingarfelag
og úti í Havnardali er nú
pláss fyri 150 rossum.
Annars eru eini 220 ross í
Havn.
Misskilja avtalu ímillum
føroyingar og íslendingar
– Vit eiga at royna at broyta býtið ímillum føroyingar og
íslendingar, hóast tað verður alt annað enn lætt, heldur Jákup
Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum
Ein heilt onnur verð hjá rossafólki í Havn
Hans Vilhelm Lützen, formaður í Føroya Ríðingarfelag fegnast
um, at tað nú loksins er eydnast at fáa fáa ríðihøllina í Havnardali
upp, tí hetta fer at geva teimum heilt aðrar møguleikar