Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 132 - 12. juli 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tíðindaskriv Jarðfeingi gav í gjár Stat­ oil, sum fyristøðufelag í loyvi 006, góðkenning at fara undir leitiboring á land­ grunninum. Pallurin Stena Don, sum skal bora brunnin hjá Statoil samtakinum, byrjar at bora í kvøld. Statoil samtakið hevur loyvi nummar 006, ið fevn­ ir um eitt øki, sum ligg­ ur á basaltøkinum í ein landssynning úr Føroyum. Brunnurin verður boraður á Brugdan-leitimiðnum á 61° 16’ 42.56’’N og 04° 55’59.96’’ V. Havdýpið á staðnum er 478 metrar. Boringin er mett at taka út við 3 mánaðir. Statoil er fyristøðufelag í samtakinum, ið umframt Statoil fevnir um DONG, Anadarko, Enterprise Oil (Shell), Amerada Hess, BG Group, Føroya Kolvetni og Atlantic Petroleum. Avtala um brunnin kom í lag í heyst, tá lands­stýr­ ismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, skrivaði undir avtalu um at flyta boriskyldurnar frá loyvi 001 og loyvi 003 til ein leitibrunn í loyvi 006.  Umframt boringina í summar verður ein brunnur boraður næsta summar í loyvi 007 og ein í loyvi 005 í 2008. Boringarnar eru antin partur av arbeiðsskyldunum frá fyrsta loyvisumfari ella avtalaðar sum úrslit av tí arbeiði, ið er gjørt í sambandi við fyrsta umfar. Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í vinnumálum, sigur, at tað er ein spennandi boring, sum nú byrjar. “Eg vóni, at rakt verður við kolvetni, men vit mugu samstundis minnast til, at hetta er ein váðin boring og tann fyrsta av sínum slag gjøgnum tjúkkar basaltfláir. Boringin fer at geva okkum nýggja vitan um jarðfrøðina undir basaltinum, og hend­ an vitan fer at verða ein týdningarmikil liður í fram­­tíðar oljuleiting á land­ grunn­inum.” Alt komið uppá pláss: Seta á Brugduna í kvøld Her liggur Stena Don á Brugdumiðinum, sum eisini er kend svartklalvaleið á Suðuroyarbankanum. Hvat man skiparasonurin tonkja uppá, olju ella svartkalva? Kanska hann ynskir bæði... Myndin er tikin umborð á Steintór Stena Don tíðliga mánamorgunin, áðrenn hann legði leiðina til havs aftur Mynd Árni Joensen