mikudagur 12. juli 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 132 - 12. juli 2006
20 tons bátur
við fiskiloyvi til sølu um hóskandi boð fæst.
Tlf. 580142
Starvsfólk til
kaffistovuna
í Føroyahúsinum
Kaffistovan í Føroyahúsinum er miðdepilin í
húsinum, hagar fólk koma at hitta onnur, koma
á fund, at lesa bløð, lána bøkur ella at keypa
sær ein drekkamunn við einum góðum bita aftu
rvið. Javnan eru eisini veitslur og privat tiltøk
av ymsum slag: skeið, brúdleyp, føðingardagar,
konfirmatiónir o.a. Nøkur feløg hava innivist her.
MFS, ferðamanastovan My Faroe og Føroyska Ráð
gevingin hava skrivstovu.
Førleiki tín:
Søkt verður eftir einum fólki, kvinnu ella manni,
sum serstakliga kann vera við til at menna okkara
kaffistovu í Keypmannahavn og í samstarvi við
leiðsluna taka sær av rakstrinum. Tí er av týdningi
at tú:
• hevur áhuga fyri vælferð og trivnað hjá
gestunum
• er kreativ/ur, ágrýtin og fryntlig/ur
• hevur hug og hegni at samstarva við onnur og
sjálvboðin í húsinum
• kanst laga teg eftir skiftandi arbeiðstíðum
• dugir at keypa eins væl og at selja vørur og
tænastur
• hevur hug og hegni til matgerð og borðreiðing
• hevur kunnleika um føroysk viðurskifti
Vit kunna bjóða tær:
• áhugavert starv, har tú kanst seta tín egna dám á
arbeiðslag og umhvørvi
• eitt arbeiðspláss, har tú hittir nógvar landsmenn
• góð arbeiðskor og løn eftir førleika
• avtalu um frítíð og smáskeið
Hevur hetta tín áhuga, ert tú væl komin at ringja
ella senda teldubræv og fáa upplýsingar um starvið
hjá leiðaranum í húsinum. Umsókn verður send til
Føroyahúsið í Keypmannahavn, Vesterbrogade
17A, 1620 København V. Umsóknarfreistin er 25.
juli. Tað er av áhuga hjá okkum, at tú kanst byrja
1. septembur ella fyrr og vera til í hvussu er næsta
summarið.
Føroyahúsið í Keypmannahavn
postur@faroehouse.dk www.faroehouse.dk
tlf. +45 33231587 /+45 20167274
Nólsoyar skúli
Skúlaárið 2006/07 eru trý tíðaravmarkað størv at
søkja í Nólsoyar skúla :
1 fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi
1 fulltíðarstarv vegna avlopstímar, lækkað tímatal
og serligan tørv
1 starv uml. 7 t/v vegna avlopstímar
Størvini verða sáttmálasett uttan so, at tann, ið sett
ur verður er tænastumannasettur frammanundan.
Til eitt av størvunum verður endaliga tímatali ikki
ásett fyrr enn 1. sept. 2006.
Størvini verða lønt sambart avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4
Nólsoyar skúli er lítil skúli við uml. 30 næmingum
frá 1. til 9. flokk.
Flokkarnir eru í flestu førum samanlisnir í 3 bólkum
eftir aldri.
Vit arbeiði í tøttum toymi og nógv av undirvísingini
hevur støði í tvørgreinaligum, verkætlanarvend
um arbeiðsgongdum, sum tekur støði í einkulta
næminginum.
Hetta er spennandi, gevandi, men eisini avbjóðandi
undirvísingarháttur og krevur :
• Tætt toymissamstarv
• Sjálvsstøði
• Hugflog og nýhugsan
• Góð samskiftisevni
• Evni at hava yvirlit
Umsøkjarar skulu kunna undirvísa á 1. undir
vísingarstigi (1.3.fl.) serundirvísing/serligur tørvur
og annars innan fleiri lærugreinaøki frá 1. til 9.
flokk.
Umsóknir við avrit av prógvi, c.v. og møguligum
viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 24. juli kl. 14.00
Nærri upplýsingar fáast frá Gunnvør Joensen,
skúlaleiðari tlf. 327119 ella 392465. Teldupostadr.
Gunnvoer.joensen@skulin.fo
lýsingar
Lesið
Sosialin
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in