hósdagur 13. juli 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 133 - 13. juli 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Hetta vikuskiftið
verður árliga
dansináttin í Øravík
við borðhaldi,
felagssangi og
føroyskum dansi alla
náttina
Ì fleiri ár hava dansifeløgini
í Suðuroy skipað fyri eini
árligari dansinátt saman við
hotellinum í Øravík.
Og nú er so komið hartil,
at tað er nú leygarkvøldið
15. juli, at hetta tiltakið
verður í Øravík.
Uni Mortensen sigur, at
dansináttin plagar at vera í
august, men í ár er hon rykt
ein mánað fram.
Hann sigur at borðhaldið
byrjar klokkan 19.30 við
sjálvtøkuborðið við heitum
mati, har ymisk sløg av kjøti
og ymisk sløg av eplum
verða at velja ímillum.
Aftaná er so dansur alla
náttina.
Hetta plagar at vera eitt
sera væleydnað tiltak, har
eisini dansifólk norðaneftir
plaga at koma.
Men fyri at vita, hvussu
nógv fólk kemur, er neyðugt
at tekna seg og tað kann
gerast hjá dansifeløgunum
í Suðuroy ella á hotellinum
sjálvum. Og tað skal gerast
í seinasta lagi á miðdegi
fríggjadagin.
Alt tiltakið kostar 180
krónur, men hjá teimum,
sum bara koma til dansin,
kostar tað 50 krónur.
Sláa ring í Øravík leygarkvøldið
-Tað er at fegnast
um, at tað eydnaðist
Statoil at fáa ein
boripall longu tíðliga
í summar. Nú mugu
vit so síggja, hvussu
leikur fer sigur stjórin
á Jarðfeingi, Sigurð í
Jákupsstovu
Brugduboring
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Á middegi mikudagin var
borurin loksins settur í
Brugdumiðið úti á Suður-
oyarbanka. Eftir drúgva
fyrireiking kundi ovasti
leiðarin fyri hesi stóru
verkætlan
geva
sínum
fólkum grønt ljós at seta
borin í ella sum tað verður
kallað á borimáli ”Spud”.
Sum skilst hevur gingið
væl í hond og nú verður
so borað niður á 3800
metrar. Dýpið, har borað
verður, er 480 metrar.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri
á Jarðfeingi er fegin um, at
tað eydnaðist at fáa fatur á
einum boripalli longu nú,
tí tað er so umráðandi at
koma í gongd, áðrenn tað
líður ov nógv út á árið.
-Vit
fara
av
fylgja
boringini
við
stórum
spenningi og vónandi hava
vit eitt úrslit at leggja fram
fyri almenningin um einar
tríggjar mánaðir. Gongst
væl at bora so kanska
fyrr enn tað sigur Sigurð
í Jákupsstovu. Frá nú av
verða tíðindini frá boringini
bara at frætta frá Jarðfeingi,
sum fær allar upplýsingar
frá Statoil. Av tí at boringin
hevur „tight hole“ status
verða eingir upplýsingar
latnir frá oljufeløgunum
næstu tríggjar mánaðirnar.
Hóast stórur áhugi er fyri
boringini og at mong bíða
spent til í oktober at frætta
nærri, so er greitt, at tað
fæst einki endaligt úrslit tá.
Rúni M. Hansen segði við
Sosialin nú um dagarnar, at
gera teir eitt fund tvs. raka
teir við kolvetni, so verður
brunnurin
kortini
ikki
testaður fyrr enn í 2008.
Tú testar brunn fyri at vita,
hvussu stórt eitt fund er og
um tað er rakstrarverdugt.
Við útvarpið í gjár segði
Rúni
M.
Hansen,
at
upplýsingarnar, sum koma
frá boringini í vetur, fara
ikki at siga okkum, um
talan er um eitt lønandi
fund. Tað fer at siga okkum,
um tey hava hava rakt
við olju, men ikki hvussu
nógva. Tað mugu vit bíða
við at fáa meira at vita
um til í 2008, tá og um
avmarkingarbrunnar verða
boraðir segði hann við
útvarpið. Tað er tó greitt
at boringin longu í vetur
kann geva okkum týðandi
upplýsingar um t.d. kvalitet
á olju o.a.
-Nú fáa vit so síggja,
hvussu leikur fer, sigur
stjórin á Jarðfeingi, sum
eisini fegnast um, at teir
loksins fingu avtaluna uppá
pláss við Statoil og hini
oljufeløgini.
Talan
er
um
tveir
brunnar, sum eru lagdir
saman í ein. Ein hjá Statoil
sum fyristøðufelag og ein
hjá Amerada Hess sum
fyristøðufelag.
Feløgini
mettu tað vera skilabetri at
flyta hesi boriforpliktilsini
til eitt annað øki og tað
bleiv so á basaltinum, har
tað ikki er borað áður.
Tí er júst henda boringin
rættiliga einastandandi og
kolveltandi.
Mett
verður
at
øll
boriverkætlanin fer at kosta
eina hálva milliard kr.
Men harfyri er einki givið.
Metingin sigur, at tað eru
23% møguleiki fyri at gera
eitt fund.
Boringin á landrunn-
inum, sum nú er í gongd,
er
tann
fyrsta,
síðani
at
Jarðfrøðissavnið
og
Oljufyrisitingin
vórðu
samanløgd í ein felags stovn
við heitinum Jarðfeingi.
Stena Don lá á Nólsoyarfirði í
tveir dagar, áðrenn kósin varð
sett á Brugudmiðið.
FÓLKATÓNLEIKUR
Mikukvøldið
19.
juli
kl.
20
byrjar
Fólkatónleikarstevnan
2006
við
einum
fólkadansikvøldi
í
Bygdarhúsinum
í
Hósvík
Fýra orkestur eru á
skránni: Spælimenninir
og Hilmar Joensen úr
Føroyum, Valseværket úr
Danmark, Skrå úr Álandi
og Valravn úr Danmark/
Føroyum. Sharon Weiss
og onnur skipa fyri
lættari dansivegleiðing,
og tónleikarar spæla
vals, reinlendara, polka
og annað gott, so øll
dansiáhugað
kunnu
fáa sær ein ”svingom”.
Eisini fara tónleikarar
úr Valravn at instruera
nakrar
fólkadansir
úr
midøldini,
siga
fyrireikararnir
í
tíðindaskrivi.
Hetta er fyrstu ferð,
roynt verður at skipa
fyri
einum
slíkum
fólkadansikvøldi
sum
partur
av
Fólkatón-
leikastevnuni, og fyri-
reikararnir vóna, at hetta
verður ein fastur táttur
komandi árini.
Fólkatónleikarstevnan
heldur
fram
við
konsertum hóskvøldið
20. juli í Fugloy, 21. juli
og 22. juli í samstarvi
við
G!
festivalin
í
Gøtu og í Runavík, og
sunnudagin 23. juli í
Norðurlandahúsinum.
Fólkatónleikarstevnan
endar, sum siður er, við
konsert
mánakvøldið
24. juli í Mykinesi.
Fólkatónlei-
karstevnan
byrjar við
dansikvøldi
Mynd Árni C
Jarðfeingi fylgir boring
við stórum spenningi
-Nú fáa vit so síggja, hvussu leikur fer, sigur stjórin á Jarðfeingi, sum eisini fegnast um, at
teir loksins fingu avtaluna uppá pláss við Statoil og hini oljufeløgini.