hósdagur 13. juli 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 13. juli 2006
43
a
Pirates of Caribbean – Ein sjómansskrøna
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
UMMÆLI:
Ummæli
Kim Simonsen
So var aftur tíð til ein skjótan
sjórænarafilm við tí óføra Johnny
Depp. Hesaferð hevur hin ríki
Lord Cutler Beckett blandað seg í
brúdleypið hjá Elizebeth Swann og
vápnasmiðin Will Turner, hetta tí
hesin skal hava hjálpt sjórænarinum
Jack Sparrow (Johnny Depp) við at
bróta úr skansanum. Hendan góða
Elizabeth endar tí við at standa
einamøll eftir á altarinum. Hvat er
nú til at taka?
Einasta loysnin er at venda sær til
hendan Jack Sparrow, men Lord
Cutler Beckett er bert úti eftir
einum og tað er júst at fáa hendur
á Jack Sparrow og stóra skattinum.
Hetta er meiri ella minni søgan í
hesum langa filminum.
Hey ho og ein fløska av rom,
deyða ræð og ein kista við gulli
Síðandi er ein øgiligur bardagi um
tey sjey høvini. Hesin Beckett vil
meiri enn at gera av við Sparrow,
han vil eisini geva sær sjálvum
einkarætt at dríva handil. Við
eitt er nærum øll enska marinan
í hølunum á Sparrow. Eisini
hin svagligi Davy Jones er eftir
Sparrow. Hesin er vanliga hin
seinasti nakar vil møta og eisini
hin seinasti sjófólk vanliga møta,
tí hann ger av við tey. Davy Jones
bjóðar hýru umborð á skipinum
hjá sær, hetta í allan ævinleika, ella
deyðin.
Tey eta sínar gudar
Jack Sparrow dugir at hugna sær,
hann býr á eini tropiskar oyggj,
har tey inføddu halda hann vera
ein gud. Hann er ikki áhugaður í
at sigla vandasjógv meiri. Nú er
gott at vera ein gudur, men av og
á hendir at tey inføddu eta teirra
gudar, so Jack er ikki so tryggur.
Samstundis er Elizabeth farin at
loysa trupuleikarnar hjá sínum
elskaði Will, ja og Jack. Hon fer so
út í heimin klædd sum ein drongur.
Soleiðis sær søgan út, øll jagstra
øl, og øll vilja hava part av
dýrgripinum.
Jack fer við skipinum The Black
Pearl, meðan Will møtir pápa sínum
Bootstrap Bill, Elizabeth fer upp at
berjast og Davy Jones hevur lova
sínum ódjórið Kraken at rokast, tí
nú skal vera sjórænaragildi.
So er útpurring
Hetta er sum tey flestu vita ikki
hin fyrsti Pirates of the Caribbean
filmurin. Hin kom fyri trimum
árum síðani. Hesin kom av einum
av skemtiligu tilboðunum í
Disneyland, filmurin megnaði at
blæsa lív í gamla sjórænarafilmin,
ið er eitt filmslag, ið nærum er
líka so gamalt sum Hollywood.
Einasti munurin er, at tað nú eru
Johnny Depp og ikki Erol Flynn,
ið sveiggjar sær í togunum. Tað
lá tí nærum í sjókortinum, ella í
”skatta”kortinum, at hesin Pirates
of the Caribbean: Død mands
kiste, skuldi gerðast. Alt er sum
so við tað gamla, her eru Johnny,
Orlando og Keira, her eru skipið
The Black Pearl og entá Flúgvandi
Hollendarin, ið Davy Jones er
skipari á.
Ein stinkandi myta
Framleiðarnir hava ikki lakt
lítið fyri, ella grammleikin eftir
gullkistunum í Hollywood hava
fingið manningina at gera tveir (!)
filmar í senn. Her skal alt við, hvør
spinkul gomlum rommstinkandi
myta, ið skrønan um sjórænarnar
hevur boða. Her eru Kraken, og
yvirtrúgv av øllum slagi. Her er
søgan um
Davy Jones’ Locker (havsins
botnur), hesuferð fáa vit at vita
søguna um East Asia Trading
Company og hvussu ómenniskjalig
søgan er um hesar.
Depp er góður
Johnny Depp hevur aftur hug
at spæla sjórænari, hann er ein
góður sjónleikari, ið hevur spælt
frægari leiklutir enn júst hendan.
Leikluturin sum sjórænari líkist
meiri einum frítíarítrivið, tí Depp
dugir annars væl at væl at velja
leiklutir, seinast var hann hin
ótrúligi Willy Wonka í Charlie
and The Chocolat Factory. Hann
hevur eisini spælt góðar filmar sum
Finding Newerland, Blow, Fear
and Loathing in Las Vegas, Dead
Man. Depp er eisini góður í hesum
filminum, hóðast filmur er í so
langur. 150 minuttir er alt ov langt
fyri eina so tunna søgu.
Við í filminum er sum sakt eisini
Orlando Bloom (kendur sum Paris
í Troya og Legolas í The Lord of
The Rings) sum Will Turner og
Keira Knightley, ið eru farin vegin
frá at vera nærum ókend til at verða
heimskend.
Eg veit ikki um hendan genran
sjórænarafilmurin ikki hevur
yvirliva seg sjálva, serliga í
hesi romantieraðu Disneykendu
barnvinaligu útgávuni. Eg hevði
vilja sæð eina harða uppgerð við
1800tals sjórænararomantikkin,
líkasum Clint Eastwood gjørdi
nærum av við westernfilmin í
Unforgiven. Helst er okkurt um
hesar skrønurnar um sjórænarar,
men hesin ummælarin sat mest og
geispaði í yvir 2 tímar, tí søgan er
alt for kitsj og alt er for karikera,
var tað ikki fyri Depp, so datt
filmurin á gólvið við einum brakið,
tó er u løtur av góðum undirhaldi
at síggja.
3 stjørnur av 6. .