týsdagur 19. desember 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 20. desember 2000
9
8
Nr. 245 - 20. desember 2000
Útgerðarhavnir:
Megna oljufeløgini
ikki at kombinera
eina fakliga niður-
støðu um ta bestu
basaloysnina saman
við politiska viljan-
um, so verður tað
landsstýrismaðurin,
sum í síðstu syftu
kemur at gera av, hvar
og hvussu útgerðar-
virksemið fer at verða
í Føroyum
ANALYSA -
ÚTGERÐARVIRKSEMI
Jan Müller
Fríggjadagin varð freistin
úti hjá fyritøkum og feløg-
um at lata inn tilfar til pre-
kvalifiseringina í sambandi
við komandi oljuútgerðar-
virksemi í Føroyum. Sosi-
alurin frættir, at einar seks
(møguliga sjey) umsóknir
eru latnar Statoil, sum fyri-
støðufeløgini (operatørar-
nir) hava kjósað sær at
standa fyri hesum urias-
posti av eini uppgávu: at
velja út ta føroysku havnina
og felagið, sum skal hýsa
komandi oljuútgerðarvirk-
seminum.
Tey seks feløgini, sum
Sosialurin skilur hava bjóð-
að seg fram í prekvalifiser-
ingini eru: Asco Føroyar,
Eimskip,
Skipafelagið,
Smyril
Line,
Atlantic
Supply Base og Norserv.
Onkur av feløgunum hava
so eisini útlendskar sam-
starvspartnarar.
Seinastu tíðina hava fýra
serfrøðingar í netttupp olju-
basavirksemi í Noregi og
sum standa Statoil nær
verið í Føroyum og kannað
umstøðurnar
á
teimum
plássum, sum bjóða seg
fram at hýsa eini komandi
oljuútgerðarhavn.
Hesi
plássini eru Havnin, Sund,
Runavík og Drelnes. Við
øðrum orðum er talan um
seks ella sjey samtøk ella
einstøk feløg, sum hava
bjóðað seg fram at taka sær
av
útgerðarvirkseminum
frá teimum fýra havnunum
umrøddar eru omanfyri.
Teir fýra serfrøðingarnir í
oljuútgerðarvirksemi hjá
Statoil sita í hesi løtuni og
viðgera tilfarið frá teimum
6-7 fyritøkunum, sum hava
sent inn tilfar. Sosialurin
skilur, at teir sita í Bergen
og gera hetta arbeiðið. Og
her er eftir øllum at døma
ikki talan um tilvildarlig
fólk, men harfafturímóti
um fólk, sum hava sera
drúgvar royndir at arbeiða
við slíkum málum. Tvs. at
tey eru sera kvalifiserað
reint fakliga at koma við
niðurstøðum um eitt nú
hvørji øki eru best egnað til
útgerðarhavn.
Tilboð inni 1. januar
Tíðarhorisonturin er tann,
at áðrenn 1. januar skulu
hesi fólkini hava valt út
nakrar av teimum fyritøku-
num, sum tey meta fakliga
eru best kvalifiserað at
geva endaligt boð uppá út-
gerðarvirksemið. Hóast all-
ir umsøkjararnir eru kvali-
fiseraðir, so kunnu vit
rokna við, at viðgerðararnir
ikki fara at taka øll feløgini
við til endaligu boðgeving-
ina men fara at velja út
kanska einar 2-3 ella 4 av
teimum 6-7 fyritøkunum.
Rúni Hansen, sum er settur
leiðari á føroysku leiti-
deildini hjá Statoil vil ikki
gera stórvegis viðmerking-
ar til alt málið men hann
útihýsir ikki møguleikan-
um fyri, at fleiri av fyritøk-
unum verða valdar frá, áðr-
enn komið verður til enda-
ligu tilboðsgevingina.
Hetta er at sammeta við,
at søkt verður eftir fólki til
eina fyritøku. Hóast eini 6-
7 eru sera vælegnað til upp-
gávuna, so verða bert eini
3-4 vald út til samrøðu.
Hetta kann merkja, at tá
avtornar vera tað kanska
onkur av plássunum, ið
bjóða seg fram at hýsa út-
gerðarhavnini, sum als ikki
verða við í sjálvari útbjóð-
ingini. Um so er – og tann
møguleikin er helst eisini
til steðar – at fyritøkan,
sum bjóðar seg fram at
leggja útgerðarvirksemi í
Suðuroynni, ikki sleppur
gjøgnum nálareygað í reint
fakligu metingini í sjálvari
prekvalifiseringini,
so
merkir tað jú, at Suður-
oyggin er »out«. Ella hvat?
Stendur ikki í lógini, at út-
gerðarvirksemi eisini skal
verða í útjaðaranum! Og
kann útjaðarin verða nakað
annað enn Suðuroyggin!
Neyvan man nakar ímynda
sær Runavík sum útjaðara.
Her eru vinna og mynd-
ugleikar ella rættari, her
kunnu fakliga útveljingin
og lóggávan longu vera á
kollisiónskós. Telist t.d.
Norserv á Drelnesi fakliga
og innihaldsliga ikki mill-
um bestu feløgini í pre-
kvalifiseringini, so er jú ein
møguleiki fyri, at tað als
ikki verður við í útbjóðing-
ini. Men hvar er tá útjaðarin
kundi verið spurt. Ella er
tað so, at okkurt av hinum
feløgunum, sum vil hava
útgerðarhavnina at liggja í
t.d. Havn, hevur tikið hædd
fyri hesum og hevur roynt
at livað upp til lógina við
t.d. longu í prekvalifiser-
ingstilfari sínum hevur sagt
seg vilja leggja ein part av
virkseminum í Suðuroy!
Tað er eisini hugsandi. Ella
er tað hugsandi, at Norserv
á Drelnesi hevur so nógv
góð kort á hondini, at eisini
endaliga avgerðin fellur á
Suðuroynna. Tá hevur í
hvussu er Eyðun Elttør
ongan trupulleika.
Hørð kapping
Men neyvan eru allar súðir
syftar enn. Talan er jú um
stórar og sterkar fyritøkur,
sum vilja hava útgerðar-
virksemið til Havnar, inn á
Sund og til Runavíkar. Tak
t.d. eina ta sterkastu fyri-
tøkuna í landinum, Tórs-
havnar Skipasmiðju, sum
hevur fingið sær eina stóra
og roynda fyritøku í Skot-
landi sum partnara, Asco!
Tað verður uttan iva ringt at
koma uttan um hetta sam-
takið sæð frá einum faklig-
um og fíggjarligum sjónar-
vinkli., Og vit kunnu taka
Atlantic Supply Base í
Runavík, sum verður bakk-
að upp av øllum tí væl-
smurda vinnulívinum í
Eysturoynni.
Men sum sagt, 1. januar
vita vit, hvørji feløgini og
harvið
møguliga
eisini
hvørjar havnir sleppa at
vera við í endaspurtinum,
tvs.
tilboðsgevingini.
Tríggjar vikur seinni, um-
leið 1. februar skulu tilboð-
ini verða inni, og umleið 1.
mars skulu fyritøðufeløgini
við Statoil sum umsitara
taka støðu til, hvat felag,
hvat samtak fær arbeiðið og
harvið hvør ella hvørjar
havnir
verða
ávikavist
høvuðsútgerðarhavnin og
útjaðara-útgerðarhavnin.
Hetta kann tykjast eitt
sindur fløkt – og er tað eis-
ini. Tí vit kunnu koma í
eina støðu, har vinnan út
frá fakligum kriterium vel-
ur eina loysn, sum er ímóti
politiska viljanum, lógini,
og tað skuldi ikki borið til.
Men út frá tí, sum longu
hevur verið frammi, so er
tað eisini ein sannroynd, at
vinnan helst sær at bara ein
havn verður at hýsa virk-
seminum, tí arbeiðið – nú
tað bert skulu borast 8
brunnar – er ikki nokk til at
verða býtt millum fleiri
pláss í landinum.
Tað hevur ljóðað, at um
valið fellur á miðsteðarøk-
ið, so kundi ein partur av
virkseminum verður lagdur
í Suðuroy og her hevur til-
búgvingin verið nevnd.
Tvs. útgerð í sambandi við
trygd og dálking verður øll
at liggja á Drelnesi td.
Hetta er í hvussu er nakað,
sum okkurt av oljufeløgun-
um hevur nevnt sum ein
møguleika í teirra uppsókn-
um til leitiloyvi.
Torført val
Hvat enn fer at henda, so
kunnu vit koma út fyri, at
fakliga metingin av útgerð-
arvirkseminum ikki verður
sambarilig við politiska
andan ella rættari, við lóg-
ina. Hóast tað ikki fekst po-
litiskur meiriluti á sinni fyri
at leggja alt útgerðarvirk-
semi við lóg í Suðuroynni,
so samtykti tingið kortini,
at útgerðarvirksemi eisini
skal vera í útjaðaranum. Og
her hevur landsstýrismað-
urin klárt meldað út, at taka
oljufeløgini ikki hetta við,
so hava tey ein trupulleika.
Men hvat hendir um nið-
urstøða teirra kortini verður
faklig og einki annað! Tvs.
at tey velja at halda seg utt-
an fyri politiskar avgerðir
og bara halda seg til fakligu
metingina og leggja upp í
hendurnar á landsstýris-
manninum, sum jú hevur
seinasta orðið, at gera hetta
av! Tá hava vit so bara
hansara orð at ganga eftir,
og tey eru, at hann ætlar at
halda seg til lógina. Tvs. at
antin fáa tey bóltin aftur
ella sker landsstýrismaður-
in ígjøgnum. Alternativið
til tað er so at leitifeløgini
sjálvi peika á ta loysn, sum
tey í løtuni kanska halda
vera so ómøguliga: at kom-
binera fakligu metingina-
/niðurstøðuna saman við tí
politiska ynskinum. Og
hetta er jú »sagens kerne«.
Loksins vil onkur spyrja,
um ikki útgerðarvirksemi
verður so lítið í leitiskeiðn-
um, at vit eiga ikki at taka
endaligu avgerðina um,
hvar útgerðarhavnin skal
liggja, fyrr enn olja er funn-
in. Til tað vilja onnur siga,
at har virksemið verður lagt
longu í dag, har fer tað eis-
ini at verða í framtíðini. Og
út frá tí eru komandi vikur-
nar sera avgerandi og
spennandi.
Vinna og politikkur á kollisiónskós!
Einki arbeiði hevur
verið á flakavirkinum
í Sørvági seinastu
vikurnar, meðan
arbeitt verður við at
fáa frystiorku inn á
virkið. Eisini verður
arbeitt við at
umleggja fíggingina
FÍGGJARVÁNIR
Edvard Joensen
Gólvið á flakavirkinum í
Sørvági hevur verið turt
seinastu tríggjar-fýra vik-
urnar. Orsøkin til, at virkið
hevur verið stongt, er, at ar-
beitt verður við at útbyggja
frystiorkuna, samstundis
sum arbeitt verður við umf-
ígging av felagnum, sum
rekur virkið.
Poul Arni Jacobsen, stjóri
á Flakavirkium í Sørvági,
sigur, at manglandi frysti-
orkan á virkinum ger tað
trupult at arbeiða.
Flakavirkið heldur til í
leigaðum hølum á havnar-
lagnum í Sørvági. Inni á
virkinum eru skerilinjur og
frystigoymsla. Men útgerð
til sjálva frystingina av
lidnu vøruni manglar. So
sum plátufrystarar, band-
frystarar, skáp ella hvat tað
nú kann vera, sum avgjørt
verður at seta upp.
Tað ger, sigur Poul Arni
Jacobsen, at ikki ber til at
arbeiða eitt nú upsa og
hýsu, sum fyri tað mesta
verða seld fryst. Og salt-
fiski, sum annars hevur
verið høvuðsframleiðslan í
heyst, er ikki marknaður
fyri beint nú. Jólasølan er
liðug, og tann næsta stóra
sølan verður ikki aftur fyrr
enn til páskar.
Flakavirkið í Sørvági
hevur arbeitt nakað av
kongafiski, sum mest er
keyptur frá trolarunum úr
Vágum.
Kongafiskurin
hevur verið skorin til flak,
sum selt er feskt av landin-
um. Eitt sindur av útróðrar-
fiski hevur eisini verið at
fingið frá útróðrarbátunum
í Sørvági, men teir selja
eisini um uppboðssøluna
hjá Fiskamarknaðinum, og
har eru prísirnir høgir.
So høgir, at tað gongur
illa hjá flakavirkinum í Sør-
vági at vera við í kapping-
ini um tann fiskin, skilst.
Fíggjarstøðan er heldur
ikki soleiðis, at til ber bara
at keypa tosk at salta og
leggja á goymslu, sigur Rói
Egholm, nevndarformaður
í felagnum, sum stendur
aftan fyri flakavirkið.
Hann sigur, at meira var
at gera við virkið, enn
væntað varð, og at tað
gjørdist dýrari enn roknað
varð við at seta virkið í
stand, tá byrjað varð.
Arbeitt verður nú við um-
fígging, soleiðis at lættari
verður at reka virkið, sigur
Rói Egholm. Fígging var til
at keypa útgerð og seta
virkið í stand fyri. Men tað
varð, sum sagt, dýrari enn
væntað. Sum er verður
koyrt upp á kassakredit, og
tað ber ikki til í longdini.
Tað er ikki soleiðis, sigur
hann, at eginpeningurin er
brúktur, og ikki er neyðugt
við meira partapeningi
heldur.
Men hann viðgongur, at
raksturin hevur ikki gingið
nóg væl, síðan byrjað varð.
Kortini kemur ikki upp á tal
at steingja virkið, sigur
hann. Steðgurin, sum nú er,
er bara fyribils, til ætlaða
útbyggingin er komin upp á
pláss.
Poul Arni Jacobsen, stjóri
á flakavirkinum í Sørvági,
sigur, at nú eru jólini og
nýggjárið fyri, so har verð-
ur einki gjørt nú beinanveg.
Men arbeitt veðrur alla
tíðina við at finna útgerð,
og einaferð inn í januar
vónar hann at hava funnið
eina loysn, soleiðis at
frystarí verður sett upp á
virkinum, og tey sleppa aft-
ur til arbeiðis.
Tað er partafelagið Vest-
urvón, sum eigur bygning-
in, flakavirkið heldur til í.
Og sum skilst á stjóranum á
flakavirkinum, eru ætlanir
um at leiga størri part av
bygninginum,
enn
tað,
virkið heldur til í í dag.
Men enn er einki avgjørt tí
víðvíkjandi. Teir bíða eftir
svari frá Vesturvón.
Flakavirkið í Sørvági liggur stilt
Ongin veit um størri
brudleyp at siga enn
tað, sum var í Vági
leygardagin, tá ið
tríggjar systrar giftust
BRÚDLEYP
Áki Bertholdsen
Tað mundi vera onki minni
enn aldarinnar brúdleyp,
sum var í Vági leygardagin,
tá ið tríggjar systrar høvdu
gjørt av at fáa tað skrivligt
við menninar sama dag.
Tað vóru tær tríggjar
systrarnar Anja, Eyðhild og
Heidi Mørk í Vági, sum
høvdu gjørt av at halda fe-
lagsbrúdleyp.
Ongin Prestur er í Vági.
Men Heri Joensen, sum
hevur verið prestur í Vági,
men nú er í Havn, varð
spurdur um hann vildi
koma suður at víga pørini,
og tað játtaði hann beinan-
vegin. Hann helt, at tað var
stuttligt at vera partur av
eini so søguligari løtu í
Vágs Kirkju, sum hesari.
Aftaná eina sera hátíð-
arliga vígslu í eini pyntað-
ari og fullari kirkju, har
Kirkjukórið Ljómur setti
ein serligan dám á við
tveimum sangum, varð
farið vestur í Vágshøll, sum
ongantíð
hevur
verið
vakrari pyntað enn tað
sama. Á veg úr kirkjuni
varð skotið sum á nýggj-
árinum, bæði við byrsu og
við fýrverki.
Í Vágshøll varð borðreitt
fyri 620 fólkum við feskari
súpan, oksasteik og íslag-
køku. Aftaná borðhaldið,
sum
Torgerð
Suðuroy
stýrdi, varð dansur næstan
til tann ljósa morgun - og
tað er leingi hesa árstíðina.
Aldarinnar brúdleyp í Vági
Beint eftir vígsluna vóru tey
trý brúðarpørini avmyndað
frammanfyri altarinum í
Vágs Kirkju.
Frá vinstru eru tey Heidi og
André, Eyðhild og Suni og
Anja og Tom Willy. Ytst
høgrmegin er Heri Joensen,
prestur