sunnudagur 16. juli 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 134 - 14. juli 2006
Vit søkja eftir leiðara til Vinnulívsdeild okkara Yviri við
Strond 2 í Tórshavn.
Avbjóðingin:
Í Føroya Sparikassa raðfesta vit vinnulívskundar okkara
sera høgt, og Vinnulívsdeildin er ein týðandi liður í at røkka
okkara visión, at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í
landinum.
Sum vinnulívsleiðari verður tín fremsta uppgáva at leiða
og menna vinnulívsdeildina í tráð við aðalmálið omanfyri,
og verður tín setningur at tryggja, at deildin, samanborin
við kappingarneytarnar, liggur á odda í lønsemi og hevur
mest nøgdu kundarnar
Virksemið á Vinnulívsdeildini fevnir um ráðgeving,
lánveiting og sølu til okkara vinnukundar í Suðurstreymoy,
umframt ávísum vinnuligum kundum kring landið.
Haraftrat arbeiðir deildin eisini við virksemi uttanlands.
Tú fært ábyrgd av einum professionellum toymi av
starvsfólki, og fevnir starvið tí eisini um starvsfólkarøkt,
trivnað og samskipan av arbeiðnum, sum skal tryggja, at
toymið virkar til fulnar, soleiðis at Vinnulívsdeildin til eina
og hvørja tíð er kappingarfør og framfýsin.
Talan er um eitt krevjandi starv, ið krevur innlit, áræði
og orku, og leita vit tí eftir einum persóni, ið hevur hesar
eginleikar:
Fakligir eginleikar:
· Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú sum
Cand.Merc, Cand. Oecon, HA, HD ella líknandi
· Tú hevur royndir innan leiðslu, ella ynski um at verða
leiðari
· Tú hevur innlit í vinnulív, roknskap og búskap, og gjarna
eisini løgfrøði
· Tú hevur góðar málsligar førleikar, og dugir væl enskt í
skrivt og talu
Persónligir eginleikar:
· Tú hevur handilsligan hugburð og eyga fyri eini góðari
forrætning
· Tú ert nýhugsandi og forvitin, og sært møguleikar heldur
enn forðingar
· Tú hevur lætt við at taka avgerðir, og skjótt við at umseta
hugskot til veruleika
· Tú hevur gott yvirlit og samstundis tev fyri týðandi
smálutum
· Tú hevur ein jaligan hugburð, góð samstarvsevni, dugir
væl við kundum og ert førur fyri at geva
arbeiðsfeløgunum íblástur
· Tú ert fleksibul, kanst arbeiða undir trýsti og ert
sinnað/ur at leggja stóra orku í arbeiðið
Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv við beinleiðis tilvísing til stjórn, og
við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning á
einari vinnulívsdeild í støðugari menning. Starvið verður
sett sum skjótast og lønin verður sett eftir avtalu í samsvari
við royndir og førleika.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær
til Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara á tlf. 548510 ella
Marner Jacobsen, forstjóra á tlf. 548570.
Umsóknir skulu vera Sparikassanum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 15. august kl. 12.00 og skulu stílast til:
Føroya Sparikassi
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
petur & petur • 320870
Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í Føroyum. Á 17 privatkunda- og 2 vinnukundadeildum kring landið veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini
eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Í samtaki Sparikassans eru tvey dótturfeløg: Húsameklarafelagið Inni og Eik Bank. Í samtakinum starvast 289 fólk.
Leiðari til Vinnulívsdeildina
Nú er stundin, har vit sjálvi fara at uppliva tað, ið vit javnan hoyra ovfarin ferðafólk greiða okkum frá um Føroyar. Her er gott at ganga,
spennandi at sigla og stórbært at súkkla. Her er nakað fyri alla familjuna. Og í summar eru enn fleiri tiltøk og ørandi avbjóðingar, ið bara
bíða eftir tær. Spyr bara kunningarstovurnar. Tær vita og hava nógv tilfar um Føroyar av geva tær.
Halt frí tá tú hevur frí. Ferðast í Føroyum - TAÐ er lívið...
petur & petur • 320870