Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 245 - 20. desember 2000 Í sambandi við 100-ára dagin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen tann 29.11. kem- ur bókin Úthavsdagar – Oceaniske dage út við greinum um ritverk hansara og um tað hjá Williami Heinesen. Har eru greinir um skald- søguna og um filmin »Bar- bara« ávikavist eftir Kir- sten Didriksen og Arne En- gelstad. Turið Sigurðadóttir skrivar um essay og yrkis- prosu hansara. Gianfranco Contri lýsir útgávuna av italsku týingini av Barbaru. Leyvoy Joensen lýsir leik- lutirnar hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og Williami Heinesen í tjóðskaparligu menningini í 20. øld. Hanne Flohr Sørensen skrivar um brævaskiftið millum høvundarnar. Ritverkið hjá Williami Heinesen verður viðgjørt í fleiri greinum, m.a. eftir Torben Brostrøm profess- ari, sum skrivar um yrk- ingar hansara. Harafturat viðger Vár í Ólavsstovu La- terna magica, Bergur Hansen og Åsfrid Svensen viðgera tað »karnevalist- iska«, Soffía Auður Birgis- dóttir barnsburðarmyndir í stuttsøgum og Malan Mar- nersdóttir viðger Tårnet ved verdens ende. Anne Kari Skarðhamar og Bente Aamotsbakke skriva um yrkingar eftir William Heinesen. Tvær greinir seta ljós á ritverkið úr øðrum sjónar- hornum. Marianne Clausen lýsir týdningin, sum anda- ligi vísusangurin hevur havt fyri høvundarnar. Írski professarin Seamus Deane lýsir, hví enskt gjørdist írskt bókmentamál, og skapar á tann hátt saman við greinini hjá Leyvoy Joensen ein nýggjan karm um tey bæði danskt mæltu, men kortini føroysku rit- verkini. Bókin Úthavsdagar – Oceaniske dage er úrslit av ráðstevnuni »Úthavsdagar« í Norðurlandahúsinum 25.- 27. mai í ár. Bókmentafrøð- ingar, høvundar og bók- mentaáhugað úr Norður- londum tóku lut í ráðstevn- uni. Bókin er 220 bls. Ritstjórar eru Malan Marnersdóttir og Turið Sig- urðardóttir. Útgevari: Norðurlanda- húsið og Føroya Fróðskap- arfelag. Bókin verður at fáa í bók- handlunum og hjá Bóka- miðsøluni:BMS@post.oli- vant.fo. Kostnaður 185 kr. Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen Úthavsdagar – Oceaniske dage Innihaldið í lummakalend- aranum er fylgjandi: · Halgi- og merkisdagar · Gomlu føroysku dagaheitini · Klokkutíðir fyri mánan · Føroysk heiti fyri mánastøðurnar · Telefontænastur og telefonsamband við útheimin · Postnummur í Føroyum og postgjøld · Adressuyvirlit · Tímatalva Til at halda skil á tíðini eru yvirlit fyri hvønn mánað (ein síða fyri hvønn) og yvirlit fyri hvørja viku í árinum (tvær síður fyri hvørja viku). Ein perforering er gjørd í niðasta horn á hvørjari síðu, so til ber at merkja av, hvussu langt árið er liðið. Eisini eru heildaryvirlit fyri bæði árini 2001 og 2002. Harumframt eru eyka síður gjørdar at skriva á. Kalendarin er gjørdur í støddini A6, 10,5 x 14,8 cm. Kalendari er spiralinn- bundin, so hann kann liggja uppsligin á borðinum. Men kann eisini havast í lumm- anum. Perman eru úr plasti, við lummum. Á permuni er mynd av Tinganesi. Til ber hjá tí einstaka at seta sín persónliga dám á kalendar- an. Til dømis kann forsíðan skifastu út við eini foto- mynd ella tekning. Hann er sera væl egnaður til skúlaungdóm, fólk í starvi á skúlum, á stovnum og á skrivstovum, og til fólk í vinnu á sjógvi og landi, og hann er eisini væl egnaður sum dagbók. Útgevari er TJØRN sp/f. Einars Prent hevur prent- að Kalendarin fæst í bóka- búðunum og á posthúsun- um kring landið og kostar 80 kr. Føroyski Lummakalendarin 2001 er komin Innihaldið er sum árini frammanundan fjøl- broytt við søgum, frá- sagnum, yrkingum bókaummæli. Jóhan Hendrik Wint- her Poulsen skrivar um vísindamannin Christi- an Matras, sum í ár hevði verið 100 ár, um hann hevði livað. Magnus Brahé Jør- gensen skrivar grein um Føroya kirkjusøgu. Í hesi greinini viðger hann ta fyrstu tíðina, eftir at kristindómurin varð settur í gildi í Før- oyum og trúbótina. Í ár eru 100 ár síðani William Heine-sen varð føddur. Í tí sambandi hevur Bergur Hansen bókmentafrøðingur grein um skald-skapin hjá Williami, sum hann nevnir: Paradis á jørð. Ella hvussu mýtan lyftir skaldskapin hja Williami Heinesen. Páll Mortensen skriv- ar grein, sum hann nevnir Jólagávur. Egon Hansen, sum í fleiri ár hevur havt greinir við evni úr Nólsoyar søgu, skrivar hesaferð um hundar í Nólsoy. Tann ungi Agnar Jógvansson hevur grein við heitinum: Søgan um lívið og deyðan. Tann ættarfróða Frey- dis Poulsen skrivar hesaferð grein um ættargrein av Blank- skála. Willum Peder Trel- lund eitur danskur yrkj- ari. Hann hevur givið út tvey yrkingasøvn. Ragnar M. Egholm hevur týtt nakrar av yrkingum hansara. Brot úr farnum tíðum er heitið á grein eftir Nancy Vesturbú. Her skrivar hon um tanna- røkt, tá ið hon var ung. Bjørgfinnur Nielsen hevur hesaferð nakrar yrkingar. Nicodemus Rasmus- sen hevur skrivað av hundraðtals síður úr vártingbókini um Eyst- uroyar várting. Hesa- ferð úr vártingsbókini 1694-96. At enda er bókaum- mæli eftir Berg Hansen, sum hann nevnir Grýt- uta leiðin gjøgnum 20. øld. Bergur ummælir bókina: William um- mælir fagrar listir. Hetta er greinasavn eftir William Heinesen, sum Jóhannes Enni sáli savnaði. 67. bind av Varðanum er 173 síður til støddar og kostar 190 kr. í bókabúðunum. 67. bind av Varðanum fyri 2000 er komið Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út før- oyska teldubók Andrias Hammer hevur gjørt telduforritið og lagað myndirnar til teldu. Tað hevði kanska verið rættast at sagt bøkur heldur enn bók, tí fløgan um Lítla reyða bilin er í veruleikan- um 4 smábarnabøkur í ein- um, sum Matthew Price hevur skrivað, Steve Au- garde teknað og Niels Ják- up Thomsen týtt úr ensk- um. Tær fýra bøkurnar eita: Lítli reyði bilur kemur illa fyri, Lítli reyði bilur spælir taxa, Lítli reyði bilur er fyri óhappi og Lítli reyði bilur í kavanum. Tvær av bókun- um eru komnar út herfyri: Lítli reyði bilur er fyri óhappi og Lítli reyði bilur í kavanum. Men hóast bøk- urnar eru ætlaðar teimum 2-4 ára gomlu, er teldubók- in ætlað teimum 4-8 ára gomlu. Av royndum vita vit, at sera fá telduspøl eru til júst henda aldursbólkin. Tey, sum eru, eru á fremm- andum máli, og tað er spell, tí tað eru hesi, ið gera sínar fyrstu royndir við telduni. Tá ið tú setur fløguna í telduna, kemur ein val- mynd upp á skíggjan. Har kanst tú so velja antin eina av teimum 4 søgunum ella at spæla, tí fýra einføld telduspøl eru eisini á fløg- uni: Tú kanst mála bilin, lata Dukku-Lisu í, spæla kross og bolli ella spæla á ljómborð. V.v. søguni kanst tú velja at lata telduna blaða og lesa fyri tær, ella tú kanst sjálvur blaða. Tá ið tú tá leitar við músini á skíggjanum, broytist pílur- in við hvørt til eina hond – og tá er okkurt óvæntað at síggja. Trýstur tú á tekstin, verður hann lisin upp. Teldufløgan Lítli reyði bilur kostar 180 kr. og fæst í bókhandlum, fløguhandl- um og leikahandlum um landið. Lítli reyði bilurin Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út myndabókina »Vakrastu ævintýr Hans Christian Ander- sens« er stór skreytbók í føgrum litum við 8 av kendastu ævintýrum H. C. Andersens: Svína- drongurin, Prinsessan á ertrini, Snjódrotningin, Nýggju klæði keisarans, Hin stinni tinsoldáturin, Gentan við svávulpinnunum, Hin lítla havfrúgvin og Granntræið. Hesi ævintýr hava í meira enn hálvaaðru øld hugtikið bæði børn og vaksin, og enn á okkara døgum eru tey høgt í metum. H. C. Andersen dugdi sum fáur við sínum sveim- andi og sjáldsama hugflogi at festa tankar sínar á blað, soleiðis at lesarin stundum kendi seg drignan úr trupla gerandisdegnum inn í eina loyndarfulla verð. Ævintýr hansara siga frá kenslum og longsli menniskjans, og djórini letur hann fáa somu eginleikar bæði í góð- um og ringum. Hann skrivar um kærleika og líðing, gleði og sorg. Arnica Esterl hevur savnað og partvís stytt nøkur av hesum ævin- týrum. Russiska lista- kvinnan, Anastassija Archipowa, hevur við sínum framúr góðu gávum megnað at givið bókini sín serstaka dám. Myndir og tekstur fylgjast so væl í sam- ljóði hvørt við annað, at alt rennur sama í eina eind. Heri Jacobsen hevur týtt bókina. Vakrastu ævintýr Hans Christian Ander- sens er 192 bls., inn- bundin í stíva permu við løriftsryggi og lesibandi. Bókin kostar kr. 225 í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini. »Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens« Nýggj myndabók við myndum hjá Absalon Han- sen er komin í bókabúðir- nar. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað ein innleið- andi tekst, sum er týddur til danskt og enskt. Inni í bókini eru stuttir tekstir, og staðarnøvn eru sett á flest allar myndir. Bókin verður fyrst av øllum borin fram av mynd- unum. Myndirnar eru tikn- ar víða um í Føroyum og vísa Føroyar frá mongum síðum: Summar og vetur, vár og heyst, bygdalív og býarlív, bjørgini og strond- in. Tekstirnir, sum eru á før- oyskum, donskum og ensk- um, stiðja undir myndirnar. Og staðarnøvnini hjálpa lesaranum at finna, hvar í landinum, myndirnar eru tiknar. Forlagið AZ gevur bók- ina út. Bókin er 140 blað- síður. Myndirnar hevur Absa- lon Hansen tikið. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað tekstin. Jens Pauli Heine- sen hevur eisini gjørt donsku týðingina. Claire F. Thomsen hevur týtt til enskt. Repro-Z hevur gjørt lay- out, repro og umbróting. Bókin er prentað hjá Nør- haven. Bókin kostar kr. 315,00 í bókabúðunum. Føroyar – Myndabók Nr. 245 • mikudagur • 20. desember 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Coca-Coal finalan flutt Dartsambandið skipaði um vikuskifti fyri fjórðu einstak- lingakappingini hetta kappingarárið. DART tíðindaskriv Í einmansleiki vóru 14 lut- takarar. Alvin Egholm og Remy G. Hansen spældu seg fram í aðra hálv- finaluna. Hetta gjørdist ein sera vælleiktur dystur, sum Remy vann 5-2. Í hinari hálvfinaluni hitt- ust brøðurnir Poul Poulsen og Jens Petur Poulsen. Jens Petur hevði frammanundan hesi kappingini havt eitt sera vánaligt kappingarár, men leygardagin lá betur fyri. Dysturin gjørdist sera javnar og Poul og Jens Petur fylgdust allan vegin til 4-4. Í avgerðandi settin- um fylgdust teir eisini allan vegin niður. Báðir høvdu møguleikan at vinna settið, men endin var at Jens Petur dró longra stráðið. Í finaluni fylgdust Jens Petur og Remy til 2-2, men so skifti Remy gear. Hann vann tey næstu 4 settini og sostatt finanluna 6-2. Fáir í tvímansleiki Í tvímansleiki var uppmøt- ingin einki serlig. Einans 9 pør luttóku, men hóst tað var spælt av lívsins kreft- um. Henrik Pedersen/Poul Poulsen spældu seg sum vant í hálvfinaluna. Har vunnu teir 5-0 á Bjarna í Stórustovu/Chris Nielsen. Í hinari hálvfinaluni spældu Petur Grønagarð/Henning móti Jóhan Hansen/Jens Albert Simonsen. Hesin dysturin gjørdist ein rættur gysari. Teir fylgdust til 2-2. Síðan løgdu Petur og Henning seg fram um 4-2, men Jóhan og Jens Albert stríddu seg upp aftur á 4-4. Í avgerðandi settinum vóru Jóhan og Jens Albert langt á odda, men teir vóru týðuliga merktir av nervum og kláraðu ikki at “lukka” settið. Tá Petur og Henning fingu møguleikan at “lukka” var heldur ikki frítt, at teir høvdu nervar, men eftir at Jóhan og Jens Albert høvdu roynt seg við 15 pílum og Petur og Henn- ing við 10 pílum, eydnaðist Peturi at “lukka” settið og harvið vunnu Petur og Henning dystin 5-4. Finalan var ikki so góð, men hinvegin sera jøvn. Poul/Henrik og Petur/ Henning skiftust um at vinna settini heilt upp til 4- 4. Av teimum fyrstu 8 settunum kundu 7 teirra verið farin báðir vegir, so tað var næstan bara ein spuringur um, hvør hevði høvdið kalt, tá settini skuldu “lukkast”. Seinastu tvey settini kundu eisini verið farin báðir vegir, men Poul og Henrik vunnu bæði, og teir vunnu sostatt finaluna 6-4. Allir vinnararnir fingu heiðursmerkir og steyp frá Føroya Banka og vunnu sær samstundis fleiri týdn- ingarmikil stig til styrki- listan. Europeiska fótbólts- sambandið ásannar nú, at graslíki kann gerast eitt seriøst alternativ til vanligar grasvøllir, og møgu- liga verða altjóða dystir loyvdir um stutta tíð GRASLÍKI Jákup Mørk Eftir at UEFA annars alla tíðina hevur verið ímóti, at altjóða dystir verða lovydir á graslíki, er nú líkt til, at vend er komin í hesum við- víkjandi. Orsøkin til broyttu støð- una er fyrst og fremst tann, at nýggi, sonevndu triðja ættarliðs-vøllirnir, eru meinlíkir grasi at spæla á, og ikki hava somu vansar, sum fyrsta- og annað ættar- liðsvøllirnir. Vansarnir við hesum hava verið eitt ónáttúrligt lop á bóltinum, umframt stóra talið av lið- bandsskaðum og brenni- merkjum, sum hava staðist av hesum. Fyrsta ættarliðsvøllir eru teir, sum bert hava graslíki, meðan næsta ættarlið verð- ur roknað sum teir vøllir, har sandur eisini verður nýttur. Triðja ættarlið eru vøllir, har graslíki og sandur vera nýtt, men har eitt lag av gummikúlum síðani er lagt oman á sandin. Partar av slíkum vøllum verða í løt- uni royndir í Klaksvík og Gøtu. Nógvir fyrimunir Í løtuni royndir UEFA at kanna, hvussu hesir vøllir roynast, og er ætlanin so, at nøkur krøv verða sett fyri, hvussu vøllirnir skulu vera, fyri at kunna geva teimum altjóða góðkenning. Í mun til vanligt gras, verður nú roknað við, at graslíki hevur somikið nógvar fyrimunir, at hetta allar helst fer at verða nýtt á fleiri leikvøllum runt í Europa. Millum fyrimunirnar verður rokna stóru nýtsl- una, sum graslíkið tolir, eins og viðlíkahaldið er nógv minni enn við van- ligum grasi. Hetta viðførir so eisini, at leikvøllirnir gerast nógv betri egngaðir til tiltøk av ymsum slag so sum konsertir og annað, tí fyrireikararnir sleppa und- an stóru útreiðslunum av at verja grasið. Europa Cup í Klaksvík Hvørja ávirkan hetta kann hava fyri føroyskan fótbólt, kann í løtuni vera eitt sind- ur torført at meta um. At feløgini fáa møguleika at spæla heimadystirnar á egnum vølli, vil sjálvandi vera kærkomið, men hin- vegin treytar hetta eisini, at umstøðurnar kring vøllin eru tær røttu. Her hevur UEFA tó áður gjørt undantøk hjá føroysk- um feløgum, so eitt nú er als ikki óhugsandi, at vit innan stutta tíð kunnu upp- livað, at europa-cup dystir kunnu leikast aðra staðni enn á Svangaskarði og í Hvalba. Hvør veit. Kanska Klaksvíkin ella Gøta eisini kunnu gerast europeiskir vertir innan langa tíð. Grundspælið hjá monnum endar í kvøld, tá VÍF og KÍF spæla dystin, sum varð fluttur frá seinasta vikuskifti HONDBÓLTUR Jákup Mørk 42. og seinasti dysturin í grundspælinum hjá monnum verður leiktur í Vestmann, har fremsta og aftasta liðið hittast. At siga aftasta liðið um kollfirðingar, er kanska dekan ov nógv sagt, tí hóast teir í løtuni eru nið- astir, so fara teir fram um Tjaldur, tá stigini verða hálvbýtt. Hetta tó treytað av, at teir ikki tapa við 45 málum. Tað kann neyvan hugsast, at tapið verður somikið stórt, men einki er at ivast í, at VÍF eru stórfavorittar undan dystinum. Vinnur VÍF dystin, merkir tað samstundis fyri teir, at teir enda grundspælið við fullum stigatalið, og at javnleikurin móti Kyndli sostatt var kostnaðarleys- ur. Tá hesin dysturin er fingin frá hondini, verður farið í drúgva jólafri. Fyrstu mansdystirnir eftir hetta verða ikki fyrr enn 28. januar. Hetta tí lands- liðshondbólturin ger, at kappingin verður løgd still trý tey fyrstu vikuskiftini í nýggja árinum. Remy vann fjórðu kappingina UEFA roynir nú graslíkisvøllir Europeiska fótbóltssamgongan kannar í løtuni, hvørji krøv skul setast til graslíki, sum skal nýtast í altjóða høpi Mynd: Jens Kr. Vang Seinasti dysturin Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at finalan í Coca-Cola kappingini, sum vanliga er fyrsta vikuskiftið í februar, nú er flutt frá 3. til 10. februar. Orsøkin til flytingina er, føroyska U-21 lands- liðið fyrst í februar skal spæla undan-undan- kapping til EM. Allir leikararnir á hesum liði er at kalla fastir fúsir á besta liðnum í ymsu feløgunum, og tí hevði frávera teirra helst ávirka leikligu dygdina í finaluni skeivan vegin.