mánadagur 17. juli 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
tíðindi
Leygarkvøldið
varð skipað fyri
fiskikapping á
Eiðisvatnið. Eini 300
sílafiskarar luttóku
og vinnarin av
kappingini var Nikkel
Nielsen, Eiði, við
sílinum, sum vigaði
960 gram og var 47
centimetrar
FISKIKAPPING
Orð & mynd
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eini 300 luttakandi síla
fiskarar vóru við Eiðisvatn
leygarkvøldið, umframt ein
rúgva av øðrum, sum bara
vildu hugna sær saman
við øðrum í góðveðrinum
við Eiðisvatn. Heili níggju
húsvognar høvdu funnið
vegin niðan á vatnið,
umframt at ein rúgva hevði
sligið telt upp.
Sjálva fiskikappingina
vann Nikkel Nielsen av
Eiði. Sílið hann fiska
vigaði eitt lítið kilo og var
knappliga ein hálvan metur
til longdar. Torri Kallsoy
varð nummar tvey og Hans
Jákup Magnussen varð
nummar trý.
Men annað enn sílafisk
ing var eisini á skránni.
Felagssangur var og eis
ini brendu tey bál, og
fyrireikararnir lata at, at teir
eru væl nøgdir við tiltakið
og at øll, sum vóru við
vatnið hugnaðu sær óført.
Fiskikapping á Eiðisvatnið
Nikkel Nielsen (v.m.) við
vinnarasílinum í hondini