Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 140 - 24. juli 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Stutt sagt ­– Oljan fer upp í 150 dollarar, kemur Iran upp í stríðið (norskur oljuprofessari) Tann eina ferð so væl um­­ tókta írska rockstjørnan Bob Geldof er ikki so væl umtóktur á pallinum long­ ur. Nú um dagarnar noyddist Geldof at avlýsa tvær kon­ sertir, sum hann skuldi hava í Italia, tí tað vísti seg, at færri enn 50 høvdu keypt sær atgongumerki, skrivar AP. Umboðsmaður hansara í Italia, Fransesco Iacovone, heldur, at onk­ur hevur boy­ kottað kon­ser­t­irnar, men sjálv­ur hevur Bob Geldof longu boðað frá, at hann ætlar sær at halda konsert í Italia seinni. Í fjør skipaði Bob Geldof fyri Live 8-konsertunum um allan heimin, og tá fekk hann nógv rós, men hann noyðist ivaleyst at sanna, at tann tíðin er farin, tá fólk komu at lurta eftir honum. Tíðin farin frá Bob Geldof Bob Geldof Løgreglan í Iran hevur tikið Sayed Ali Akbar mou­savi-Kho’ini, tí hann var við í einari friðarligari kravgongu í Teheran til frama fyri, at iranskar kvinnur skulu hava betri rættindi í samfelagnum. Amnesty International hevur skrásett Sayed sum samvitskufanga, og felagsskapurin sigur, at vandi er fyri, at hann verður píndur í fongslinum. Sayed er fyrrverandi formaður í einum studentafelagsskapi og hevur eisini sitið í ir­anska tjóðartinginum, har hann var íðin talsmaður fyri mannarættindum og stríddist fyri at fáa pol­ itisk­ar fangar úr landsins fongslum. Sambært loyniligum keld­um er Sayed nú í ein­ um fongsli, sum iranska fregnartænastan rekur, og keldurnar hava greitt frá, at hann er vorðin bukaður fleiri ferðir. Amnesty Inter­ national hevur kravt, at hann verður latin leysur alt fyri eitt, samstundis sum felagsskapurin mælir iransku myndugleikunum til at kanna tíðindini um, at Sayed hevur fingið ringa viðferð í fongslinum. Í fongsul fyri síni sjónarmið Eitt yvirlit hjá amerikonsku Kongressini vísir, at kríggið í Irak hevur kost­að amerikonsku skatt­gjald­ar­ unum 291 milliardir doll­ arar higartil. Kongressin væntar, at Irak-kríggið verður tað næstdýrasta í amerikonsku søguni, tí ein framrokning vísir, at kríggið fer helst at kosta einar 500 milliardir dollarar, um teir seinastu amerikonsku hermenninir verða tiknir úr Irak í 2009, og um afturtøkan byrjar næsta ár. Tekur afturtøkan meiri enn trý ár, fara út­reiðslurnar av krígnum ætlandi at koma upp á slakar 700 milliardir dollarar, stendur í yvirlitinum hjá Kongressini. Yvirlitið hjá Kongressini staðfestir, at Irak-kríggið hevur longu kostað USA munandi meiri, enn am­erikanska stjórnin hevði roknað við. Enn hevur kríggið í Irak ikki kostað líka nógv sum Vietnamkríggið, ið kost­ aði USA 600 milliardir doll­arar, men politiskir ser­frøðingar hava leingi sagt, at Irakkríggið verður tað dýrara, tá saman um kemur, skrivar AP úr Wash­ ington. Dýrt kríggj – Ísrael grevur sína egnu grøv, um landið ger innrás í Libanon, sigur iranski forsetin. Miðeystur Árni Joensen fartekst@mail.dk – Ísrael verður javnað við jørðina, og ísraelsmenn grava sína egnu grøv, leypa teir á Libanon, sigur iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sambært BBC. – Eg mæli teimum til at pakka niður og at fara úr økinum, áðrenn teir verða innibyrgdir í eldinum, sum teir hava kynt í Libanon, leggur hann aftrurat. Tað var Iran, sum legði lunnar undir Hizbollah-rørsl­ una í Libanon í 1982, men iranska stjórnin avsannar, at rørslan fær pengar ella vápn úr Iran. Stjórnin í Teheran hevur eisini avsannað, at tað var hon, sum mælti Hiz­bollah til at burturflyta tveir ísraelskar hermenn við libanska markið fyri tíggju døgum síðani. Sýriska stjórnin hevur eisini kunngjørt, at hon heldur eyga við tí, sum hendir í Libanon, og embæt­ is­menn í Damaskus hava sagt, at Sýrialand fer ikki at góðtaka, at Ísrael ger innrás í Libanon. Friðarlið úr ES Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, segði í gjár, at Ísrael er sinnað at góðtaka, at friðarvarðveitandi hermenn úr ES-londunum fáa støð á markinum til Libanon. Hann legði afturat, at teir útlendsku hermenninir skulu fáa stuðul frá libanska stjórnarherinum. Ísraelska verjumálaráðið hevur gjørt greitt, at álopini á mál í Libanon fara at halda fram minst eina viku afturat. Leiðarin fyri neyð­ hjálpararbeiðinum hjá ST, Jan Egeland, segði í gjár, at Ísrael brýtur altjóða fólka­rættin við at bumba íbúðarhús í Libanon. – Hetta má steðga alt fyri eitt, segði Egeland, sum metti, at umleið ein hálv millión libanar hava tørv á neyðhjálp. Verður Iran drigið upp í kreppuna í Libanon, kann olju­ prísurin fara upp í 150 dollarar Oljuprísur Árni Joensen fartekst@mail.dk Iran er eitt av heimsins størstu oljuframleiðaralondum. Í fjør útflutti landið fýra milliónir tunnur um dagin, og tað svarar til 5,1 prosent av allari framleiðsluni í heiminum. Tí fær tað álvarssamar avleiðingar, verður landið drigið upp í kreppuna í Libanon, sigur Øystein Nor­ eng, professari í oljubúskapi, við Dagens Næringsliv. Hann sigur, at tað er ikki óhugsandi, at oljuprísurin kann fara upp á einar 150 dollarar fyri tunnuna, verður Iran av álvara drigið upp í kreppuna. Ein annar oljumarkn­ að­arserfrøðingur, Anette Einarsen, sigur við DN, at hon væntar ikki, at prísurin fer so langt upp, men at tað er sannlíkit, at hann fer upp á einar 100 dollarar, kemur Iran upp í kreppuna. Oljuprísurin er hækkaður umleið 20 prosent higartil í ár orsakað av stríðnum um kjarnorkuætlanina hjá Iran, og hann er ferfaldaður tey seinastu fýra árini, skrivar Aftenposten. Oljuprísurin kann fara upp á 150 dollarar Iran ávarar aftur Ísrael Ræðslusligin fólk í ísraelska býnum Haifa. Hizbollah-rakettir hava fleiri ferðir rakt býin