mánadagur 24. juli 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 140 - 24. juli 2006 ]
Símun í
semifinaluni
Vágbingurin í
Keflavík staðfesti
sigurin á útivølli
móti ÍA við fínum
lobbara
ÍSLAND
Jákup Mørk
Símun Samuelsen stór
trívist í Íslandi og Keflavík.
Alt kappingarárið hevur
hann verið millum teir
mest eyðsýndu í lands
kappingini, og sunnu
kvøldið hevði hann
aftur stóran leiklut, tá
ið Keflavík tryggjaði
sær sess í hálvfinaluni í
steypakappingini.
Keflavík spældi á úti
vølli í Akranesi móti ÍA.
Talan var um rættuliga
undirhaldandi uppgerð,
har tað eftir íslendskum
umstøðum vórðu skorað
sjáldsama nógv mál.
Keflavík vann 4-3, eftir
at tað í steðginum hevði
verið javnleikur 1-1.
Keflavík var framman
fyri 1-0 og 2-1, men báðu
ferðirnar svaraði heima
liðið aftur. Tað restaði
eitt korter, tá ið Keflavík
legði seg framum 3-2,
og fimm minuttir seinni
økti Símun Samuelsen,
sum aftur hesa ferð var á
vøllinum alla tíðina, um
leiðsluna til 4-2. Talan
var um sera vakurt mál.
Símun lobbaði bóltin
upp um málverjan hjá
ÍA.
Heimaliðið minkaði
um munin til 4-3 í 87.
minutti. So komu ikki
fleiri mál, og harvið eru
Símun Samuelsen og
Keflavík í hálvfinaluni.
Þróttur og Víkingur spældu
seg eisini í hálvfinaluna
sunnukvøldið. Á Laugar
dalsvøllinum í Reykjavík
vann Víkingur granna
uppgerðina móti Vali
2-1, og á Akureyri vann
Þróttur 5-1 móti KA.
Síðsta fjórðingsfinalan
verður í kvøld, tá ið
KR á heimavøllinum í
Frostskjólinum fer at taka
ímóti ÍBV.
Landis vann Tour’in
Tað gjørdist amerikanski Floyd Landis úir Phonak-liðnum,
sum vann ársins útgávu av Tour de France. Landis tóktist
annars hava mist sín møguleika, tá hann á 16. etapuni
misti nógva tíð í mun til restina av feltinum. Men í 17.
etapuni gjørdi hann bart. Hann streyk einsamallur avstað,
og tá munurin til feltið bara øktist, kundi hann aftur standa
ovast, áðrenn seinastu tíðarkoyringina, har hann eisini hevði
næstbestu tíðina. Norski Thor Hoshovd vann annars seinastu
etapuna, og gjørdist hann soleiðis fyrsti súkklarin, sum hevur
vunnið bæði prologin og seinastu etapuna.
-mørk
Eftir at venjarin
varð uppsagdur,
hava teir vant minni
í Kristiansand, og
tað hevur borið
betri úrslit við sær
hjá liðnum, har
Todi Jónsson nú er
eykamaður
NOREG
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er gott fótbóltslag í
Kristiansand, har teir nú
bíða eftir seinni í vikuni at
spæla móti Skála.
Orsøkin til, at lagið er
gott, er tann, at úrslitini eru
vorðin nógv betri, síðani teir
skiftu venjara. Tað gjørdu
teir dagin eftir, at Start
hevði spælt á Svangaskarði
móti Skála.
Síðani Tom Nordlie varð
uppsagdur, hevur Start
spælt tveir dystir, og teir
hava vunnið báðu ferðirnar.
Hóskvøldið vunnu teir á
heimavølli í áttandaparts
finaluni í steypakappingini
3-1 móti Brann úr Bergen.
Sunnukvøldið høvdu teir
í landskappingini vitjan av
sigursvanda Rosenborg, og
teir úr Tróndheimi vórðu
sendir til hús aftur við 2-
1 tapi. Hetta var fyrsta
ferðin í tíggju mánaðir, at
Rosenborg tapti á útivølli.
Í Start ivast teir ikki í,
hvør høvuðsorsøkin er til,
at úrslitini nú eru væl betri,
enn tey vóru undir gamla
venjaranum:
– Vit venja minni nú, enn
vit gjørdu. Tað ber við sær,
at vit hava størri yvirskot,
tá ið tað veruliga ræður um,
og tað hava vit fingið gagn
burturúr bæði hóskvøldið
í steypadystinum og aftur
í landskappingardystinum
í kvøld, segði ein av Start
spælarunum, Stefan Bärlin,
eftir uppgerðina móti Ros
enborg. Harvið sipaði hann
eisini til, at fyrrverjandi
venjarin tuskaði spælarar
nar so til, at teir ikki megn
aðu at finna neyðugu
orkuna, tá ið teir spældu
dystir.
Sammett við tá ið Start
spældi móti Skála, var tað
eitt nú í sambandi við fyrra
Start málið øðrvísi uppspæl.
Svenski
Stefan
Bärlin
fekk í ferðini bóltin fyri
føturnar, og so varð hann
leysur, tá ið hann skoraði.
Hetta var fyrsta málið hjá
honum í landskappingini
í ár. Hetta slagið av upp
spæli var tað, sum Start í
fjør vann silvurkrónurnar
uppá. Higartil í ár hevur
eingin dynamikkur verið
í uppspælinum. Tað sást
væl, tá ið Start spældi móti
Skála.
David fyri Toda
Hóskvøldið var Todi Jóns
son ikki millum teir fyrstu
ellivu á Start liðnum. David
Nielsen, sum á Svanga
skarði loysti Toda av, var
miðframherji. Hann skoraði
eitt mál í 3-1 sigrinum á
Brann.
Sunnukvøldið var Todi
aftur á beinkinum, og David
var aftur miðframherji.
Aftur hesa ferð loysti Todi
David Nielsen av. Hesa ferð
vóru átjan minuttir eftir, tá
ið føroyski spælarin kom á
vølllin í Kristiansand, har
tað vóru knappliga tíggju
túsund áskoðarar.
Sigurin á Rosenborg ber
við sær, at Start flutti av
niðurflytingarplássinum,
sum teir í fleiri vikur hava
verið á. Nú er munurin frá
Start og fram til Rosenborg,
sum er á bronsuplássinum,
bara seks stig. Í Kristiansand
er lagið so mikið gott nú,
at teir siga seg ikki ivast
í, at teir kunnu fara at
verða við í kappingini um
heiðursmerkini.
Nú royna teir í Start at
savna hugsanirnar um retur
uppgerðina móti Skála.
Tann dysturin verður í
Kristiansand hósdagin. Start
hevur frá útidystinum móti
Skála 1-0 leiðslu, áðrenn
teir fara undir heimadystin.
Skála ferðalagið fer úr
Føroyum seinnapartin týs
dagin, og um alt viðvíkjandi
ferðini fer at ganga, sum
roknað verður við, so verður
Skála ferðalagið aftur í
Føroyum seinnapartin ólav
søkuaftan.
AaB í oddinum
AaB – har føroysku spælararnir enn ikki
eru tøkir eftir skaða – er enn við oddinum
í donsku superliguni. Sunnudagin vann
AaB trupla útidystin í Esbjerg 2-1. Esbjerg
var annars á odda, men við málum frá
nýinnkeyptu Rade Prica og Nomwethe
megnaði AaB tó at koppa spennandi
uppgerðini. Saman við AaB hava Brøndby
og FCK eisini fult stigatal, nú tvey umfør
eru spæld av superliguni.
-mørk
Venja minni og vinna meiri
Todi tykist vera ein av
spælarunum, sum í løtuni
verða hvíldir á beinkinum, tá
Start spælir