Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juli 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 141 - 25. juli 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Karl Martin Samuel­ sen, Anna Maria Olsen og Aldu­ báran hava verið í upptøkuhølið og spælt inn løg hjá Páll Sólstein. Úrslitið er ein fløga, ið væntandi kemur út í september Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í september kemur fløga við tónleiki hjá Páll Sólstein, spældan av Aldubáruni og sungnum av Karl Martini Samuelsen og Annu Mariu Olsen. Hetta eru løg, ið vórðu spæld á norðurlendsku konsertferðini hjá Aldu­bár­ ini í heyst. Aldubáran umboðar krem­ ið innan føroyskan tónleik, og Páll Sólstein hevur ein týðandi leiklut í bólkinum, tí er tað mest sum natúrligt, at tað er hesin bólkur, ið spælir tónleikin hjá Páll inn. Her er talan um tónleik, ið Páll hevur skrivað til yrkingar eftir Christian Matras, William Heinesen, Hans Andrias Djurhuus og Steintór Rasmussen. Á konsertferðini vóru tað serliga løgini til yrkingarnar hjá Williami Heinesen, ið vóru hæddarpunkt, serliga “Hoyrdi tú havsins andalag”, har Aldubáran veruliga var í essinum. Men eisini í lagnum Lív, við orðum av Steintór Rasmussen gingu røddin hjá Karl Martini, tónleikurin hjá Aldubáruni og orðini hjá Steintóri upp í eina hægri eind. Lagið var ikki líka fitt sum fleiri av hinum, og hetta var jaligt. Tann markanta violin gandaði í ljóðmyndini og riggaði øgiliga væl, so tað verður spennandi at hoyra lagið á fløgu. Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen telj­ ast millum bestu føroysku songrøddirnar, og tað eru tí dugnaligar kreftir, ið framføra tónleikin hjá Pálli. Karl Martin Samuelsen sigur við Sosialin, at fløgan er liðugt upptikin, og verður í næstum ljóðblanda. Hann er væl nøgdur við úrslitið, men heldur sjálvur, at tað er sera torført at vera objektivur um tílíkt, fyrr enn man hoyrir endaliga úrslitið. Hann greiður frá at Hanus Johansen, ið ferðaðist saman við teimum á konsertferðini í heyst, hevur verið við teimum í upptøkuhølinum, og hevur virkað sum eitt slag av sangframleiðslustjóra, hann hevur lagt teimum lag á, og givið ráð um, hvussu yrkingarnar skulu tulkast. Hetta hevur sambært Karl Martini verið stór hjálp, tí Hanus er ein tann besti tulkarin av føroyskum skaldskapi. Karl Martin sigur, at tað hevur verið sera avbjóðandi at spæla saman við Aldubáruni, tað er altíð avbjóðandi at seta seg inn í nýggjar leiklutir. “Hetta er tónleikur hjá Páll, og eg havi eftir førimuni roynt at hildið meg til stílin hjá honum, hetta er tí ikki so nógv merkt av mær”, sigur Karl Martin. Karl Martin Samuelsen “Eg haldi at míni løg eru nógv meira merkt av klassiskum tónleiki. Eg skrivaði øll løgini á klaver, tí er klaverið nokkso dominerandi í ljóðmyndini. Men eisini fleiri av hinum ljóðførunum fáa gott pláss” Páll Sólstein við Sosialin eftir konsert á Bryggjuni í Keypmannahavn Karl Martin, Anna Maria og Aldubáran á fløgu ÓLASØKA Stuttligu tekningar- nar hjá Óla P verða á ólavsøku at síggja í Miðlahúsinum. FILMUR Bretskur filmur um Føroyar frá 1967 verður vístur. KONSERTIR Hesaferð verður ein góð og fjølbroytt skrá við Brekku- brothers, Brandi og Trónda Enni og Heiðrun Petersen, Sigrid Rasmussen og Gunnar Guttesen og Spælimonnunum. SKRÁ FYRI KONSERTIRNAR: Ólavsøkuaftan, 28. juli Kl. 18: Spælimenninir Kl. 20: Brandur og Tróndur Enni og Heiðrun Petersen Kl. 22: Sigrid Rasmussen og Gunnar Guttesen Ólavsøkudag, 29. juli Kl. 17: Brekkubrothers Kl. 19: Spælimenninir Kl. 22: Sigrid Rasmussen og Gunnar Guttesen Atgongumerki til konsertirnar 70 kr. Stuðlað tiltakinum hava: