týsdagur 25. juli 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 25. juli 2006
27
tíðindi
Kikhosti er ein sjúka í
andaleiðini, elvd av eini
bakteriu. Hon kemur fyri
um allan heim í øllum
aldursbólkum, men sæst
vanligast hjá børnum og
verður tí nevnd ein av
barnasjúkunum.
Sjúkan smittar illa og
spjaðist
beinleiðis
við
dropaspjaðing frá sjúkling
um, ið hosta. Hon smittar
ringast fyrstu tíðina, áðr
enn sjúklingurin er farin at
hosta í kíki. Eftir at eyð
kendu hosturíðirnar eru
byrjaðar, minkar smittu
vandin líðandi og er av 6
vikur eftir sjúkubyrjan.
Eldri fólk, ið hava havt
sjúkuna sum børn, kunnu
væl fáa hana aftur, tó nógv
linari og ofta bara við
vanligum hosta. Tey kunnu
tá bera smittuna inn á
pinku- og smábørn. Hjá
størri børnum og vaksnum,
ið eru koppað fyri kikhosta,
er sjúkan vanliga nógv lin
ari enn annars.
Børn, ið koma fyri smittu
kunnu gerast smittuberar
uttan at vera sjúk. Eru til
burðir við kikhostu í ein
um dagstovni, eiga foreldur
at komast eftir, at barn
teirra kann vera frískur
smittuberi, ið kann smitta
ikki koppaði systkin í
pinkubarnaaldri.
Royndir vísa, at pinku
børn ofta verða smittað
heima av størri systkjum,
og tí eiga fólk við krími
ella hosta at verða hildin
burtur frá ikki koppaðum
pinkubørnum
Tíðin frá smittu til sjúku
byrjan er vanliga 7-14 dag
ar. Sjúkan byrjar oftast
sum vanligt krím, og sum
frálíður kemur meira turr
ur hosti. So líðandi koma
tær eyðkendu hostaríðir
nar, har ið sjúklingurin
hostar í kíki. Uttan at anda
inn, hostar barnið uppaftur
og uppaftur í saman uttan
at náa at anda inn, so at tað
gerst bláreytt í andlitinum.
Eftir hetta kemur ein kikk
andi innanding, og seigt
slím verður hostað upp.
Eisini kann barnið spýggja.
Hesi herðindi kunnu koma
skjótt hvørjum øðrum á
baki nógvar ferðir um sam
døgrið, so at barnið gerst
púra útlúgvað.
Børn undir ½ ára aldur,
ið ikki orka at hosta í kíki,
blána, missa andan og
kunnu svíma.
Eftir 2-4 vikur minka
eyðkendu hostaríðarnir
líðandi, og sjúkan er oftast
av eftir 6 til 8 vikum, men
barnið kann framvegis
hosta í eina tíð. Hjá ikki
koppaðum pinku- og smá
børnum kann sjúkan gerast
sera álvarsom við svárum
trupulleikum at anda, so at
neyðugt er at leggja barnið
inn á sjúkrahús.
Kemur kikhosti fyri í
einum dagstovni, skulu
børn undir eitt ár sendast
heim, uttan so at tey hava
havt kikhosta ella tey áður
í minsta lagi hava fingið
fyrstu tvær kikhostakopp
ingarnar. Børn og fólk ann
ars, ið hava fingið staðfest
kikhosta, eiga ikki at hava
samband við óvard børn
undir eitt ár, áðrenn tey við
kikhosta hava fingið við
gerð við makrolidum í
fimm dagar eftir avtalu við
lækna. Smittuvandin er
lítil eftir viðgerð í fimm
dagar.
Børn við kikhosta, sum
annars ikki tykjast sjúk,
kunnu koma í dagstovn
(uttan
dagstovnar
har
pinkubørn eru) ella skúla í
tí tíðarbili, har tað fram
vegis er ein ávísur smittu
vandi. Børn mugu tó ikki
koma á dagstovn ella í
skúla, so leingi sum hosta
ríðurnar tarna andadrátti
munandi.
Kikhosti í Føroyum
Vanliga eru farsóttir
við kikhosta triðja til
fimta hvørt ár.
Talið á fráboðaðum kikhostatilburðum higartil í ár er 11. Í
2005 vóru tríggir tilburðir fráboðaðir.
Í seks førum var smittukeldan ókend. Hjá trimum var hon
eitt systkin, hjá einum helst foreldur og hjá einum annað
barn við kikhosta.
Fimm av fráboðaðu tilburðunum vóru í Tórshavnar
kommunu, hinir seks vóru staðfestir í Porkeri, Rituvík,
Fuglafirði, Sandavági, Miðvági og Sørvági.
FAKTA
Pop Top konsertin hevur
verið lopfjølin hjá fleiri
føroyskum
bólkum
og
tónleikarum, ið nú teljast
millum teir fremstu á tón
leikapallinum. Konsertin,
ið seinastu nógvu árini
hevur búleikast í Grasa
garði, er skipað sum ein
kapping,
har
vinnarin
sleppur at luttaka á Ólav
søkukonsertini.
Ofta hevur spenningurin
millum ungu tónleikararnir
verið stórur, men neyvan
nakrantíð størri enn í ár, tí í
ár er konsertin 27. juli, ella
við øðrum orðum sama dag
sum
Ólavsøkukonsertin.
Hetta merkir í roynd og
veru, at ein ungur bólkur
skal beina leið av pallinum í
Grasagarði niðan á risa
stóra pallin í Kommunu
skúlagarðinum har hann
skal framføra ígjøgnum eitt
ljóðannlegg,
sum
telist
millum tey størstu í landi
num.
Í ólavsøkuskránni er dag
festingin komin skeivt fyri,
soleiðis at prentað stendur,
at
bólkarnir
spæla
Ólavsøkuaftan, men hetta
er ikki so, rætta dagfest
ingin er 27.juli kl. 14-17.
nud
Pop Top konsertin 27.
Nú verður høvið at uppliva
ein av bólkunum, ið ikki
fekk framført á G!Festi
valinum vegna mjørka í
Vágunum. Bæði Sundiver
og Lampshade gliðu út av
skránni, men í kvøld verður
høvið at hoyra svensk/
danska bólkin Lampshade í
Café Natúr.
Lampshade hevur í fleiri
ár havt nógvar fjepparar í
Føroyum og talið er vaks
andi. Talan hevur í fleiri
førum verið um at fáa
bólkin henda veg. Lamp
shade eru á konsertferð
kring Evropa nú tey koma
til Føroya at spæla.
Bólkurin hevur fingið
ómetaliga
góð
ummæli
kring heimin, m.a. hevur
kanska mest virda tón
leikaritið í heiminum Rol
ling Stones givið bólkinum
4 av 5 stjørnum. Konsertin
hjá Lampshade á SPOT-
festivalinum fekk 5 stjørnur
í Gaffa.
Yndisliga og karismatiska
svenska songkvinnan, Re
bekkamaria, hevur skrivað
flestu sangirnar á nýggju á
nýggju fløguni, sum er ein
meistarlig
blanding
av
svenskum poppi, stórslig
num norðurlendskum larmi-
rokki og vøkrum singer/
songwriter stíli. Ljóðið
ferðast
frá
ljósum
og
innbjóðandi melodium til
rytmiskt grundaðan popp
til stórar larm spreingingar.
Heitið “Let’s Away” er tikið
frá Shakespeare og boðar
frá dýpi, ið er at finna í
forteljandi tekstunum hjá
Lampshade, sum bæði eru á
enskum,
svenskum
og
donskum.
nud
Lampshade í Café Natúr í kvøld