Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 26. juli 2006 5 tíðindi Bæði Føroya Banki og Føroya Sparikassi hava lagt at eitt gjald áljóðandi 4 krónur á, um tú tekur pengar út í eini sjálvtøku, sum ikki hoyrir til tín banka GJALD Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hevur tú eitt kort frá Føroya Banka og fert í eina sjálv– tøku hjá Sparikassinum, og tekur 100 krónur út, so fara 104 krónur av kortinum. 1. apríl í ár legði Føroya Banki eitt gjald áljóðandi 4 krónur á, um tú tókst pening út úr sjálvtøkum, sum ikki hoyra til Føroya Banka. Hálvan juni gjørdi Føroya Sparikassi akkurát tað sama. Har kostar tað eisini 4 krónur at taka pening út úr øðrum sjálvtøkum enn teimum, sum hoyra til Føroya Sparikassi. Boðini úr peningastovn– unum eru, at tað kostar bankunum eina ávísa upp– hædd, um tú tekur pening út aðrastaðni enn í tínum stovni. Áður hevur hetta ikki kostað kundanum nakað, men nú kostar tað altso 4 krónur. Tað eru teir báðir stóru bankarnir, sum hava lagt hetta gjaldið á, meðan Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi ikki hava lagt nakað gjald á enn. So um tú ert kundi har, so kostar tað onki at taka pening út líkamikið hvar tú gert tað. Men ert tú kundi í Føroya Banka ella Sparikassanum, so kostar tað 4 krónur at taka út aðrastaðni enn í teirra sjálvtøkum. Tess betur tú kennir søgu, tess betur kennir tú menniskju. Tað sigur forsetin í ISBE, Peg Saragina, sum uttan at blunka sigur, at tað er skúlin sum hevur brúk fyri vinnuni og ikki umvent RÁÐSTEVNA Orð & myndir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Peg Saragina, forsetin í ISBE, var fyrsti røðarin á pallinum eftir at løgmaður hevði sett ráðstevnuna hjá International Society for Business Education (ISBE) uppi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin mánadagin. Hon var sjónliga hugtikin av oyggjum okkara og sum tað allarfyrsta segði hon, at hon var vorðin forelskað í Føroyum. Hon hevur verið í Føroy– um seinastu dagarnar og saman við høvuðsnevndini hjá ISBE, har Heðin Samuelsen er varaforseti, hevur hon fingið síðstu tingini upp á pláss á ráð– stevnuni. Kennir tú søgu kennir tú menniskju Tað var aftan á setanina av 78th SIEC / ISBE International Conference, sum ráðstevnan í Norður– landahúsinum so fornemt eitur, at vit fingu orðið á forsetan ISBE, Peg Saragina. Á setanini vórðu luttaka– rarnir kunnaðir um, at á skránni hjá teimum dagar– nar fram til 29. juli eru átta fyrilestrar, verkskeið, seminar og framløgur. Men síðani er eisini ein rúgva av túrum og útferðum, sum luttakarnir eru partur av. Argandi spyrji eg hana, um hetta ikki meiri er hugni enn nakað annað. - Nei tað vil eg als ikki siga, smílist hon. - Vit leggja stóran dent á tað sosiala og at vit skulu fáa nógv burtur úr har, tí tað er har at týdningarmikil bond vera knýtt, sum kunnu verða grundarlag undir einum framtíðar samstarvi, sigur Peg Saragina avgjørd. - Eitt av endamálunum við ISBE er at læra øll limalondini at kenna. Og tað sigur seg sjálvt, at besti mátin at læra eitt land at kenna er við at uppliva landið, sigur Peg Saragina og vísir á, at tess betri tú kennir søgu tess betri kennir tú menniskjur. - Og nú er tað soleiðis, at vit hava við menniskjur at gera, og tí er tað helst ikki so býtt, at vit gera so nógv burtur úr tí sosiala, staðfestir hon smílandi. Dagføra felagsskapin ISBE er ein felagsskapur, sum virkar fyri samstarvi millum vinnulív og han– dilsskúlaútbúgvingar. Á okkara leiðum verður tað av mongum mett ikki at vera rætt, um stovnar og fyritøkur hava ov stóra ávirkan á einstøku skúlarnar, men tað samsvarar ikki heilt við hugsanarháttin hjá ISBE. - Vit meta at tað er av stórum týdningi, at vinnan og skúlin samstarva, tí tað er nú einaferð soleiðis, at tað er vinnan sum skal brúka tey fólkini, sum vit útbúgva og tí hevði tað verið undarligt um vit ikki samstarvaðu, greiðir Peg Saragina frá. - Tað er ikki vinnan, sum hevur brúk fyri skúlanum, men skúlin, ið hevur brúk fyri vinnuni. Tað er veruleikin hjá okkum, staðfestir forsetin í ISBE. Skúlin hevur brúk fyri vinnuni Havnin skal skína. Ser– stakliga á ólavsøku verður nógv gjørt burturúr, soleiðis at býurin kann taka seg so væl út, sum gjørligt, nú mongu ólavsøkugestirnir koma til høvuðsstaðin. Týsdagin fór sløkkiliðið í holt við at spula allar vegir í og nær Miðbýnum. Mynd: Álvur Haraldsen Forsetin í ISBE, Peg Saragina: Tað er skúlin, sum hevur brúk fyri vinnuni og ikki umvent, sigur Peg Saragina, forseti í ISBE Dagføra felagsskapin Kostar 4 kr at taka pengar út International Society for Business Education varð stovnað í 1901 í Zurich í Sveits og hevur í dag høvuðssæti í Marion í statinum Indiana í USA. Limalondini eru 20 í tali og umboð fyri 18 teirra eru savnaði í Føroyum í dag til ráðstevnu undir heitinum Learning Entrepreneurial Knowledge in Inter– national Business Edu– cation. Peg Saragina er forseti í ISBE og hevur hon verið tað seinasti árið. Hon sær tað sum sína fremstu uppgávu at dagføra felagsskapin. - ISBE er ein sera gamal felagsskapur og tí tykist hann kanska í so stirvin. Tí haldi eg tað er mín uppgáva at dagføra henda stovnin og innføra nakrar nýggjar samskiftis– skipanir og sum heild at gera felagsskapin meiri livandi og dynamiskan, sigur forsetin í ISBE. - Onkursvegna ber til at siga, at felagsskapurin enn er í 20. øld, og at tað nú er mín uppgáva at hála inn í nútíðina og yvir í 21. øld, sigur Peg Saragina. Spula allan býin