sunnudagur 30. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
25
25
Sosialurin hevur saman við Hans
Fróða Hansen, Fashion og Image
Consultant, gjørt eina fullkomna
broyting av trimum bioanalytikarum,
sum starvast á Landssjúkrahúsinum.
Tær hava fingið serkøna ráðgeving
innan klæðir, litir, hár og annað, sum
hóskar teimum best
Til at fremja broytingina hava vit sett
eitt toymi av serfrøðingum innan
ymisk øki saman. Í toyminum stendur
Hans Fróði Hansen á odda, og síðan
eru Karin Sólsker, hárfríðkanarkvinna,
og Elisabeth Johannesen, make-up
artistur.
Damurnar – Laila Rajani Færø,
Sólrun Wardum og Tóra Holm
Jacobsen – vóru dagsins offur. Tær
eru allar í 30’unum og starvast á
Landssjúkrahúsinum.
Hans Fróði Hansen er vorðið eitt kent navn bæði í Føroyum, Íslandi og longri úti í heimi. Hann arbeiðir innan mótaheimin og hevur
úr at gera við at ráðgeva innan móta, stíl og vælveru
Navn: Sólrun Wardum
Bústaður: Tórshavn
Aldur: 38
Starv: Bioanalytikari á
Landssjúkrahúsinum
Hjúnastøða: Gift
Børn: Katrin (11), Bartal (9) og
Rakul (3)
FAKTA
Navn: Tóra Holm Jacobsen
Bústaður: Tórshavn
Aldur: 33
Starv: Bioanalytikari á
Landssjúkrahúsinum
Hjúnastøða: Støk
Børn: Tvey
FAKTA
Navn: Laila Rajani Færø
Bústaður: Hoyvík
Aldur: 31
Starv: Bioanalytikari á
Landssjúkrahúsinum
Hjúnastøða: Gift
Børn: tvey (2 og 4 ár)
FAKTA
?
Laila Rajani Færø
Hví hevur tú hug at vera við til
broytingina?
– Tað er stuttligt at vera við
og síggja, hvussu onkur
fremmandur ætlar at broyta meg.
Tað hjálpir eitt sindur, at vit eru
tríggjar.
Hvat hevur tú møguliga hug at
broyta?
– Eg kundi gott hugsað mær ein
meira fjølbroyttan klædnastíl
– verði klædd meira fín viðhvørt.
Somuleiðis kundi eg væl hugsað
mær at fingið nøkur góð ráð.
Hvat væntar tú?
– Eg rokni ikki við tí heilt stóru
broytingini við hárinum, tí nú
havi eg stutt hár. Eg fái helst
onkra smarta »havnafrisýru«. Og
so skal eg helst í okkurt feminint
við spískum skóm.
Ert tú nervøs?
– Nei, tað eri eg ikki. Eg havi
ongantíð verið bangin fyri at
royna eina nýggja frisýru.
?
Sólrun Wardum
Hví hevur tú hug at vera við til
broytingina?
– Tað er stuttligt at royna okkurt øðrvísi.
– At lata onkran annan avgera, hvussu
eg kann síggja út.
Hvat hevur tú møguliga hug til at
broyta?
– Eg eri við uppá nógvar broytingar,
men serliga havi eg hug at broyta hárið.
Hvat væntar tú?
– Vónandi verður hetta ein spennandi og
stuttligur dagur. Eg gleði meg at síggja,
hvussu eg fari at síggja út, tá dagurin
er liðugur. Men serliga eri eg spent at
síggja mínar starvsfelagar.
Ert tú nervøs?
– Nei – tvørturímóti. Eg gleði meg.
?
Tóra Holm Jacobsen
Hví hevur tú hug at vera við til broytingina?
– Eg haldi, tað er stuttligt at onkur broytir meg fullkomiliga. Tað
er ikki ofta, at ein fær møguleika til tess.
Hvat hevur tú møguliga hug at broyta?
– Eg havi serliga hug til at broyta hárið.
Hvat væntar tú?
– Eg vænti mær eitt positivt, stuttligt og minniligt upplivilsi. Og
so nýtt hár sjálvandi.
Ert tú nervøs?
Nei, eg eri als ikki bangin. Eg eri bara sera spent.
Áðrenn
Lagt til rættis: Lív Højsted Horsdal • Myndir: Jens K. Vang, Lív Højsted Horsdal og Hans Fróði Hansen
Tríggjar nýggjar kvinnur
➘
Laila
Sólrun
Tóra