Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 27 vikuskifti 27 At enda fóru vit í miðbýin í Havn, har myndamaðurin fekk nakrar góðar myndir av »nýggju« kvinnunum Aftaná ! Laila Rajani Færø Hvussu ert tú nøgd við úrslitið? – Eg eri væl nøgd við frisýruna. Kanska hárið er ov høgt omaná, men mær dámar væl, at nógv er klipt av síðunum. Klæðini dámar mær somuleiðis væl. Tey eru summarslig og fitt, men eg hevði tó ongantíð dugað at keypt mær tey sjálv. Ætlar tú at halda broytingina við líka? – Eg fari at royna, men tað er ikki vist, at eg klára tað. Kundi tú funnið uppá, at gingið soleiðis dagliga og keypt slík klæðir? - Eg fari at keypa mær klæðini. Men hvussu ofta eg fari at ganga í teimum, veit eg ikki. Hvat søgdu familjan, starvsfelagar og vinir tínir? – Tey flestu halda, at hárið er smart, og at eg síggi gott út við smyrsli. Hvussu var tað at standa framman fyri myndamanninum? – Tað var ikki serliga stuttligt. Men tað var gott, at vit vóru tríggjar. Vit hjálptu hvørjari aðrari. Og tá vit endiliga stóðu har, kundi eg líka so gott bara koyra á. Hvussu hevur tú í høvuðsheitum upplivað dagin? - Tað var ein sera spennandi og hugnaligur dagur. Eisini stuttligt at síggja Tóru og Sólrun broyta útsjónd. Angrar tú tað? – Nei, eg angri tað ikki. ! ! Sólrun Wardum Hvussu ert tú nøgd við úrslitið? – Eg eri væl nøgd við úrslitið. Ætlar tú at halda broytingina við líka? – Eg ætli mær í øllum førum at royna at halda broytingina við líka. Kundi tú funnið uppá at gingið soleiðis dagliga og keypt slík klæðir? – Eg kendi meg eitt sindur veitsluklædda, og í tí dagliga vildi eg heldur valt einar kovboybuksur. Men um veðurlagið hjá okkum hevði verið heitari, høvdu hesi klæðini kanska verið ein møguleiki. Hvat søgdu familjan, starvsfelagar og vinir tínir? – Øll hava verið positiv og sagt, at broytingin klæðir mær. Fleiri hava spurt um krúllurnar eru mínar egnu, tí fyrr hava tær ikki verið so sjónligar, men við hesari klippingini, koma tær veruliga til sjóndar. Hvussu var tað at standa framman fyri myndamanninum? – Tað var eitt tað ringasta, og so skuldu vit enntá spáka á gongugøtuni, meðan myndir vórðu tiknar! Onkrar stuttligar viðmerkingar eru komnar frá fólki eftir hetta. Hvussu hevur tú í høvuðsheitum upplivað dagin? – Ein super dagur. Tað er ikki á hvørjum degi, at serkøn fólk taka sær av einum »frá top til tá«. Angrar tú tað? – Nei, als ikki. Tað hevði enntá verið stuttligt at roynt tað aftur. Tóra Holm Jacobsen Hvussu ert tú nøgd við úrslitið? – Eg eri væl nøgd við úrslitið. Ætlar tú at halda broytingina við líka? – Eg átti í øllum førum at hildið hárið við líka og vitjað hárfríðkanarstovuna oftari. Tað kundi eisini hent seg, at eg koyrdi eitt sindur meira av smyrsli á, tá eg skal til okkurt serligt. Kundi tú funnið uppá at gingið soleiðis dagliga og keypt slík klæðir? – Eg eri ikki ein persónur, sum dagliga gongur nógv í niðurdeili ella kjóla. So nei, eg kundi ikki gingið soleiðis dagliga. Hvat søgdu familjan, starvsfelagar og vinir tínir? – Øll mundu svímað, tá tey sóu meg við smyrsli á, tí eg havi ongantíð smurt mær. Tey hildu, eg riggaði sera væl. Hvussu var tað at standa framman fyri myndamanninum? – Eg rodnaði eitt sindur. Hvussu hevur tú í høvuðsheitum upplivað dagin? – Tað var ein sera stuttligur og ikki minst spennandi dagur. Angrar tú tað? Nei, eg angri einki. Tóra Holm Jacobsen Hár: Hárið hjá Tóru er klipt í nógvum hæddum og runda av framman. Somuleiðis hevur hon fingið nakrar frískar, ljósar og brúnar strípur í hárið: - Áðrenn var hárið bara í einari longd og bert ein lit, men við hesari hársetanini er Tóra nógv meira spennandi at hyggja at, sigur hárfríðkanarkvinnan, Karin Sólsker. Smyrsl: Tóra hevur ongantíð í lívinum smurt sær ella nippað brýr. Tískil hevur Elisabeth Johannesen, Make-up artistur, ikki lagt ógvusligt smyrsl á Tóru: – Eg havi lagt eitt tunt lag av brúntkremi á alt andlitið, síðan legði eg ein ljósan eygnaskugga á eygnalokið og brúnan eygnaskugga á globustrikuna. Somuleiðis havi eg lagt ljóst glitur á alt eygnalokið í somu litum, sum eygnaskuggarnir eru lagdir. Á vøkru og longu vippurnar hjá Tóru havi eg smurt eina vakra, brúna maskara. At enda havi eg gjørt deiligu Dolly Parton varrarnar hjá Tóru. Fyrst teknaði eg við einum húðarlittum blýanti runt um varrarnar, síðan legði eg eina ljósareyða varrastift og káman eygnaskugga mitt á varrarnar, sigur Elisabeth Johannesen. - Eg havi bara tvær ferðir í lívinum verið smurd. Og tá var eg fjúrtan ára gomul. Eg eigi onga maskara, varrastift ella annað smyrsl. Tað er stuttligt at verða smurd, men tað kennist tó sum, at eygnalokini viga fleiri kilo, sigur Tóra. Laila Rajani Færø Hár: Hárið hjá Lailu er klipt flatari, men kortini í tottum, so meira lív er í. Somuleiðis hevur Laila fingið nakrar knallreyðar lokkar í hárið. – Alt í alt meira vilt og festligt. Smyrsl: – Laila hevur eina pena og nokk so myrka húð, so eg havi bara lagt eitt tunt lag av brúntkremi á andlitið, sigur Elisabeth Johannesen, make-up artistur, og hon leggur afturat, at á alt eygnalokið hevur Laila fingið reyðbrúnar eygnaskuggar. Myrka kolstift runt um eygað og svarta maskara á vippurnar. Á varrunum hevur Laila bara klárt lipgloss og brúnan eygnaskugga mitt á. Kinnbeinini hava eisini fingið eitt stroy av ljósareyðum kinnareyða. Sólrun Wardum Hár: Sólrun hevur fingið eina sjokulátabrúna tóning í alt hárið. Hárið er klipt niður í ein spíss aftanfyri og asymmetriskt í nakkanum: – Somuleiðis havi eg klipt ymisk øki úr tjúkka hárinum hjá Sólrun, so hárið verður lættari, sigur hárfríðkanarkvinnan, Karin Sólsker, og hon leggur afturat, at hon hevur slættað hárið hjá Sólun ovast á høvdinum, meðan krúllurnar veruliga koma fram niðanfyri. Smyrsl: Elisabeth Johannesen, Make-up artistur, hevur lagt eitt pent dagsmyrsl á andlitið á Sólrun. – Eg havi lagt eitt tunt lag av brúntkremi á alt andlitið, síðan legði eg ein ljósabrúnan eygnaskugga á alt eygnalokið, gráan eygnaskugga á globustrikuna og silvurgráan eygnaskugga við brýrnar. Somuleiðis havi eg lagt ein blágrønan eygnaskugga niðan við eygnalokið. Vippurnar eru smurdar við svartari maskara, greiðir Elisabeth frá.