sunnudagur 30. juli 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 143 - 27. juli 2006
Kunngerð um ferðslu á
Ólavsøku 2006
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag 28. og 29. juli frá kl. 1400 til næsta morgun
kl. 0800 verða hesar broytingar í ferðsluni:
Bilferðsla er ikki loyvd, eftir Kopargøtu, á Áarvegnum og niðan á Vaglið,
í N. Finsensgøtu frá Vaglinum og niðan til AUTO, ella í Mylnugøtu.
Parkering er heldur ikki loyvd á hesum økjum.
Vanlig bilferðsla er ikki loyvd tvørtur um Niels Finsensgøtu á
vegamótinum Bøkjarabrekka/Steinatún, undantikið eru hýruvognar,
Buss- og Bygdaleiðir.
Um hetta vegamót gongur støðugt nógv fólk, tí má koyrast við størsta
varsemi.
Í Niels Winthersgøtu, í Steinatúni og í Bøkjarabrekku er loyvt
hýruvognum at søkja hýru.
Meðan kappróðurin fer fram Ólavsøkuaftan, er Eystara Bryggja stongd
fyri vanligari bilferðslu frá Kongabrúnni til Jónas Broncksgøtu frá kl.
1400 til kl. 1900.
Á parkeringsøkinum á Bursatanga er ikki loyvt at parkera frá 27. juli kl.
2000 til 29. juli kl. 0900.
Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn er stongd fyri vanligari
bilferðslu.
Ólavsøkudag, frá kl. 1000 til kl. 1400, verður øll ferðsla um Vaglið órógvað
og ikki kann roknast við, at koyrandi verður eftir Mylnugøtu, Áarvegnum
um Vaglið v.m. Vegna skrúðgongu úr Føroya Løgtingi í Dómkirkjuna og
aftur
Tórshavn, hin 25. juli 2006.
Politiið
lýsingar
Hondbóltsamband Føroya
Eykaaðalfundur verður í ÍSF húsinum leygardagin
2. september 2006 kl. 10.00
Starvsnevndin
i