Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 22. desember 2000 31 30 Nr. 247 - 22. desember 2000 gult cyan magenta svart Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlagi- num, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vóru ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stóð gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dá- vids staði!« Luk. 2, 8-11. Jólini standa fyri durunum, hendan væl- signaða hátíðin, sum ber gleði og jóla- hugna inn í heimini; fólk stákast, vaska, baka, prýða stovur, køk, kømur og annað, sum kann skapa jólahugna, serliga har sum børn eru, hetta kann alt samalt vera gott og gagnligt til gleði fyri børn og vaksin; men tað sonnu jólagleðina kann hetta ongantíð skapa, hetta er bert nakað sum er uttaná, sjálvt um muður lær, kann hjarta gott gráta, tí at tað er bert eitt, sum er neyðugt til tess at skapa sanna jólagleði í hjørtum og heim- um okkara, tað er at vit opna hjørtu og heim okkara fyri Jesusi, soleiðis at hann verður jólagestur okkara, tá fáa vit veruliga jólagleði, sum varir við alt lív okkara. Um hetta skal eydnast fyri okkum, so mega vit leggja leiðina um Golgata, tí tað var jú har, at Jesus ofraði seg í okkara rúm og stað, tá ið hann rópti, tað er fullgjørt! Tá hendi nakað so undursamt, at hann sum var føddur í fjósinum í Betlehem, lat seg negla til krossarplankan á heygnum Golgata, har øll okkara synd var sónað, øll okkara skuld goldin, skuldarbrævið liggur við krossins fót og bíðar eftir okkum; um vit kenna syndabyrðuna tyngja, og boyggja okkum niður við krossins fót hjá Jesusi, og har biðja um fyrigeving fyri allar syndir okk- ara, tá føðist ein gleði og tøkk í hjørtum okkara, til hansara sum doyði á krossinum reis upp aftur páskamorgun; hendir hetta í lívi okkara, fáa vit sanna jólagleði, sannan jólafrið í hjørtum og heimum okkara. »Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu«. Og í somu stund var hjá eingli- num ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: »Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!« Luk. 2, 12-14. Hesin gleðiboðskapur, sum ljóðaði hina fyrstu jólanáttina uttanfyri Betlehem náddi eisini okkara smáu oyggjar her úti í atlants- havið fjart frá fløtunum har hirðarnir hoyrdu hesi lívsælu tíðindini; eisini vit fingu hesi tíðindini og sostatt kunnu vit eisini leggja uppí tann himmalska lovsong- in, sum einglarnir sungu um frelsarin sum var føddur í fátæka fjósinum í Betlehem. Um vit sum áður sagt opna hjørtu og heim okkara fyri hesum frelsara, so kunnu vit við gleði halda jól, hendan gleðin um jóla- boðskapin føðist í hjørtum okkara við trúgv á Jesu Kristi náði og ongum øðrum. Tíðanverri eru tað mong sum royna at skapa gleði og jólahugna við rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum (eiturevni); nei, rús- drekka skapar ongantíð nakran hugna, tvørtur ímóti skapar tað trupulleikar innan- hýsis og uttandura, familjulívið verður skert; mamman kanska roynir at gera alt so hátíðarligt og hugnaligt fyri familjuna sum yvirhøvur gjørligt, so verður alt oyðilagt av brennivíni, fløskan verður miðdepulin í øllum jólahaldinum, tá er mong ein mamma og mangt eitt barn vónsvikið; nei góðu tit, latið jólini verða rúsfrí, soleiðis at familjan kann hugna sær saman, og sum áður sagt fleiri ferðir, opnið hjørtu og heim tykkara fyri jólaboðskapinum soleiðis at tit sameind kunnu fagnað jólunum, og harvið fagnað honum sum jólini bera boð um. Síðani vil eg enda við einum jólasálmi, sum eg havi yrkt til jólini 2000. Gleðilig jól og gott nýggjár í Jesu navnið. Jólasálmur Lag: Fagur himin er at sjá. Bf. 20. Dk. 35,36 Stjørna bjørt á himni hátt, lýsti fornu jólanátt; einglasongur hoyrdist ljóða, ber boð frá Gudi góða! :,: Frelsarin nú føddur er.:,: Hirðar sótu fylgjum hjá, einglasong teir lýddu á; alt so fagurt var at skoða, himmalin við stjørnuloga. :,: Barnið føtt í fjósið var.:,: Gleðiboð so sæl og góð, menniskju so glað og fróð; jólagleði, jólafriður, er frá Gudi komin niður. :,: Jesus, frelsa heimsins er.:,: Barnaeygu glógva bjart, nú er ljóst, har fyrr var svart; lovsongur á mannatungum, ljóðar enn frá gomlum, ungum. :,: Eins og fyrstu jólanátt.:,: Jól vit halda enn í dag, syngja øll av hjarta glað; tí at barnið, føtt í fjósið, er tað sannað bjarta ljósið. :,: Lýsir heim í páradís.:,: Jesus kom tú til oss inn, fyll várt hjarta, sál og sinn; við tí gleði, hirðar fingu, tá teir inn í fjósið gingu. :,: Sóu Jesusbarnið har.:,: Kjartan Stakksund Sonn jólagleði – Gleðiboðini til hirðarnar Skurðgudar Eitt land yvirfylt av skurðgudum í alskyns skapum og litum ymiskir í sinn og skinn sat har í díkinum var eitt við óhumskuna bað meg geva sær ein lítlan vatndropa gekk framvið sá, hoyrdi, tevjaði meg eg hevði ikki stundir skuldi nakað annað altíð á ferð til nakað annað tó onki dróg meg til onki hevði skund eins og ein orkan sópar alt undan sær oyðir alt í øllum telgdi skurðgudar yndisligar, fagrar gjørdi teir livandi í deyðans dali í deyðans líki hesir píningarnir fylla allan vesturheimin men við eitt var gáloysin dýrabæran skurðgud eg misti fór rekandi oman eftir ánni út av fossinum hvarv í dýpið ein av mínum materalistiska hugsunnarhátti fór fyri skeyti sorgin nívdi fast tútbrølandi heim til onki byrjaði aftur at telgja skurðgudar enn fagrari enn áður fleiri og fleiri í dagar, vikur, ár uttan íhald bleiv so niðurboygdur eins og ein gjørð fór á rull steðgaði ikki aftur út av fossinum sama veg sum skurðgudurin innar í tómleikan skurðgudar í øllum líki hábærsligir og hástórir gingu aftur allastaðnar úr einum stað í annað og aftur eins og teir óminnisdrykk høvdu drukkið eins og særdir hvalir aftur á blóðið eins og støðuvatn- deyðavatn súrevnistrot var ikki drekkandi smakkaði illa rotinskapur onki lív stórar mongdir og stór hol styrkin í skurðgudunum steindeyðir sóu eins út bæði í sinn og skinn sótu altíð í fremstu røð á ovastu rók fekk tað destruktiva hugskot blaka teir á bláman og gloyma byrja av nýggjum eg dugi jú annað enn telgja skurðgudar frameftir skoða av rennandi løki drekka rennur í stríðum streymum leskiligt drekkivatn balsam fyri sál og likam niður at húka og síðan drekka stóð har aftur bað meg drekka eg játtaði sá, hoyrdi, tevjaði tástaðni gav eg tí tysta eitt glas av frískum, rennandi kelduvatni skurðgudarnir vóru burturbeindir vorðnir til beinagrindir ein vælsigna sæla tess ásjón geislaði um allan heimin tó eftir sótu gamalmennini og telgdu sær skurðgudar jú fleiri og fleiri sum árini gingu krøkja seg fastan í hesar skurðgudar eins og maður í havsneyð einasta bjargingarbelti úr eygum teirra lýsti tómleikin tá humanisman vorðin til materialismu má eg steðga á og venda við aftur byrja av nýggjum á røttu ljósins leið materialistiski gudurin bert eitt í hyggju hevur hans einasta mál sprænir eitur oyðir og leggur alt í sor men illanstíð eg reisist á føtur skoði sólarroðan í eystri av sonnum frælsur tá eg verði eg stóð eftir einsamallur burtur úr ongum bleiv nakað lívið vendi aftur eg bleiv heilur óhumskan hvarv reinleikin fann veg av sonnum skurðgudar í mannalíki ein drepandi sótt fann meg sjálvan fekk sálarfrið hvønn morgun fyllist av kærleika Jú sanniliga er lívið dásamligt, fagurt, spennandi uttan skurðgudar. Des. 2000 Sólmundur Joensen FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO ✰ Tlf. 311956 ✰ www.in.fo/havnarbio Undanfrumsýning Fríggjadagin 22.12. kl. 2300 Leygardagin 23.12. kl. 2300 Frumsýning 2. jóladag 26.12. kl. 1930 2. jóladag 26.12. kl. 2145 Mikudagin 27.12. kl. 1930 Mikudagin 27.12. kl. 2115 Frumsýning 2. jóladag 26.12. kl. 2100 2. jóladag 26.12. kl. 2400 Mikudagin 27.12. kl. 2100 Mikudagin 27.12. kl. 2400 Fríggjadagin 22.12. kl. 2015 Fríggjadagin 22.12. kl. 2230 Leygardagin 23.12. kl. 2015 Leygardagin 23.12. kl. 2230 2. jóladag 26.12. kl. 2330 Mikudagin 27.12. kl. 2330 Frumsýning 2. jóladag 26.12. kl. 1600 2. jóladag 26.12. kl. 1745 Mikudagin 27.12. kl. 1600 Mikudagin 27.12. kl. 1745 Fríggjadagin 22.12. kl. 2100 Leygardagin 23.12. kl. 2100 2. jóladag 26.12. kl. 1900 Mikudagin 27.12. kl. 1900 Fríggjadagin 22.12. kl. 1830 Leygardagin 23.12. kl. 1830 2. jóladag 26.12. kl. 1630 Mikudagin 27.12. kl. 1630 Fríggjadagin 22.12. kl. 1800 Leygardagin 23.12. kl. 1800 Seinasta sýning Ímynda tær eina verð við ongum sjúkum, sum ikki kunnu lekjast… ein heim, har djórasløg ikki longur eru hótt, har hungursneyðikki longur er til, har handlarnir eru á tremur við gen-viðgjørd- um mati, og har medi- sinsku royndarstovurnar hava stórar goymslur av gøgnum, sum eru klár at flyta yvir í kroppar, sum hava brúk fyri teimum. Ein heimur so fram- komin, at kelidjór kunnu verða klónað og enntá framleidd, so tey hóska til inrættingina í húsu- num hjá tær. Ein heimur, har virtuella daman hjá tær er framleidd júst eftir tínum ynskjum… ein undrun-arsamur heimur, har tað, sum menniskjað hevur arbeitt fram ímóti síðani tíðarinnar morgun umsíðir er komið undir land – ódeyðiligheit. Men í hesum heimi í nærmastu framtíð, har vísindin hevur vent fik- tion til fakta, hevur tøkn- in eina myrka síðu. Sjálvt um tað er forboði sam- bært sættadagslógini, brúkar ein kensluleysur maður sína framkomnu gentøkni til at klóna menniskju til egnan vinning… The 6’th Day HAVNAR BIO ynskir øllum við- skiftafólkum sínum eini gleðilig jól Vit eru við Tikaradjóri- num Hundrametraskógini, har hann saman við øllum vinum sínum ger um seg. Ikki øll eru fegin um káta lyndi hjá tikaranum, og meðan hann fegin ger sítt lupti luper super duper lop, illneitast hini alt meira. Peter Plys fær ikki savn- að nóg mikið av hunangi til veturin, Grislingurin fær ikki nóg mikið av brenni og Asnin hevur brádliga einki hús. Alt or- sakað av Tikaradjórinum. Lítla kengurubarnið roynir tó at troysta Tikar- an, og fyri at hjálpa verður lurtað eftir, hvat hin klóka Uglan hevur at siga. Hesin tosar um at finna røtur sínar og ættartræið, og fyri at finna familju sína, fer tikarin nú úr at finna hetta træ. Træ er tó sjálvandi einki at finna, tí Tikarin hevur misskilt alt hetta, men tað kemur tó kortini ein stuttlig søga burturúr. Tigerdyrets familiefest Hvussu er tað, vit siga í brúdleypum? Hugsa ikki um tað sum at fáa sær ein maka, hugsa um tað sum at gerast ein góður ver- pápi! Greg hevur funnið sín lívskærleika í Pam Byr- nes. Beint áðrenn hann skal fríggja til hana, fatar hann, at hon er ein rætti- liga babbasagenta, og at tað verður lættari at hand- taka pápan um hond henn- ara. Og so hóskar tað so væl, at tey eru boðin á vitj- an – tey skula í brúdleyp hjá lítlsystir. Men óheppið er tað kortini, at Greg missir kuffertið við klæðum og trúlovilsisringinum. Tað ger tað heldur ikki lættari, at Pam helost við fjala, at tey búgva saman, at greg verður noyddur til at goyma sigarettirnar undir vitjani, at hann »bara« er sjúkrahjálpari, meðan brúdgommurin hjá lítlu- systur er lækni – við góð- um úrslitum., at pápi Pam elskar kettur, meðan Greg er hundamenniskja, at Greg kemur at gera ymiskt »óheppi«, so sum at fáa septiktangan at flóta yvir, kemur at sleppa kettuni út, so hon stingur av, og kem- ur at seta eld í brúðar- pavilliongina. Sum um tað ikki var nóg mikið við øllum hesum ólukkunum, so letst kom- andi verfaðirin als at dáma komandi versonin. Tá vit so hava í huga, at tað er Robert DeNiro, sum hevur høvuðsleiklutin sum pápin, so er skilligt, at tann neyðars Greg, ið Ben Stiller leikar, verður eitt sindur fjálturstungin. Meet the Parents vísir øllum ungum teirra ringastu marru: At møta verfor- eldrunum – kortini rætti- liga humoristiskt… Meet the Parents