sunnudagur 30. juli 2006síða 51
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
53
tíðindi
a
Pirates of Carribean 2
Hósdag
27.07
kl. 19.30
kl. 22.45
Fríggjadag 28.07
kl. 23.00
Leygardag 29.07
kl. 23.00
Sunnudag 30.07
kl. 22.30
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Mongum eru forløg slík – Skilnaðarstund
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
UMMÆLI:
Tvey møtast. Síðani
kemur tíðin har tey flirta,
fáa telefonnummur
hjá hvørjum øðrum.
Síðandi ein tíð har tey eru
nýforelskaði. Eydnurík
ung fólk, ið flyta saman.
Alt er sum tað skal. Flotta
dreymaíbúðin, ið hann
(Gary) renoverar, og
hon inrættar. Hon hevur
góðan smak, arbeiðir í
einum gallaríi, og setur tí
dám á innrættingina av
íbúðini. So er alt perfekt,
ella?
Ummæli
Kim Simonsen
Myndin av vakra parinum er sum
ein glansmynd úr einum blaði sum
Bo Bedre ella Alt for Damerne,
ella skuldi man sakt Kvinna? Ung
forelskaði fólk, ið búgva nærum
perfekt. Síðandi kemur tíðin, har
tey møta verfamiljunum. Her er
umráðandi, at alt eisini gongur
sum eftir ánni og fasadan heldur,
men júst her snáva tey bæði. Her
fara tey, ið fyrr vóru so góð, Gary
og Brooke, at hugsa um hvussu
nógvar ringar síður hin hevur. Tá
so gestirnir eru farnir enda tey við
at fara at skeldast illa og nærum til
hendurs.
Tað ringasta við hesum fólkunum,
er at tey duga sera illa at skeldast.
Og sum so ofta í dag, so skal
sera lítið til hjá modernaða
menniskjanum áðrenn hjúnarband
og forhold verða til burturkast
á køstinum, har særdar kenslur,
einsemi og sorg finnast. Men
mótgongd er eisini ein partur
av lívinum, men hesin parturin
passar illa við Alt for damerne
veruleikan, og verður ikki toldur,
so heldur skiljast enn at byggja á
sátt og semju. Heldur enn at loysa
problemir, loysir menniskja í dag
ofta eina slíka støðu við at finna
sær onkran annan, men her byrjar
alt ummaftur, at brúka og blaka
burtur gerðast ikki ein gleði, men
ein lagna og ein vanlagna.
Ein anti-romantiskur filmur
Her er eingin semja, eingin blíðkast
og eingin forsónast. Við eitt er
bert spurningurin, hvør skal hava
íbúðina? Tey sum elskaðu hvørt
annað eru fíggindar, sum bert tey
sum elskaðu hvørt annað kunnu
vera tað. Við eitt er íbúðin ein
vígvøllur, har hin eini parturin
spælir poker og hin syngur við
einum kóri. Bæði royna at gera hin
svartsjúkan, hesi fólkini hava einki
gott at bera hvørjum ørðum og tey
pína hvørt annað, tí tey pínast av
støðuni. Hesin fólkini eru komin til
endan á einum virðiligum lívi, ein
og hvør sálarfrøðingur kundi víst
teimum á, at tey liva eitt týnandi og
avskepla lív.
Gary roynir at spyrja vinirnar á eini
barr, um hvat er galið. Brooke tosar
við sínar vinir og stjóran hjá sær, ið
altíð veit hvat er gali við monnum
og hvat er gali við kvinnum.
Men kunnu hesu særdu menniskju
Gary og Brooke finna saman
aftur, finna tað aftur, ið var
teirra forhold? Hetta er líkasum
spurninguirin í øllum filminum, ið
eg ikki skal avdúka svarið til her.
Vaughn og Aniston
Vince Vaughn, ið spælir Gary, er
ein góður sjónleikari og við hesum
filminum er hann enn einaferð í
góðum formi. Um Jennifer Aniston
sum Brooke er nakað serligt veit eg
ikki, dugi illa at meta um hendan
sjónleikaran, ið eg síggi ov ofta.
Haldi at Vaughn og Aniston er eitt
løgi filmpar. Altíð eru tað hesi løgi
filmparini. Eru tað ikki Nick Nolte
og Julia Roberts, so eru tað Winona
Ryder og Richard Gere, ella Alicia
Silverstone og Benicio Del Toro,
men hin vegin so er lívið fylt við
avbjóðingum, møguleikum, sorg,
kærleika, gleði og løgnum.
Filmurin er í støðum undirhaldandi,
men líkasum alt annað vanligt
amerikanskt mainstream undirhald
er tað, so gloyma vit skjótt hendan
filmin.
3 stjørnur av 6
Garfield
Hósdag
27.07
kl. 15.30
kl. 17.30
Fríggjadag 28.07
kl. 17.00
kl. 19.00
kl. 21.00
Leygardag 29.07
kl. 17.00
kl. 19.00
kl. 21.00
Sunnudag 30.07
kl. 17.30
kl. 19.30
TÍÐIRNAR:
MED
DANSK TALE
WWW GARFIELD2 DK
WWW GARFIELD2 DK
Aqvamarine
Hósdag
27.07
kl. 17.45
kl. 20.00
Fríggjadag 28.07
kl. 23.30
Leygardag 29.07
kl. 23.30
Sunnudag 30.07
kl. 22.00
DISTRIBUERET AF UIP
WWW.UIP.DK
©DISNEY ENTERPRISES, INC
WALT DISNEY PICTURES
PRÆSENTERER
The Break-up
Fríggjadag 28.07
kl. 18.30
kl. 20.45
Leygardag 29.07
kl. 18.30
kl. 20.45
Sunnudag 30.07
kl. 18.00
kl. 20.15
FRUMSÝNING