mánadagur 31. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 144 - 31. juli 2006
Eitt fulltíðarstarv í Heimarøktini og Serforsorgini,
innan lønar- og starvsfólkaøki er leyst til setan frá
1. okt. 2006 ella skjótast tilber.
Setanarstaður er Heimarøktin og Serforsorgin,
Meginskrivstovan.
Uppgávurnar sum starvsfólkið kemir at hava
um hendi eru:
• Setanarbrøv til starvsfólk fyri allar deildir innan
øki.
• Innplasering sambært sáttmála
• Málsviðgerð í sambandi við lønar- og starvs-
fólkamál
• Leiðbeina og ráðgeva starvsfólki í sáttmála-
spurningum
• Taka lut í arbeiðinum við vaktplanskipanini
og arbeiðinum í samband við nýggju lønar-
skipanina
• Avgreiða lønir til útgjald.
• Ráðgeva leiðsluni í lønar- og starvsfólkamálum
og sáttmálaspurningum
Førleikakrøv:
• Viðkomandi útbúgving
• Hollar royndir at arbeiða við lønun- og
starvsfólkamálum innan almennu fyrisitingina
• Dugir at arbeiða skipað og miðvíst
• Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og
tvørfakliga
• Góð samstarvsevnir og vera før/ur fyri at arbeiða
undir skiftandi umstøðum.
• Góðan røkiskap.
• Dugir væl at samskifta bæði skrivliga og
munnliga
Vit kunnu bjóða:
• Eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv við
møguleikum fyri førleikamenning
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Eitt arbeiðsumhvørvi har pláss er fyri látri
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Tú kanst fáa meira at vita við at venda tær til Sólvør
Simonsen ella Ingrid Gregersen, lønardeildina, á
telefon 304014 og 304009.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmælum
v.m. skal sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Eirargarður 2, 2 hædd
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað: Virkandi stjóra, Regin Johansen
Umsóknarfreist: 15. august 2006
Heimarøktin og SerForSorgin
Starvsfólk
VinnumálaráÐiÐ
Vinnumálaráðið søkir eftir
løgfrøðingi til avloysarastarv
Fyri løgfrøðing í farloyvi søkir Vinnumálaráðið
eftir løgfrøðingi. Talan er um eitt fulltíðar
barsilsavloysarastarv frá 18. september 2006 og 6
mánaðir fram við møguleika fyri leingjan.
arbeiðið
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru:
• At veita landsstýrismanninum og stjóranum
løgfrøðiliga ráðgeving
• At gera uppskot til lógir og kunngerðir
• Málsviðgerð
• Kæruviðgerð
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv
(cand.jur.). Umsøkjarar, ið hava staðið bachelor
útbúgving í løgfrøði, eru eisini vælkomnir at søkja.
Umsøkjarar skulu duga føroyskt og enskt væl,
umframt at umsøkjarar skulu hava kunnleika til
EDV.
Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag
Føroya. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og
stovnar undir Vinnumálaráðnum, umframt onnur
stjórnarráð.
Umsókn, saman við prógvum, CV, viðmælum o.ø.,
skal verða send til
Vinnumálaráðið
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Freistin at søkja er mánadagin 14. august 2006.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Arna Poulsen, stjóra, tlf. 356070.
lýsingar
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið