týsdagur 1. august 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2006
33
tíðindi
Marknaðarrák
Higartil í ár hava miðbank
arnir havt ein stóran leiklut
í tí, sum er farið fram á
virðisbrævamarknaðunum.
Amerikanski tjóðbankin
hevur rentufund í næstu
viku. Tey, ið meta at rentu
hækkingarnar, ið hava verið
trúgvar síðan 2004, fara at
steðga, verða fleiri og fleiri.
Hesi fingu meira vind í segl
ini í farnu viku. Tá varð
kunngjørt, at amerikanski
búskapurin vaks 2,5% p.a. í
2. ársfjórðingi, og hetta var
væl minni enn væntað. Hetta
fekk partabrøv at hækka
1%-2%. Av hesum sæst, at
partabrævamarknaðurin í
løtuni leggur størri dent á
møguleikan fyri, at rentu
hækkingarnar steðga, enn
á at ferðin á búskapinum
er minni enn væntað. Vit
hava fyrr skrivað um, at tá
rentuhækkingarnar enda,
fara partabrøv væntandi at
hækka meir. Tó kann vera, at
Fed hækkar rentuna einaferð
aftrat, tí prísvøksturin hækkar
enn. Evropiski miðbankin,
ECB, fer væntandi at hækka
rentuna hósdagin, so hon
kemur upp á 3%.
Lánsbrævarentur
støðugar
Lánsbrøvini hava havt eina
friðarliga viku. 10-ára rentan
er 3,97%, á leið sum fyri
viku síðan. Hendan rentan
hevur liggið millum 3,9%-
4,2% seinastu 4 mánaðirnar,
og hetta er rættiliga leingi.
Góðir roknskapir
Nú 337 av teimum 500
roknskapunum
í
S&P
500 vísitalinum eru kunn
gjørdir, eru 70% av rokn
skapunum jaligari enn
áður mett, og hetta er ein
vøkstur upp á 5% í mun til
í farnu viku. Norsk Hydro,
BP og Shell kunngjørdu
góðar roknskapir í vikuni.
Roknskapurin hjá Statoil var
hinvegin verri enn greinarar
høvdu mett. Aðru viku á
rað hækkaðu partabrøv, og
gongdin hesa vikuna verður
m.a. tengd at gongdini í
miðeystri og amerikanska
arbeiðsmarknaðinum.
Hesa vikuna
Komandi vikan verður
hendingarík á virðisbræva
marknaðunum.
Millum
annað kemur amerikanska
arbeiðsmarknaðarfrágreið
ingin fyri juli fríggjadagin.
Hon fær stóran týdning fyri,
um amerikanski tjóðbankin
aftur fer at hækka rentuna,
tá rentufundur verður 8. aug
ust.
Miðbankar í andgletti
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Vika 31
Nakað yvir klokkan
15 mánadagin fór
ein bilur útav av
vegnum í Neslíð, ið
er miðskeiðis millum
Nes og Vág
Ferðsluóhapp
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Bilurin er komin úr Porkeri
mótvegis Vági. Førarin hev
ur greitt frá, at hann sovnaði,
og bilurin er farin oman
gjøgnum bøin, ein teinur
á eini 50-100 metrar, og
er so farin útav og oman í
fjørðina. Har bilurin er farin
úr bønum og í fjørðuna er
nokkso høgt niður, kanska
einar 10 metrar. Á veg
omaneftir er eldur eisini
komin í bilin, men eldurin
er køvdur, tá bilurin endaði
hálvur í fjørðuni og hálvur
úti í sjónum.
Førarin, ið er ungur maður,
ið ikki hevur havt koyrikort
longi, var einsamallur í
bilinum og hann fekk ikki
stórvegis skaða.
Heimasíðan hjá Suðurrás
visti í gjár at siga, at menn
umhugsa, hvørt bilurin skal
takast upp við kranabili ella
báti við krana, t.d. einum
alibáti.
Íslendska Morgun
blaðið prentaði 30.
juli drúgva grein um
føroyskan tónleik
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Arnar Eggert Thoroddsen
hevur vitjað í Føroyum og
hevur hann skrivað greinina
í Morgunblaðnum.
Fyrst verður greitt frá
bygdini Gøtu í tónleikahøpi
og um tann stóra týdning,
sum bygdin, og tað sum
haðani er komið, hevur
havt fyri føroyskan tónleik.
Komið verður eisini inn
á føroysku bylgjuna í
Íslandi, sum neyvan enn
heilt hevur lagt seg.
Arnar hevur hittt Kristian
Blak og Sólarn Solmunde
og práta um tónleik og
hann hevur vitjað á G! Og
hitt Jón Tyril. Arnar sig
ur seg minnast, tá menn
bygdu dreymaborgir um
G!. Menn tosaðu eins og
íslendingar! Men Arnar
metti, at føroysingar vóru
róligari, enn íslendingar, so
tað lagaði seg nokk.
Men nú hann vitjaði G!,
sótu fólk í hópatal á skriv
stovuni hjá G! og alt gekk
upp á stáss á flottum og
vælskipaðum festivali.
Greinin er áhugaverd
og hevur áhugaverdar
hugleiðingar. Sum t.d.
um munin á Íslandi og
Føroyum, um hví føroy
ingar í hugaheimi grein
skrivarans eru so aftarliga
tá hugsað verður um t.d.
tónleik, fosturtøku, kyns
ligt samband og samband
við danir.
Men greinin er fyrst og
fremst um tónleik og er tað
nakað sum greinskrivarin
saknar í føroyskum tón
leiki, so er tað okkurt meira
ævintýrkent og serføroyskt.
Tað er ikki nóg mikið at
duga at ljóða sum onnur úti í
heimi, sigur greinskrivarin,
tí ein má hinvegin koma við
onkrum serstøkum sjálvur,
um tað skal bera ein longur
á leið.
Hetta hava íslendskir
bólkar eisini ásanna so
ofta, skrivar greinskrivarin
millum so nógv annað
í áhugaverdu greinini í
Morgunblaðnum.
Føroyskur
tónleikur og G! í
Morgunblaðnum
Bilur útav í Neslíð
Mánadagin fór ein bilur útav í Neslíð
(Mynd:D.Olsen)