Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 146 - 2. august 2006 lýsingar VinnumálaráÐiÐ Vinnumálaráðið søkir eftir fulltrúa Fyri løgfrøðing í farloyvi søkir Vinnumálaráðið eftir løgfrøðingi frá 1. september 2006 og 12 mánaðir fram við møguleika fyri føstum starvi. arbeiðið Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru: • At veita landsstýrismanninum og stjóranum løgfrøðiliga ráðgeving • At gera uppskot til lógir og kunngerðir • Málsviðgerð • Kæruviðgerð Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Umsøkjarar, ið hava staðið bachelor útbúgving í løgfrøði, eru eisini vælkomnir at søkja. Umsøkjarar við viðkomandi royndum hava fyrimun. Harumframt skulu umsøkjarar duga føroyskt og enskt væl og hava kunnleika til EDV. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir Vinnumálaráðnum, umframt onnur stjórnarráð. Umsókn, saman við prógvum, CV, viðmælum o.ø., skal verða send til Vinnumálaráðið Postsmoga 377 110 Tórshavn Freistin at søkja er fríggjadagin 18. august 2006. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, stjóra, tlf. 356070. Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin Sjúkrarøtkarfrøð­ ingur til E3/E2 Á E3/E2 eru 3 avloysarastørv á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum leys at søkja til setan 1. oktober ella eftir avtalu til og við 31. mars 2007. E3 er ein medisinsk deild við 9 seingjaplássum frá 1. september. Sergreinin á deildini er uppvenj­ ing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við diss. sclerosu. Arbeitt verður í tøttum sam­ starvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar, ergo­ terapeutar og talupedagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi og við primertænastuna. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri búfólk­ um. Vit ynskja starvsfelagar við áhuga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja­ áskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð­ ingur • góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfak­ ligum samstarvi • fakligan áhuga innan sergreinirnar Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv • fakliga menning • góða innleiðslu Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum royndum innan sergreinarøktina og viðgerðirnar innan serøkini á deildini. Spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, tí E3 skal flyta á eina nýumvælda med. deild í 2007. Umvælingarnar byrjaðu 1. maj 2006 á seingja­ deildunum B6, B7 og B8. Hesar verða ætlandi lidna fyrru hálvu 2007, so E3 kann flyta yvir tá. Aðrar spennandi avbjóðingar liggja eisini fyri framman við implementering av THS (Talgild Heilsu Skipan) í 2007. Nærri fæst at vita við at ringja til Monicu Brick­ man deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6012. Løn­ og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 21. august 2006 kl 12.00. Tað er umsøkjarans ábygd, at umsóknin er á starvs­ fólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum, skjølum o.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar­ og starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh. fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin Sjúkrarøtkarfrøð­ ingur til B6 Á B6 eru hesi størv leys til setan frá 1. oktober 2006 ella eftir avtalu: 2 størv á 1,0 brøk í skiftandi vaktum. Møguleiki er fyri lægri brøki. 1 starv á 0,6 brøk í náttarvakt. Avspák er innbygt í rulliplanina. 1 avloysarastarv á 0,8 brøk í skiftandi vaktum til og við 31. august 2007. Deildin tekur ímóti innkallaðum og akuttum sjúklingum og hevur 15 seingjapláss og hesar sergreinar: • gastroenterologi • neurologi • endokrinologi • onkologi • hæmatologi Arbeitt verður eftir kontaktpersónsskipanini. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • røkt og viðgerð til sjúklingar innan áðurnevdu sergreinum Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum royndum innan sergreinarøktina og viðgerðirnar innan ser­ økini á deildini. Vegna umvælingar og umleggingar á seingjadeild­ um á medisinska deplinum, hækkar seingjatalið til 18 seingjapláss frá 1. september 2006 og árið út. Deildin letur aftur primo 2007 vegna umvælingar í uml. 2­3 mánaðar, og røktarstarvsfólkini á B6 verða tá flutt á aðra medisinska deild hetta tíðar­ skeiðið, til umvælingar á B6 eru lidnar. Aðrar spennandi avbjóðingar liggja eisini fyri framman við implementering av THS (Talgild Heilsu Skipan) í 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Ingun Gaardbo, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6026. Løn­ og setanartreytir smb. sáttm. millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfr. og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 25. august 2006 kl. 12.00. Tað er umsøjkarans ábyrgd, at umsóknin er á starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar­ og starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh. fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«