hósdagur 3. august 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 147 - 3. august 2006
Tíðindi
SAMBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Articon hevur júst
keypt hotel Oyri
og bygningin, har
ið Garnavirkið var.
Bygningarnir eru
samanvoksnir, og
møguleikarnir við
teimum eru nógvir.
Articon fer møguliga
at nýta bygningarnar
til at hýsa fleiri
útlendskum
arbeiðsfólkum.
Sum er búgva
tey útlendsku
arbeiðsfólkini hjá
Articon á Hotel Oyri
KEYP OG SØLA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Articon hevur júst keypt bygn
ingin, har ið Garnavirkið
á Oyri var. P/f Vónin átti
bygningin, men virksemið
er flutt úr bygninginum.
Articon keypti fyri einum
mánaði síðani Hotel Oyri.
Niclas Joensen er ein
av eigarunum og nevnd
arlimunum hjá Articon.
Dagliga starvast hann sum
fíggjarstjóri hjá fyritøkuni:
– Bygningarnir vóru
mestsum samanvoksnir, og
tí hildu vit tað vera upplagt
at keypa hann. Vónin átti
bygningin, men teir brúktu
hann ikki til nakað. Vit
keyptu fyri einum mánaði
síðani Hotel Oyri. Har búgva
tey umleið 10 útlendsku
arbeiðsfólkini, sum vit hava
heruppi nú, sigur Niclas
Niclas kann ikki siga
fyri vist, hvat bygningurin
hjá Garnavirkinum verður
nýttur til:
– Tað kann væl vera, at
vit fara at byggja hann um,
so at vit eisini kunnu hýsa
útlendskum arbeiðsfólkum
har. Ein annar møguleiki
er at nýta hann sum
goymslu. Vit fara helst
at selja onkran bygning
skjótt, so møguliga verður
Garnavirkið avloysarin fyri
tann bygningin, sigur Niclas
Joensen, sum tó ikki vil fara
í smálutir um fyristandandi
søluna.
Hava tørv á meiri
arbeiðsorku
Skipasmiðjan fer at taka enn
fleiri útlendsk arbeiðsfólk
til landið. Hetta hevur aftur
fingið gongd í kjakið um
útlendsk arbeiðsfólk. Articon
hevur nógv at gera, og teir
hava eisini trupulleikar við
at finna arbeiðsorkuna í
Føroyum.
– Vit hava nú umleið 10
útlendsk arbeiðsfólk í Før
oyum. Hetta eru serliga
betongarbeiðarar. Føroyskir
timburmenn tíma ikki so væl
at gera betongarbeiði.
– Sum er fáa vit ikki meira
arbeiðsfólk, og tað kann
vera ein trupulleiki, um eft
irspurningurin veksur. Tað
er sera keðiligt, um vit ikki
verða førir fyri at útføra
ein uppgávu, tí at okkum
manglar arbeiðsorku. Tí
kann tað gerast neyðugt
at taka enn fleiri útlendsk
arbeiðsfólk til landið í fram
tíðini. Tað mugu vit gera, um
fyritøkan skal halda fram
við somu ferð, sigur Niclas
Joensen at enda.
Articon keypt Garnavirkið og Hotel Oyri
Articon hevur júst keypt bygningin, har ið Garnavirkið var. Á myndini sæst eisini Hotel Oyri, sum Articon keypti fyri einum
mánaði síðani. Bygningarnir verða møguliga umbygdir, so at teir kunnu hýsa útlendskum arbeiðsfólkum
Mynd: Rólant Waag Dam
Sosialurin er runt um
landið og sigur frá, hvussu
føroyingar nýta summarið.
Týsdagin var undirritaði á
Skála, har ið veðrið var av
tí allarfagrasta.
Sosialurin møtti einari
familjun, sum hoyggjaði
á Skála í góðveðrinum.
Tað eru eftirkomarnir hjá
Ingvardi Poulsen, sum eru
komnir til Skála at hjálpa
pápa/verpápa/abba
at
hoyggja.
– Hetta er deiliga hugna
ligt. Tað er eitt gott høvið at
samlast, sigur Ingvard.
Sum tað sæst á myndini,
nýtir Ingvard eina hvísl at
hoyggja við.
– Hann er av tí gamla
slagnum. Vit royna at lokka
hann at nýta ballir, men
hann er tvørur, siga tey øll
flennandi.
- HeiniK
Besta hoyggingarveður
STUBBIN Fjarðarvegur 12, Vestmanna
Tlf. 471 800 stubbin@stubbin.fo www.stubbin.fo
Stórt úrval av bátum
Vitja okkum í Vestmanna
Sum er fáa vit ikki meira arbeiðsfólk í Føroyum. Tí kann tað gerast neyðugt
at taka enn fleiri útlendsk arbeiðsfólk til landið í framtíðini
Niclas Joensen - Articon
Mynd: Súsanna Kass Kristiansen
www.sosialurin.fo