Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 148 - 4. august 2006 Kríggið fær stórar sálarligar avleiðingar fyri børnini í krígsøk­inum. Tey síggja ymiskt, sum børn í Europa ongatíð hava sæð ella fáa at síggja. (Rania al-Ameri, sálarfrøðingur) útlond Óttast fyri borgara­ kríggi í Irak Amerikanskir generalar stúra fyri, at ófriðurin í Irak kann enda við einum borgarakríggi. Amerikanska stjórnin hevur leingi víst aftur øllum spádómum um, at ófriðurin í Irak kann enda við borgarakríggi, men nú kemur sami spádómur frá tveimum av teimum ovastu amerikonsku generalunum. Í einari frágreiðing til Kongressina skriva generalurin John Abizaid, at eydnast tað ikki irakska stjórnarherinum og teimum útlendsku her­deildunum at fáa tamar­hald á støðuni, kann ófriðurin enda við borgarakríggi millum shiamuslimar og sunnu­ muslimar. John Abizaid er ikki hvør sum helst, tí hann er ovasti am­erikanski herleiðari í Miðeystri. Generalurin Peter Pace, sum er í herleiðsluni í Pentagon, skrivar í sínari frágreiðing til Kon­gressina, at teir útlendsku hermenninir kunnu ikki forða fyri borgarakríggi í Irak. Tað kunnu einans irakar sjálvir, skrivar hann. Stutt sagt Umleið 450.000 børn eru flýdd undan krígnum í Libanon, og ein triðingur av teimum særdu eru børn Næstan ein millión libanar eru nú flóttafólk í egnum landi, og sambært libansku myndugleikunum eru umleið 45 prosent av teimum børn. Av teimum 615, sum hava latið lív í ísraelsku álopunum, er næstan helmingurin børn, og ein triðingur av teimum 3.200, sum eru særd í bar­ døgunum, eru børn. Bretska blaðið The Inde­ pendent hevur skrivað nógv um syndarligar barnalagnur í Libanon í seinastuni, og saman við einum bretskum barnahjálparstovni er blað­ ið farið undir at skipa fyri ymsum tiltøkum, ið skulu hjálpa teimum raktu børn­ unum. Eitt nú hava blaðið og felagsskapurin savnað pening til heilivág og mat. Summar keldur hava sett spurnartekin við tíðindini frá libansku myndugleikunum um, hvussu mong børn hava latið lív í krígnum, og fleiri hava hildið, at mynd­ ug­leikarnir gera ov nógv av. Men onnur siga, at í kríggi er vanligt, at børn og ung taka seg saman, tá tey fjala seg, og tí doyggja ofta lutfalsliga nógv børn í kríggi og serliga loftálopum, skrivar AP. Ein onnur frágreiðing er, at umleið 30 prosent av libanska fólkinum eru yngri enn 18 ár, og at har suðuri í Libanon hava fólk yvirhøvur nógv børn. – Húski, sum hava fimm ella kanska seks børn, fjala seg ofta saman, og tí slepst ikki undan, at loftálop kosta lutfalsliga nógvum børnum lívið, sigur Aris Salim hjá ST- barnahjálparstovninum Uni­ cef við The Inde­pendent. Leypa á sivilmál Tað er eisini greitt, at krígg­ ið fær stórar sálarligar avleiðingar fyri børnini í krígsøkinum. – Tey síggja ymiskt, sum børn í Evropa ongantíð hava sæð ella fáa at síggja, sig­ur sálarfrøðingurin Rania al-Ameri við The Inde­ pendent. Mannarættinda­felags­ skap­urin Human Rights Watch skrivar í einari frá­greiðing, at ísraelska herleiðslan ger ov lítlan mun á hernaðarligum og sivilum málum. Felagsskapurin, sum hevur høvuðsstøð í USA, vil vera við, at í fleiri førum kunnu tey ísraelsku álopini á mál í Libanon lýs­ast sum krígsbrotsverk. Ísraelska herleiðslan hevur lagt Hizbollah undir at brúka sivilfólk sum livandi skjøldur, men Human Rights Watch sigur seg ikki hava funnið prógv fyri tí. – Í fleiri førum tykist tað, sum at ísraelsku álopsmálini verða tilvildarliga vald, og í summum førum tykist tað, sum at álopini eru beinleiðis vend ímóti sivilum málum, skrivar Human Rights Watch. Aftur í morgun bumbaðu ísraelsk flogfør libanska høvuðsstaðin, Partar av býnum eru javnaðir við jørðina. Ísraelsku flogførini søktu í morgun at býarpartinum Uzai nærhendis altjóða floghavnini har suðuri í Beirut. Sambært Reuters er hesin býarparturin sloppin undan bumbuálopum, síðani ísraelska átakið í Libanon byrjaði, men í morgun søktu flogfør 19 ferðir at økinum. Uzai er stutt frá sjónum, og í morgun skutu ísraelsk herskip eftir býarpartinum, samstundis sum flogførini bumbaðu. Libansku myndugleikarnir søgdu, at tjúkkur roykur var at síggja nógvastaðni, men tað var ikki greitt, um álopið hevði kravt mannalív. Nakrar fáar tímar undan álopinum á Uzai søktu ísra­elsk flogfør at býunum Rweiss og Harel Hreik, ið verða roknaðir sum trúgvar støðir hjá Hizbollah. Sambært libansku myndugleikunum fingu 12 fólk skaða. Undan álopinum tveittu ísraelsk flog­før flogseðlar niður yvir býirnar við áheitan á fólkið um at fara úr býunum, áðrenn álopið byrjaði. Hótti Tel Aviv Leiðarin í Hizbollah, Hass­ an Nasrallah, ávaraði í gjár­kvøldið Ísrael ímóti at bumba Beirut, og hann hótti við at svara álopunum. – Søkir Ísrael at okkara høvuðsstaði, fer Hizbollah at svara við at senda rakettir eftir Tel Aviv, segði Hassan Nasrallah. Ísraelskir hernaðar­ser­ frøð­ingar hava fyrr sagt, at Hizbollah kann hava rakettir, sum kunnu raka langt suður í Ísrael, og at tað tí ikki er óhugsandi, at felagsskapurin hevur rakettir, ið bera til Tel Aviv. Meiri enn 300 børn deyð í ísraelsku álopunum Beirut bumbaður í sor SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 Beirut fyri og eftir bumbuálopini Mynd: Reuters