Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 148 - 4. august 2006 Nýggi Dagstovnurin í Sørvági søkir eftir einum stuðulsfólki Starvið snýr seg um eitt barn við fysiskum breki. Uppgávurnar eru m.a. at : • vera um og stimbra barnið í samspæl við onnur børn á stovninum • stimbra fysisku førleikarnir hjá barninum • fara við barninum til venjingar/fysioterapi o.a. Arbeiðstíðin: Er 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Umsøkjarar, ið hava útbúgving sum pedagogar og starvsfólk við líknandi royndum hava fyrimun til starvið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gitta av Kák leiðara á dagstovninum Løn og setanartreytir: Sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Í lønarflokki 3 til 8 fyri hjálparfólk og 11 til 18 fyri pedagogar. Umsókn saman við útbúgving, royndum og møgu­ ligum viðmælum, skulu sendast innan 15 august 2006 til : Nýggi Dagstovnurin í Sørvági Att: Gitta av Kák Varðagøta 8 Fo­380 Sørvágur Viðmerkjast skal : »umsókn til stuðul« lýsingar