Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-04, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. august 2006síða 46

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 148 - 4. august 2006 lýsingar Starvsfólk til mótahandlar í SMS Kundi tú hugsað tær starv í einum lívligum og tryggum umhvørvi har nógv er at gera og har tú ert partur av einum starvsfólkatoymi, ið støðugt strembar eftir at mennast og gerast betri? Vit leita eftir ágrýtnum, blíðum og tænastusinnaðum starvsfólkum til Vero Moda umframt til nýggju handlarnar Only og Vila, ið lata upp í oktober 2006. Talan er bæði um fulltíðarstørv og avloysarastørv. Førleikakrøv: Tú ert sera áhugað/-ur í klædnamóta og –sølu. Tú ert blíð/-ur, tænastusinnað/-ur og ágrýtin. Tú ynskir at mennast, og tú gert tær ómak at veita eina sera góða tænastu og ert ágrýtin eftir at geva viðskiftafólkunum eitt gott heildarupplivilsi í handlinum. Vit bjóða: Eitt spennandi og mennandi starv í einum umhvørvi har tað snýr seg um at veita eina sera góða tænastu samstundis sum tú hevur tað gott og stuttligt til arbeiðis. Vørurnar tú skalt selja eru klæðir og tilhoyr til kvinnur og vørustreymurin gongur skjótt og væl. Eru spurningar til størvini ber til at ringja til Anna Maria Nyby, tel. 31 41 44 ella 22 85 75. Send tína umsókn við møguligum prógvum og viðmælum til: Vero Moda Postboks 1037 110 Umsóknin má verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. august. Starvssamrøðurnar fara fram millum 21. og 31. august. 15