Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2006 15 tíðindi Sjónleikarhúsið vísir seg frá sínum bestu síðum í hesum døgum, tá leikurin Hørpuríma verður sýndur. Øðrvísi uppseting, framúr góður tónleikur og dugnaligir sjónleikarar skapa eitt serligt upplivilsi Sjónleikur Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Hvat skalt tú kalla ein tílíkan leik? Ein sjónleik? Ein sangleik? Ein musikkleik? Tað er torført at geva Hørpurímu eitt heiti, men tað bilar einki. Leikurin, sum verður vístur í Sjón­ leikarhúsinum í hesum døgum, er ein framúr góð uppliving. Hann er øðrvísi. Og hann er eitt úrslit av einum fruktagóðum sam­ arbeiði millum Hans Tór­ garð sum leikstjóra og Búa Dam sum tónaskald. Hesin seinni hevur sjálv­ ur ein avgerandi leiklut í sjálvari søgugongdini. Hann er frásøgumaðurin, ið leiðir áskoðaran gjøg­ num søguna. Hann er tann alvitandi maðurin, ið við­hvørt kemur í so nær áskoðaranum. Viðhvørt eitt sindur óbehagiligt. Kanska deiliga óbehagiligt. Hann dugir í øllum førum væl at siga frá, og tað er eisini neyðugt í hesum leikin­um, har sagda orðið er sjáld­ samt. Samskiftið millum sjónleikararnir fer nevni­ liga fyri tað mesta fram ígjøgnum ljóðføri. Ein ferð gjøgnum Sjónleikarhúsið Hørpuríma er søgan um tvær systrar, ið stríðast um mannin. Tann yngra fær hann. Tann eldra verður øvund­­sjúk, og druknar hina. Men beint áðrenn brúd­leypið rísur tann yngra upp frá deyðum. Ævintýrið er ikki fitt. Tað er ein ræðu­ søga fylt við óndskapi og øvundsjúku. Sjónleikarhúsið og Hørpu­ríma hoyra saman. Leik­­ur­in er nevniliga ein ferð gjøgnum gamla húsið. Áskoð­arin situr ikki stillur. Hann verður noyddur at flyta seg frá rúmi til rúm. Frá síðupalli til høvuðspall til kjallaran. Tú ferðast frá trygga heiminum til sjóvar­ málan og endar á havsins botni. Í hesum leiki, har rekvisittirnar eru fáar og palluppsetingin nakin, er ljós­setanin altavgerandi. Rós til ljósmannin. Vakrir tónar Høvuðsleiklutirnar verða spældir av tónleikarum. Báðar systrarnar spæla hvør sítt ljóðføri – ávikavist fiól og tvørfloytu. Maðurin, tær stríðast um, spælir trom­bon. Tey tosa ikki. Tey spæla tað, tey skulu siga. Og áskoðarin skilur tað. Tú skilur ikki orðini men huglagið. Viðhvørt er onkur illur. Aðrar tíðir blíður. Kanska forelskaður. Ella lokkandi. Og hetta er kanska tað flottasta við leik­ inum. At tú kanst fortelja eina søgu við einum ljóð­føri, so at øll kunnu skilja. Tónleikararnir eiga sjálvandi sín part av æruni, men tað er so sanniliga eis­ini eitt herðaklapp til tóna­skaldið Búa Dam. Tón­ leikurin er nevniliga fram­ úr. Vakrir tónar. Nøkur løg ganga aftur. Og tey eru ymisk. Bæði sálmar, tango og djassur. Dugnaligir sjónleikarar Ikki allir sjónleikararnir spæla tónleik. Har eru eisini “vanligir” tosandi leiklutir, og tað er kanska serliga her, at arbeiðið hjá Hans Tórgarði kemur til sjóndar. Hann hevur gott fólk at arbeiða við. Leikararnir eru allir ungir, men fleiri teirra hava longu drúgvar royndir, og tað sæst aftur. Ikki minst Hjálmar Dam, sum hevur eina ótrúliga karisma í leik­ inum. Tú vamlast næstan av hesum leiklutinum, sum við sínum starandi flytandi eygum minnir um senur frá klassiska Cubrick-film­ inum Clockwork Orange. Hjálmar dugir eisini at syngja. Tað visti eg ikki av. Tveir aðrir dugnaligir leikarar eru Kjartan Hansen og Kristina Sørensen. Teirra stuttliga samanspæl er eitt kærkomið innslag í eini annars so syrgiligari ræðusøgu. Har eru eisini onnur, ið spæla við – bæði sum sjónleikarar og tónleikarar. Og tey gera tað gott. Tað er eisini neyðugt í hesum leiki, har alt má hanga saman fyri at skapa eitt sterkt huglag. Djørv uppgáva Tað má sigast at vera ein djørv uppgáva, sum Hans Tórgarð og Búi Dam hava átikið sær á sinni. At uppseta ein tílíkan leik, har sjónleikurin og tónleikurin ganga hond í hond, kann ikki bara vera sum at siga tað. Báðar listagreinarnar mugu supplera hvørja aðra. Haltar tann eina, tekur hon hina við í fallinum. Tað kann heldur ikki vera lætt hjá hesum ungu leikarunum at spæla tónleik og sam­ stundis spæla sjónleik. Tað er í øllum førum krevjandi. Men tey megna tað. Øll somul. Hørpuríma er ein frálíkur leikur og er deiliga øðrvísi. Ein fragd fyri sans­ irnar. Hørpuríma verður fram­ førd týskvøld og mikukvøld klokkan 18 og 20. Pláss er fyri 45 áskoðarum. Hørpuríma: Ein fragd fyri sansirnar Fleiri góðir sjónleikarar eru við í Hørpurímu. Millum annað Hjálmar Dam, sum hevur eina ótrúliga karismu. Við sínum starandi eygum minnir hann høvuðsleikaran í klassiska filminum Clockwork Orange Mynd: Hans Jákup Danielsen