mikudagur 9. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
FØRARASETRIÐ
Jekaragøta 10 • Tórshavn
John A. Christiansen
koyrilærari
tel 21 47 75
Stanley A. Olsen
koyrilærari
tel 21 10 99
Koyri-
kort?
Teoriskeiðið
til
persónbil,
byrjar
mánadagin
14. august
kl. 17.00
Tórshavnar kommuna
Serstaka byggisamtykt nr. 3
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt
kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 29. juni 2006
samtykti broytingar í serstøku byggisamtykt nr. 3 og
Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Ætlaða broytingin er, at matr. nr. 735, við Traðabrekku,
Tórshavn, verður broytt frá D1 fríøki til A1 sethúsaøki.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi í
Snarskivuni á Vaglinum frá 24. juli til og við 14. august
2006. Mánadag til fríggjadag kl. 9.00 til kl. 16.00, tó
hósdag til kl. 9.00 til 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda
Tórshavnar kommunu skrivliga áðrenn 24. oktober 2006.
Kunngerð
Lærarastarv
í Vágs skúla
Í Vágs skúla er eitt tíðaravmarkað lærarastarv at
søkja frá 1. september 2006 til 30. juni 2007 við
umleið 25 tímum um vikuna fyri lærara í farloyvi.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1-27.4.
Umsøkjarin skal kunna átaka sær:
• Danskt 5. fl.
• Rokning 3. fl.
• Stuðul í føroyskum í 4. og 5. fl.
• Serligan tørv í 1. fl.
• Bókasavn
Søkt verður eftir lærara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans.
• Duga at samstarva og er fyrkomandi
• Er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• Er stundisligur og nærlagdur.
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Umsóknir
Umsóknir við c. v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum
í hendi í seinasta lagi 24. august kl. 12.00.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Óla í
Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 373192 ella 374066.
Vágs skúli hevur komandi skúlaár umleið 240 næmingar í 4 flokkum.
Í skúlanum fara at starvast 27 lærarar.
lýsingar
Internet