hósdagur 10. august 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 10. august 2006
29
Lærarastarv
í Vágs skúla
Í Vágs skúla er eitt tíðaravmarkað lærarastarv at
søkja frá 1. september 2006 til 30. juni 2007 við
umleið 25 tímum um vikuna fyri lærara í farloyvi.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1-27.4.
Umsøkjarin skal kunna átaka sær:
• Danskt 5. fl.
• Rokning 3. fl.
• Stuðul í føroyskum í 4. og 5. fl.
• Serligan tørv í 1. fl.
• Bókasavn
Søkt verður eftir lærara, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar
skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans.
• Duga at samstarva og er fyrkomandi
• Er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• Er stundisligur og nærlagdur.
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Umsóknir
Umsóknir við c. v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum
í hendi í seinasta lagi 24. august kl. 12.00.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Óla í
Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 373192 ella 374066.
Vágs skúli hevur komandi skúlaár umleið 240 næmingar í 4 flokkum.
Í skúlanum fara at starvast 27 lærarar.
Lærarastarv í
Hósvíkar skúla
Søkt verður eftir einum lærara til tíðaravmarkað
starv skúlaárið 2006/07 vegna avlopstímar, uml. 10
tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett í
september.
Tann, ið settur verður skal:
• Undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við lærarar
skúlans undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• Duga at samstarva og vera fyrikomandi
• Vera fúsur at taka á seg tær uppgávur og
avbjóðingar, ið eru á skúlanum
• Vera við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv:
Tann, sum settur verður, skal hava læraraútbúgv
ing. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.127.4 sambært
avtalu millum Fìggjarmálaráðið og Føroya Lærara
felag.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum og møgu
ligum viðmælum skluu vera skúlaleiðaranum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august kl.
12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Eydnu Midjord, skúlaleiðara á tlf. 422259, 422526
ella 220803.
Hósvíkar skúli hevur komandi skúlaár uml. 43 næmingar og
4 lærarar. Skúlin er 3-flokkaður við næmingum ið ganga í
1. til 7. flokk. Skúlin heldur í løtuni til í tveimum bygningum.
Sølufólk
Søkt verður eftir sølufólki – kvinnu ella manni
til timburdeildina hjá Sandavágs Timburhandli.
Sandavágs Timburhandil er ein timburhandil í
stórari menning. Timburhandilin er nú eisini farin
at smíða lyklaklár hús og veita heildartænastur til
kundan. Til hetta endamál søkja vit eftir fólki, ið
kann standa á egnum beinum og taka sjálvstøðugar
avgerðir. Tað er umráðandi at viðkomandi persónur
eisini kann vera við til at menna konseptið.
Arbeiðið umfatar:
• Sølu av lyklaklárum húsum
• Søla av tilfari til sethús, ídnaðarbygningar o.t.
• Marknaðarføring av Sandavágs Timburhandli
• Tilboð
• Innkeyp
• Strutttíðar eins og langtíðar tilrættislegging
»Strategi«
Vit bjóða eitt spennandi umhvørvi, eitt starv, sum
er sera fjølbroytt, eitt starv, har ein sjálvur kemur
til at tilrættisleggja sín dagligdag. Harafturat hava
kontór okkara allarhelst Føroya besta útsýni.
Lønin verður at avtala.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi áðrenn 5.
september 2006.
P/f Sandavágs Timburhandil
Hillingatangi 8-12
FO-360 Sandavágur
Att: Albert Ari.
Um spurningar eru, kann ringjast á tlf. 533053.
FØRARASETRIÐ
Jekaragøta 10 • Tórshavn
John A. Christiansen
koyrilærari
tel 21 47 75
Stanley A. Olsen
koyrilærari
tel 21 10 99
Koyri-
kort?
Teoriskeiðið
til
persónbil,
byrjar
mánadagin
14. august
kl. 17.00
lýsingar
Lesið
Sosialin
-har
tað hendir