Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 153 - 11. august 2006 Leiðari til barna- garðin á Gásamýri Leirvíkar kommuna søkir eftir dagstovnaleiðara til barnagarðin at byrja 1. september 2006. Umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri niðursettari arbeiðstíð. Í barnagarðinum á Gásamýri eru 32 børn í aldrinum 3-6 ár og í frítíðaransingini eru 24 børn, sum ganga í 1. og 2. flokki. Vit ynskja at tú: • hevur hug og hegni at leiða, dugir at samskipa og ert fyrikomandi • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu • hevur hug til at skapa og seta dám á okkara barnagarð • kanst arbeiða sjálvstøðugt. Lønin er sambært sáamála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006 ella til borgarstjóran tlf. 743006. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. august 2006. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Leiðari til Dagtilhaldið Hugnin, Sandur Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir leiðara til Dagtilhaldið Hugnin, Sandur. Arbeiðið er 15 tímar/viku. Løn sambært sáttmála. Starvstíðin er frá 1. september 2006 og 6 mánaðir fram. Umsóknarfreistin er 25. august 2006. Áhugaðir umsøkjarar skulu senda umsókn til: Sands kommunu Postboks 10 FO-210 Sandur Lærarastarv í Vágs skúla Í Vágs skúla er eitt tíðaravmarkað lærarastarv at søkja frá 1. september 2006 til 30. juni 2007 við umleið 25 tímum um vikuna fyri lærara í farloyvi. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsøkjarin skal kunna átaka sær: • Danskt 5. fl. • Rokning 3. fl. • Stuðul í føroyskum í 4. og 5. fl. • Serligan tørv í 1. fl. • Bókasavn Søkt verður eftir lærara, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans. • Duga at samstarva og er fyrkomandi • Er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • Er stundisligur og nærlagdur. Førleikakrøv: Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Umsóknir Umsóknir við c. v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 24. august kl. 12.00. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Óla í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 373192 ella 374066. Vágs skúli hevur komandi skúlaár umleið 240 næmingar í 4 flokkum. Í skúlanum fara at starvast 27 lærarar. Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Sjúkrarøktar­ frøðingur til skurðstovuna Vegna farloyvi er eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur leyst til setan í tíðarskeiðnum 1. oktober 2006 til 31. mai 2007. Starvið er fulltíðarstarv við tilkallivakt. Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar­ málaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Astrid Tummasarson, deildarleiðara, tlf. 37 11 33 ella fyristøðukvinnuna tlf. 37 11 33 lokal 128. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, autorisatión, ummælum og CV skal sendast til: Suðuroyar Sjúkrahús Att: Umsjónarmannin 800 Tvøroyri Umsóknarfreist 28. august 2006. lýsingar